fríggjadagur 16. mars 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 54 - 16. mars 2007
Terja Jensen úr
Havn passar nógvar
hattar. Hóast hon
bert er 18 ára gomul,
hevur hon yrkt yvir
400 yrkingar, er í
holtur við at skriva
eina danska bók um
berðbaksríðing, ið
Gyldendal umhugsar
at útgeva, og hennara
størsta ynski er at
sleppa aftur til skips,
har hon hevur verið
bæði við trolara og
línubáti. Í framtíðini
vil hon gerast antin
bóndi, skipari ella
maksinmaður
Konubrot
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Nú línubátarnir í Føroyum
skríggja eftir fólki, vil 18
ára gamla Terja Jensen úr
Havn fegin hjálpa. Hon
søkir í hesum døgum eftir
kjansi við báti, og hon er
ikki bangin fyri at manna
ein línubát.
-Tað havi eg roynt. Eg var
ein túr við West Freezer. Og
hóast tað var hart, og eg
fekk ein ryggskaða, so eri
eg heilt vís í, at mín ryggur
í dag er nógv sterkari, og at
eg hevði megnað tað, sigur
Terja Jensen.
Henni dámdi væl lívið
umborð. Hon passaði egn
ingarmaskinurnar, og tá ið
ryggurin fór, so hjálpti hon
kokkinum. Hóast hon sjálv
heldur, at tað var gott um
hon var eitt sindur hægri,
soleiðis at hon betur kundi
passa maskinurnar, so metir
hon avgjørt, at tað er pláss
fyri kvinnum umborð á
línubátum.
-Eg veit væl, at tað finnast
fáar kvinnur í Føroyum, ið
eru við línubátum. Eg kenni
so onga. Men í Noregi eru
fleiri, so eg dugi ikki at síggja
nakað skeivt í, at kvinnur
fara at sigla við línubátum,
sigur Terja Jensen.
Hóast fiskimenninir hildu
tað verða heldur løgi, at ein
kvinna vildi fiska við línu
bátum, so var tað skjótt at
teir góðtóku hana.
-Teir vóru bæði blíðir og
tíðir, og teir vóru sera hjálp
samir. Hóast teir hugdu eitt
sindur løgi at mær í fyrstani,
so hevði eg ongantíð nakrar
trupulleikar av teimum, sig
ur Terja Jensen.
Hugurin til sjógvin
altíð verið har
Tá ið Terja gekk í fólka
skúlanum og skuldi í starvs
roynd, fór hon ikki sum hin
ar genturnar í klassanum
til
hárfríðkanarstovur,
barnagarðar ella til sjúkra
systrarnar. Nei, Terja visti
beinanvegin, at tað var út á
sjógvin hon skuldi. Og valdi
hon tískil at fara í starvsroynd
á Tróndur í Gøtu. Har dámdi
henni so væl, at fekk hon
kjans umborð har í dag, leyp
hon avstað. Serliga var tað
maskinrúmið í skipinum, ið
hugtók hana.
- Mær hevur altíð dámt
væl at róta við maskinum.
Eg havi mangan tonkt upp á,
at lært til bilmekanikara ella
maksinsmið. Men eftir at eg
slapp at róta í maksinunum
umborð á Tróndi í Gøtu, havi
eg næstan avgjørt at fara at
læra til maskinmeistara. Eg
ætli mær at royna at søkja
inn á skúlan í summar,
sigur Terja, ið hevur roynt
seg í fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna.
Hóast túrarnir Terja hevur
verið til skips onkutíð hava
verið heldur ilsligir, so hevur
hon ongantíð verið bangin
fyri at siglt, og sjóverkurin
er ein last, ið Terja ongantíð
hevur kent til.
- Eg minnist serliga ein túr,
har tað hava verið umleið 25
metrar um sekundið. Brota
sjógvarnir stóðu upp um
skipið, og tað var ikki so lætt
at standa á beinunum. Hóast
alt var eitt sindur ógvusligt,
so ræddi hetta meg ikki. Og
sjóverkin, hann havi eg bara
einaferð kent. Tíanbetur, sig
ur Terja.
Møguliga útgivin
av Gyldendal
Lívið umborð dámdi Terju
væl. Hon helt avgjørt ikki,
at lívið var einsligt. Heldur
nýtti hon friðin til sítt størsta
frítíðarvirksemi, ið er at
skriva.
- Eg skrivaði eitt nú nógv
ar yrkingar umborð. Um eg
telji allar saman, so munnu
tær vera einar 400 í tali eftir
hondini. Og eg yrki um alt
millum himmal og jørð, sig
ur Terja.
I løtuni starvast Terja hjá
Oyvindur Lutzen bónda, har
hon millum annað passar
gæs, ross og neyt. Eisini
hevur hon ross, sum stendur
í stallunum hjá Føroya Ríð
ingarfelag. Her brúkar hon
nógva tíð. Og dámar henni
náttúru- og bóndalívið so
væl, at hon eisini hevur um
hugsað at gerast bóndi.
- Nú fáa vit at síggja, hvat
eg fari at gera. Eg havi sum
sagt søkt inn á maskinmeist
araskúlan, men eg havi eisini
tonkt upp á at gjørst skipari
ella bóndi, sigur Terja.
Tað sum tó upptekur
nógv av frítíðini hjá Terju
í løtuni er, at hon er farin í
holtur við at skriva eina bók
á donskum. Bókin snýr seg
um evnið at ríða hest uttan
saðil.
- Eg eri ikki liðug við bók
ina, men eg havi sent ymsum
forløgum bókum. Eitt nú
hevur danska Gyldendal víst
bókin sera stóra áhuga, so
tað verður spennandi at vita,
hvat fer at henda við hesi
bókini, sigur Terja Nielsen
at enda.
Konubrot vil fegin manna línubát
Terja Jensen eigur ross, og
er sera hugtikin av djórum.
Ì løtuni skrivar hon bók um
berðbaksríðing, ið danska
forlagið hevur víst áhuga fyri
Mynd: Jens Kristian Vang
Størsta ynski hjá Terju er
at gerast maskinsmeistari. Í
løtuni leitar hon sær kjans á
onkrum skipi, og hon tekur
gjarna av, um hon verður
boðin við á ein línubát
Mynd: Jens Kristian Vang