Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 54 - 16. mars 2007 tíðindi Í Fótbólts­samband­ inum bíða tey spent eftir, hvørt hugskotið um ferðavinnuslott á Sornfelli verður til nakað Ferðavinna Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Millum teirra, sum hvørt ár so ella so hava samband við hópatals útlendskar gestir, er Fótbóltssamband Føroya. Virksemið kring føroyska fótbóltslandsliðið hevur í nógvar mátar sett Føroyar á heimskortið. Bæði tí úr­slitini til tíðir hava verið heilt góð, men eisini tí vit á henda hátt hava havt ein framúr møguleika at draga útlendsk tíðindafólk til oyggjar okkara. – Taka vit 2007 sum út­gangsstøði, so rokna vit við, at vit í ár koma at hava samband við umleið 12.000 fólk. Og av hesum verða í minsta lagi 1.000 út­lendingar. Tað verið seg ítróttaleiðarar, -fyriskiparar og ikki minst fjølmiðlar. Og av hesum seinasta kann roknast við, at til samans koma á leið 300 útlendsk fjølmiðlafólk henda vegin í samband við landsdystir okkara. Umframt sjálvar dystirnar, so plaga hesi eisini at varpa ljós á Føroyar sum samfelag, og í so máta er fótbólturin ein framúr møguleiki hjá Føroyum sum ferðamannaland, heldur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF. Nátturin dregur gestirnar Í grækarismessurøðu segði Elin Heinesen, nýggjur stjóri á Vinnuframastovuni, at hon fer at virka fyri, at gomlu – og skjótt tómu – radarakuplarnir á Sornfelli kunnu gerast ein ferða­ mannadepil. Og hetta er eitt hugskot, sum tey í FSF síggja al­stórar møguleikar í. – Vit hava reguliga vitjan av útlendingum til fundir og ráðstevnur av ymsum slag. Og tí haldi eg, at vit kenna rættiliga væl til tørvin á einum stað, har vit kunnu fara við hesum fólkum. Eitt nú um ferðamál skulu vísast fram, ella um ein betri biti skal etast. – Nú skal tað ikki ljóða, sum um vit eru ónøgdir við tey tilboð, sum longu eru í Føroyum. Men tað er ein sannroynd, at tað mest forvitnisliga, sum útlendsku gestirnir vilja hava við sær sum ferðaminni, er føroyska náttúran. Og vit hava gjørt nógvar væl eydnaðar útferðir til fjals og fjørðu. Útferðir, sum hesi enn bera í minni, og sum á tann hátt hevur gjørt gestirnar til góðar ambassadørar fyri land okkara, heldur Ísak. Framsýningarhøll í berginum Og aðalskrivarin heldur, at tað í hesi verkætlanini er møguleiki fyri einum stað, har tað eisini bar til at fara, hóast føroyska veðurlagið skuldi spælt fyrireikarunum eitt puss. – Fyri okkara viðkomandi vildi hetta verið eitt framúr vitj­unarstað til útlendskar gest­ir, har hesir kundu fing­ ið eina góða máltíð ella bara notið framúr náttúruna. Og er veðrið ikki til vildar – tað hendir jú viðhvørt – so kundi talan har kanska ver­ ið um ein stóran innan dura framsýingarsal, har tey vitj­ andi kundu fingið eina virtu­ ella ferð kring Føroya land. – Nú eru tað sjálvandi ikki vit, sum gera av, hvørt ein slík ætlan gerst veruleiki. Men eg haldi so heilt av­gjørt, at hetta kundi verið eitt sera gott tilboð, sum í nógvar mátar vildi virkað fyri at styrkt Føroyar sum ferðavinnuland, sigur altso Ísak Mikladal. Sornfelli er ein framúr møguleiki Aðalskrivarin í FSF metir talan vera um eina sera forvitnisliga ætlan, sum Elin Heinesen nevndi í grækarismessu síni Virksemið hjá blað­ húsinum í Vágs­botni er nógv vaks­ið í seinastuni og ger tað framvegis. Tí hevur Føroya mest fjølbroytta fjøl­ miðlafyritøka gjørt av at styrkja um leiðsl­ una við at seta ein redaktiónsleiðara starvssetan Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sjálvt um tað bert eru tvey landsdekkandi dagbløð eftir, so hevur kappingin um haldarar, lýsarar, keyparar og ikki minst starvsfólk ong­antíð verið størri enn júst nú. Kortini hava tey seinnu árini verið merkt av stórari framgongd hjá bæði Sosialinum og øllum tí virksemi, sum fer fram í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Økta virksemið og kapp­ ingin setir størri krøv til bæði starvsfólk og leiðslu, og tí hevur føroya mest fjølbroytta fjølmiðlafyritøka gjørt av at styrkja um dagligu leiðsluna á redaktiónini. 1. mars var Kári Mikkelsen settur sum redaktiónsleiðari á Sosialinum. Umframt bankaútbúgving og journalistútbúgving frá Danmarks Journal­ist­høj­ skole í Århus, hevur Kári Mikkelsen royndir frá bæði blað- og loftmiðlavirksemi. Millum annað frá Berlingske Tidende, donskum fakblað, føroyskum bløðum, útvarpi og sjónvarpi. Áðrenn hann byrjaði sum redaktiónsleiðari á Sosialinum, var Kári Mikk­ elsen varablaðstjóri á Dimma­ lætting. Familjan flutti heimaftur til Føroya í fjør aftan á 17 ár í Danmark. Jan Müller, ábyrdar­ blað­stjóri á Sosialinum, sigur, at tað leingi hevur verið tørvur á at styrkja redak­tiónina og ikki minst redaktiónsleiðsluna. - Sum heild hevur tað verið torført at fingið fatur á útbúnum fólki, ið oftani velja loftmiðlarnar fram um bløðini. Tí eri eg sera fegin um, at Kári hevur gjørt av at royna seg her hjá okkum, tí eg haldi, at vit hava eitt sera spennandi arbeiðspláss við nógvum avbjóðingum, sigur Jan Müller. Hann ivast ikki í, at kapp­ ingin fer at herðast uppaftur meiri, nú Dimmalætting hevur gjørt av at seta Árna Gregersen, sum nýggjan blaðstjóra. Ein kapping sum Jan Müller tekur í størsta álvara. - Nógv av okkara fólkum hava ikki so nógvar royndir og heldur ikki útbúgving á økinum, og tí er tað gott hjá teimum at fáa fleiri at vegleiða og ráðføra seg við, sigur Jan Müller. Meiri endurútbúgving Miðlahúsið hevur nógvar ætlanir í stoypiskeiðini, sum ábyrgdarblaðstjórin tók ikki enn vil avdúka. - Umframt at blaðið veks­ ur hava vit landsins mest vitj­ aða portal, vísir Jan Müller á. Um nýggja starvið sigur Kári Mikkelsen, at hann held­ ur Miðlahúsið er eitt sera spennandi arbeiðspláss, ið hevur allar fyritreytir fyri av mennast og gerast uppaftur betri. - Virksemið veksur so mik­ ið skjótt, at tað kann vera torført at fylgja við í tí fakligu menningini. Umframt at vera við til at leggja eina linju viðvíkjandi innihaldinum í blaðnum, so kundi eg hugs­ að mær, at vit settu ferð á út- og endurútbúgving av starvs­fólkunum, ið hevur sera stóran týdning fyri góðsk­una í blaðnum, sigur Kári Mikkelsen. - Føroyskir fjølmiðlar eru merktir av, at vit endurgeva í meira lagi. Tað skulu vit sjálvandi gera, men tað er týdningarmikið, at vit eisini perspektiva og seta søgurnar inn í ein samanhang og ikki minst eru kritisk mótvegis keldunum. Hendan partin kundi eg hugsað mær, at vit gjørdu meiri við. Ein ann­ ar týdningarmikil part­ur er sjálvandi eisini at koma við hugskotum og at raðfesta tey, sigur nýggi redaktiónsleiðarin á Sosial­inum. Sosialurin sett redaktiónsleiðara Ritan maskinbrek: 50 nólsoy­ ingar ov seinir til arbeiðis Í øllum regninum og vind­ inum í morgun strevaðu einir 50 nólsoyingar seg oman á keiina – til onga nyttu. Nólsoyingarnir fóru ”van­en tro” oman á Rituna, sum sagt verður, men hendan morgunin var eingin rutubátur. Strandferðsluumboðið hevði tey boð til ferða­ fólkið, at ritan hevði maskinbrek, og tí ikki sigldi í hvussu er fyrsta túrin, sum er kl. 6.55 úr Havn. Eisini næsti túrur kl. 7.55 var eitt ivamál. Endiliga kl. 10.30 var Ritan í Nólsoy, og flestu av ferðafólkunum høttu tískil til arbeiðis um 11- tíðina – tríggjar tímar ov seint. Tað var kølivatns­pump­ an, sum var farin, og tað varnaðist manningin sjálvandi beinanvegin, tá teir møttu. Farið varð eisini beinanvegin undir at skifta pumpuna, og Ritan fór so aftur í sigling um 10.30-tíðina. 1. mars byrjaði Kári Mikkelsen sum redak­ tiónsleiðari á Sosialinum. Hann kemur frá einum starvi sum varablaðstjóri á Dimmalætting og hevur eisini royndir frá donskum fjølmiðlum Mynd: Jens Kristian Vang