fríggjadagur 16. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Nógv fólk til
missiónsviku
Leynar: Mong ár eru liðin,
síðani missiónsvika seinast
varð hildin á Leynum.
Í farnu viku varð hetta kortini
tikið uppaftur við møtum í
skúlanum.
Hóast eini 9-10 ár eru liðin
síðani seinastu missiónsvikuna,
vóru sera nógv fólk til møtini.
Hugsandi er tí, at árliga
missiónsvikan nú er komin fyri
at verða.
Søkja eftir
urguleikara
Skopun: Kirkjan í Skopun
ynskir nú at fáa ein fastan
urguleikara settan í starv. Tí
hevur kirkjuráðið tikið eitt
heldur óvanligt stig, nevniliga
at lýsa eftir einum urguleikara.
Í hesi kirkjuni, sum í ár
verður 110 ára gomul, finst ein
Frobenius-urga frá 1965 og sum
hevur seks røddir.
Eingin tíðarfreist er sett, nær
umsóknirnar skulu verða inni.
Páskamáltíð eftir
jødiskum siði
Øravík: Sunnudagin 25. mars
skipar Ísraelsmissiónin fyri
serstakari jødiskari páskamáltíð
í Gistingarhúsinum í Øravík.
Hetta er ein máltíð, har øll
familjan fær eina smakkiroynd
av teimum jødisku páska
rættunum.
Tiltakið varir í hálvan triðja
tíma.
Andakt mitt
um dagin
Ebenezer: Arbeiðir tú í mið
býnum í Havn ella í har nánd,
ber til at savnast til andakt á
middegi hvønn mánadag.
Her er møguleiki hjá trúgv
andi fólki at hava eina stilla
løtu saman við Harranum. Løtan
byrjar við upplestri úr Bíbliuni
og síðani er bøn.
Andaktin er hvønn mánadag
kl. 12.30 og varir í einar 20
minuttir.
Eitt annað ríki
”Ríki mítt er ikki av
hesum heimi”
Jóhannes 18,36
Hetta svar gav Jesus Pilatusi,
tá ið hann spurdi um Jesus var
ein kongur. ”Ríki mítt er ikki
av hesum heimi” Jú, tað er
satt. Ríki hansara er ei bert ”av
hesum heimi”, men tað er í veru
síni tað øvuta; har ræður ein
heilt annar andi og har galda
heilt aðrar lógir enn í hesum
heimi.
Í Guðs ríki er Jesus sjálvur
kongur, og har setur hann dám á
alt við anda sínum, meðan Sátan
er kongur í hesum heimi. Frá
hesum báðum mótsattu kongum
stavar eisini mótsetningurin í
øllum - millum ríkini sjálvi og
teirra lagnu, millum borgararnar
í hesum báðum ríkjum, teirra kor,
teirra sinn og levnað.
Yvir hesum heimi hongur
myrkurs og deyðans andi.
Heimurin skal einaferð ganga
undir. Hann er dømdur til
undirgangs, tí at høvdingin í
hesum heimi er dømdur. Guðs
ríki er harafturímóti ljósins,
lívsins og sannleikans ríki. Allir
borgarar tess eru ljósins børn,
sum eiga ævigt lív. Guðs ríki skal
ongantíð fara til grundar, men
harradømi tess skal breiðast
út allar vegir heilt til ytstu
endamørk á jørðini.
Vilt tú vera borgari í hesum
ríki, so ert tú saman við øllum
teimum heilaga útvaldur úr
heiminum til at verða eitt Guðs
barn í Kristi. Tú kanst royna tað
á tann hátt, at heimurin ikki
longur er heim títt, men at tú
saman við øllum Guðs børnum
er fremmandur og útlendingur,
hvørs borgaraskapur er á
himnum.
Tað er ringt at kenna seg
heima har, ið heimsins andi
ræður, tí eitt slíkt menniskja
hevur ikki stigið yvirum dýpið;
men tað er gott, ja vælsignað,
at kenna seg heima har, ið
Guðs andi ræður, tí tá hava vit
atgongumerkið til himmiríkið, tá
ið vit fara higani. Amen!
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
- Tað hava altíð verið
føroyingar sum hava
lisið her á DBI. Og fleiri
skulu verða hjartaliga
vælkomnir, sigur Steen
Eskildsen, ferðaskrivari
hjá Dansk Bibel Institut í
Keypmannahavn.
Lestur: Fyrr í mánaðinum var
hann á kunningarferð í Føroyum.
her hann greiddi frá um stovnin,
har hann sjálvur lesur gudfrøði.
Steen hevur hildið møtir kring
landið og hevur eisini prædikað
við onkrar gudstænastur.
- Her havi eg hitt fleiri ung,
sum hava víst hesum lesnaðinum
stóran áhuga.
- Hugsandi er tí, at onkur teirra
fer at lesa gudfrøði her hjá okk
um. Her er í øllum førum gott at
verða, sigur Steen.
Umframt kunningina hevur
hann eisini hitt fólk og samkomur,
sum stuðla virkseminum á DBI,
annaðhvørt við gávum ella við
forbøn.
Trúskap móti Bíbliuni
DBI hevur í sløk 35 ár undirvíst
komandi gudfrøðingum og prest
um. Millum hesar hava eisini
verið eitt stórt tal av føroyingum.
– Í løtuni eru eini 4-5 føroyingar
her á DBI, sigur Steen.
Skipanin er hon, at tey lesandi
verða innskrivað til gudfrøði
lesturin á Københavns Uni
versitet, men at tey eisini hava
møguleika at fáa undirvísing á
DBI – ofta í somu lærugreinum.
- Meðan ein aðrastaðni hevur
lagt seg á eina atfinningarsama
linju mótvegis Bíbliuni, leggja
vit hinvegin dent á trúskap móti
Bíbliuni.
- Tí kann ein hoyra eitt ávíst
sjónarmið á eina lærustovninum
og eitt annað á hinum. Soleiðis
kann ein fáa báðar síður av somu
søk at hoyra, sigur Steen.
Hann hevur lisið gudfrøði í
nøkur ár, men er í løtuni ferða
skrivari hjá DBI. Enn veit hann
ikki, hvat hann skal gera, tá
lesturin er liðugur.
- Eg havi eisini lisið kunn
ingartøkni og samskifti. So tað
verður helst okkurt við, hvussu
ein breiðir út Guds orð á ein
annan hátt og á øðrum støðum
enn júst í eini kirkju, slær Steen
fast.
Ein av fyrstu døgunum
fer Nes kommuna at
bjóða áhugaðum at
grava út fyri nýggja
Blákrossheiminum, ið
skal byggjast á Nesi.
Nes: Í longri tíð hevur felags
skapurin Blái Krossur kannað, um
til bar at byggja nýtt viðgerðar
heim uttan fyri høvuðsstaðin.
Fyri góðum mánaði síðani fekk
felagsskapurin eitt skriv, har
boðað varð frá at greitt er at fara
undir ætlanina í Neshaganum.
Sambært Trúboðanum er talan
um eitt viðgerðarheim í einari
hædd og sum er 680 fermetrar
stórur. Pláss verður fyri 15 fólkum
í viðgerð.
Olga Magnussen, leiðari á Blá
krossheiminum sigur, at tey valdu
ikki at leggja viðgerðarheimið í
Havn, tí har er rættiliga dýrt at
byggja.
- Í Havn er so nógv at bjóða.
Freistingin á bygd er ikki so stór
sum í Havn, har tað bara eru 10
minuttir til næstu barrina.
- Her á Nesi kemur heimið at
liggja sera væl fyri, sigur Olga.
Enn er ikki greitt, nær spakin
verður settur í. Heldur ikki er
greitt, hvat kostnaðurin av heim
inum verður ella nær tað skal
standa liðugt.
Blái Krossur er ein kristiligur
fráhaldsfelagsskapur, sum millum
annað hevur til endamál at hjálpa
menniskjum, ið eru illa stødd
av rúsdrekkaávum, og at boða
gleðiboðskapin um Guds kærleika
til menniskju.
Fleiri føroyingar
at lesa gudfrøði
Nýtt Blákrossheim á nýggjum staði
- Endamálið við DBI er at fremja bíbliutrúgva boðan, undirvísing og missión í Danmark og í útheimi, sigur 31 ára gamli
Steen Eskildsen frá Dansk Bibel Institut Mynd: Jens Kr. Vang