fríggjadagur 16. mars 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti 23
havt eitt sera tætt samstarv,
og verður Levy feldur í hesum
málinum, rakar tað samstundis
Blair sera meint, hóast hann ikki
hevur framt nakað lógarbrot.
Teir konservativu
skúma fram
Og júst sum Labour ikki hevði tørv
á fleiri trupulleikum, lúrir enn ein
brotasjógvur í havsbrúnni. Tað
er konservativi leiðarin David
Cameron, ið stendur serstakliga
sterkt í veljarakanningum.
Spurningurin er, um Gordon
Brown kann basa tí konservativu
bylgjuni, sum styrknar alsamt.
Hjálp frá Blair fær hann onga, tí
hann hugsar meira um eftirmælið
enn um framtíðar politiskar
ætlanir.
Eingin ivi er um, at Blair hevur
broytt Bretland, og við kønari
hond hevur hann saman við
Brown skapt framúrskarandi úrslit
seinastu tíggju árini. Spuringurin
er, um vit fara at minnast Blair
sum forsætisráðharran, ið ikki
bert moderniseraði Labour
og stjórnina, men eisini sjálvt
Bretland og fólkasál tjóðarinnar,
ella um vit fara at minnast hann
sum mannin, ið viltist í irakisku
oyðimørkini, og at enda varð
vrakaður av bretska fólkinum.
Keldur:
The Guardian, 28. februar 2007
Newsweek, 26. februar 2007
Weekendavisen
sínum eftirmæli