Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 54 - 16. mars 2007 Tá Atlantic Music Event verður hildið í Norðurlandahúsinum vikuskiftið 13. og 14. apríl, verður tað við luttøku av føroysku 200 og donsku Die Dumme Dänen, skrivar ame.fo Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Skráin fyri Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum 13. og 14. apríl verður eitt bland av tí besta føroyska og spennandi útlendskum nøvnum, íslendsku Ampop, grønlendski Angu, svenska Molinder Band, norska Gran Island og føroysku Deja Vu eru longu váttaði, og nú avdúkar ame.fo enn tvey nøvn, talan er um føroyskan punk frá 200, og rapp/rokk við Die Dumme Dänen. Bólkar við meiningum 200 hevur uppfunnið kon­ septið loysingarpunkur, ið onkur hevur lýst, sum pol­itiskan punkrokk við Elvis vokali. Stutt sagt, 200 hevur sítt heilt egna ljóð. Hetta er tónleikur við sterkum meiningum. Sterk­ ar meiningar eyðkennir eis­ini danska bólkin, Die Dumme Dänen. Á fløguni Spænd Hjelmen, verða vit fóðraði við temaum sum rúsevnismisnýtslu, krígnum í Irak, skattaskuld og um ung fólk fangaði í kaos. Hóast temaini eru trupul at svølgja, hevur bólkurin fingið stóran fjepparaskarða í Danmark. Serliga lagið Kors og Flag hevur lyft bólkin frá nýggjum og spennandi til eitt stórt navn í Danmark. Lagið hevur higartil ligið 7 vikur á Boogie listanum, ið er almenni listin við sjón­ bandaløgum hjá Danmarks Radio. Lagið hevur ligið bæði ovast og næst ovast á listanum og er hesa vikuna á fjórða plássi. Nógv attityda Tónleikurin hjá Die Dumme Dänen er harður rokkur bland­aður við rappi og nógv­ari attitydu. Enn ein egin­leiki, ið bólkurin hevur felags við 200.Die Dumme Dänen leggur dent á, at her er ikki talan um nakra nýskapan innan tónleik, men limirnir vilja heldur bjóða væl spældan gjøgnumførdan rokktónleik, sum virkar sum ein veggur av ljóði. Búnaður Clemens Oddamaðurin og yrkjarin í Die Dumme Dänen er tann navnframi rapparin Clem­ ens, ið nú gongur undir fulla navninum Clemens Legolas Telling. Hann hevur flutt seg langt, síðan hann 17 ára gamal gav sína fyrstu fløgu út. Her er størri innlit, størri sjálvsironi og munandi meira bít í tekstsíðuni. Varpar ljós á føroyskan tónleik Eitt av høvuðsendamálunum við AME er at varpa ljós á føroyskan tónleik, og vísa okkara bestu tónleikanøvn fram fyri tónleikaídnaðinum í øðrum londum. Við fløguni Graceland og framførslum á festivalum sum Roskilde, Spot og Iceland Airwaves, er 200 vorðið eitt tað føroyska navnið, ið hevur vakt størst ans uttanlands, tí er bólkurin eisini eitt upplagt navn á AME. Bólkurin vann Planet Awards fyri besta bólk í fjør, og var í ár í uppskoti til somu heiðursløn, umframt at vera í uppskotið til heiðurin ársins fløga hjá Dimmalætting. Býttir danir og føroyskur loysingar­punkur á AME Keypmannahavn verður í juni karmur um konsertir við nøkr­ um av allarstørstu tungmálmsrisunum, tá Black Sabbath við Ronnie James Dio á odda, Korn, Black Label Society og Ozzy Osbourne vitja Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Um tú ert ein av teimum, ið hevur tungmálm í æðrunum, so er Keypmannahavn í fyrru helvt av juni eitt dreyma­ ferðamál. Her­fyri gjørdist greitt, at Ozzy Osbourne vitjar í Forum, saman við upphitingarbólkunum Korn og Black Label Society 13. juni. Men longu eina viku frammanundan er møgu­leiki, at síggja kanska týdn­ingarmesta bólkin í tungmálmssøguni Black Sabbath á sama palli. Bólkurin, ið Ozzy Osbourne var við til at stovna hevur verið til í ymiskum útgávum í 40 ár, og hevur givið eitt ótal av útgávum út. Í apríl kemur fløgan Heaven & Hell – The Dio years út, og tað er í klassisku Dio útgávuni av Black Sabbath, at bólkurin vitjar í Forum. Avloysti Ozzy Fyrrverandi Rainbow sang­ arin Ronnie James Dio av­loysti upprunaliga Ozzy Osbourne í Black Sabbath í 1979. Her gjørdist talan um eitt samstarv millum ein tann best umtókta sang­ ar­an innan tungmálm, ið sam­starvaði við bólkin, ið fann uppá tungmálm. Úr­slitið av samstarvinum vóru tríggjar av tyngstu tung­málmsútgávunum, ið eru gjørdar. Heaven & Hell, Mob Rules, nú við Vinnie Appice á trummum, og konsertfløgan Live Evil. Ronnie James Dio fór síðan solo, og tók Vinnie Appice við sær, ein solokarriera, ið var sera væl eydnað. Black Sabbath helt somuleiðis fram, við m.ø. Ian Gillan og Tony Martin millum oddamennirnar. Vildi ikki hita upp fyri Ozzy Men í 1992 royndu Black Sabbath og Dio aftur eydn­ una saman. Úrslitið varð Dehumanizer, ið var ein djørv fløga, ið royndi at hála bólkin inn í 90’árini, men sum ongantíð fekk ta væntaðu móttøkuna. Men konsertferðin var væl vitjað, og alt tyktist at vera frálíkt. Hetta var inntil Ozzy Osbourne bjóðaði Black Sabbath at hita upp fyri seg á tveimum risa stadion konsertum í Kalifornia. Hesar konsertir skuldu tá eftir ætlan vera tær allar sein­astu hjá Ozzy sum einstaklingi (hetta vóru tær fyrstu farvæl konsertirnar hjá Ozzy, og vórðu tí tiknar við álvara). Hinir limirnir í Black Sabbath vildu fegin spæla, men Dio vildi ikki hoyra um at hita upp fyri ein fyrrverandi sangara í bólkinum, og fór burtur úr Black Sabbath aftur. Judas Priest sangarin Rob Hallford sang í hansara stað á hesum báðum konsertum. Síðan hetta hevur Black Sabbath verið endurstovna við upprunamanning, um­framt at Tony Martin, ið var oddamaður í 80’árunum hevur sungið á onkrari fløgu. Men nú er Dio aftur í bólkinum, ið er á eini longri konsertferð. Teir, ið mannað bólkin nú eru sambært gaffa. dk: Ronnie James Dio, Tony Iommi, Geezer Butler, Vinny Appice og Scott Warren. Black Sabbath við Ronnie James Dio í Forum 6. juni, atgongumerki fáast í næstum á Billetnet.dk. Ozzy Osbourne, Korn og Blacklabel Society við Zack Wylde í Forum 13. juni, atgongumerki fáast á Billetlugen.dk. Konsertmynd av Black Sabbath við Dio á Mob Rules konsertferðini, myndin er tikin 1., 2. ella 3. januar í 1982 í Hammersmith Odeon í London. mynd: Gary, dio.net Nógvur tungmálmur í juni