Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 16. mars 2007 27 tíðindi Marin Súsanna Vígdá úr Fuglafirði er clairvoyantur, hon hevur síðan barnsbein sæð hendingar, áðrenn tær eru hendar, nú hevur hon fingið innlit í kyn og vekt hjá komandi kongaliga arvinginum, ið Mary ber undir belti. Kongaligt Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo – Mary, krúnprinsessa og Frederik, krúnprinsur fáa eina lítla prinsessu. Hon vigar umleið 2985 gram og er umleið 49-50 senti­ metrar til longdar. Eg eri ikki heilt greið yvir nær tað verður, men eitt 2 tal er í dagfestingini, kanska kemur tað til mín seinni, eg skal boða tær frá, tá eg veit okkurt. Hesi orðini eigur Marin Súsanna Vígdá, føroyskur clairvoyantur, ið vanliga verður rópt Súsanna og er búsitandi í Avedøre á Keypmannahavnar leiðini. Marin Súsanna Vígdá er úr Fuglafirði, men hevur síðan 1986 búð í Danmark. Til dagligt virkar hon sum fólkaskúlalærari, og við síð­ una av hesum arbeiði, virkar hon sum clairvoyantur og skipar fyri seansum, spøk­ ilsis­hjálp og enntá home­ parties. Hóast tað ikki var fyrr enn fyri 5-6 árum síðani, at Súsanna veruliga lat upp fyri gávum sínum, so hevur hon altíð havt tær. Hesar gávur liggja til fam­iljuna hjá Súsonnu, pápi hennara hevði tær og eisini hava øll fýra systkini hjá henni í ein ávísan mun uppliva gávurnar, tó at tað ikki er í so stóran mun sum hjá Súsonnu. Seint í fjør gjørdu vit sam­røðu við Súsonnu, tá av­dúkaði hon m.a., at áðrenn krúnprinsaparið Mary og Frederik fingu sonin Christi­ an, visti hon, at hetta fór at vera ein drongur. Hon visti somuleiðis, nær hann fór at verða borin í heim, bæði dagfesting og hvat klokkan tað fór at vera. Upplýsingar, ið vístu seg at vera rættir. Nú Mary aftur ber barn, hevur Súsanna fingið innlit í málið, hóast hon hesaferð ikki veit nær tað verður, so eru upplýsingarnir um vekt og longd sera nágreiniligir. Hon er tó somuleiðis greið yvir, at vandin við at siga okkum frá um hennara innlit, so er vandi fyri at verða til láturs. – Vit clairvoyantar hava ikki altíð rætt, so tað er altíð ein risiko, við at deila sína vitan við onnur, sigur hon. Mary krúnprinsessa er sambært kongahúsinum sett til at eiga fyrst í mai. Tá hon átti Christian 15. oktober í 2005, var hetta tvær vikur, áðrenn hon var sett at eiga. Vit fáa skjótt innlit í, um Súsanna hevur rætt ella ikki. Hon hevur somuleiðis lovað okkum, at sær hon nær barnið verður føtt, so skal hon boða okkum frá. Christian var 51 senti­ metrar til longdar og vigaði 3.500 gramm, tá hann varð føddur. Súsanna Vígdá er greið yvir, at vandi er fyri at fara skeiv og gerast til láturs, men hetta ræðist hon ikki, nú hon boðar frá um komandi prinsessuna. mynd: Símun Jóanesarson – Mary fær eina gentu Mikudagin í hesi vikuni vóru menn í ferð við at taka nakrar av gomlu ljóssteyrunum niður, sunnarlaga í Hvannasundi. Hesir munnu hava tænt fyri seg í hálvan mansaldur ella meiri. Nú er so komið hartil at hesir steyrarnir úr viði mugu víkja fyri teimum úr stáli. Hesir gomlu steyrarnir standa í niðara borði. Frammanundan er skipað so fyri, at nýggir steyrar úr stáli eru settir upp og settir til í ovara borði. Tískil nýtist ongum at ferðast í myrkri eftir hesum vegastrekkinum, hvørki áður ella nú. sb. Ljósari tíðir í Hvanna­ sundi Teir arbeiða við at avmontera el-skápið Mynd: Høgni Thomsen Teir hava longu tikið fleiri av gomlu steyrunum upp. Hesin stendur næstur fyri Mynd: Høgni Thomsen