fríggjadagur 16. mars 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2007
29
Stutt sagt
Eftirlit við
miðlum
Í Russlandi hevur Vladimir
Putin, forseti, staðfest eina
kunngerð, sum gevur mynd
ugleikunum heimild til at
seta í verk eina skipan, sum
skal hava eftirlit við russ
isku fjølmiðlunum. Russisk
tíðindafólk hava longu boð
að frá, at tey eru ímóti
heimildini, tí eftir teirra
tykki hevur tað almenna
longu strangt eftirlit við
fjølmiðlunum. Sambært
teirri nýggju kunngerðini
skal eitt nýtt eftirlit umsita
útgávuloyvi til bløð og
tíðarrit og sendiloyvi til
útvarps- og sjónvarpsstøðir,
og eftirlitið fær heimild til
at taka loyvi aftur, um treyt
irnar ikki verða hildnar.
Atfinningarsamar kreftir í
Russlandi vilja vera við, at
Vladimir Putin táttar takið
um fjølmiðlarnar upp undir
tjóðartingsvalið í heyst og
forsetavalið næsta ár.
Kann stilla
upp
Tann víðgongdi høgra
politikarin Jean-Marie Le
Pen slepp ur nú at stilla upp
til franska forsetavalið í
næsta mánað. Lógin krev
ur, at ein valevni skal hava
minst 500 fólkavaldar still
arar, og í gjár eydnaðist tað
Le Pen at fáa tær seinastu
undirskriftirnar. Tann 78
ára gamli Le Pen hevur still
að upp til hvørt forsetaval
líka síðani 1974 burtursæð
frá valinum í 1981, tá hann
ikki megnaði at fáa teir
neyðugu stillararnar. Á
seinasta forsetavali, í 2002,
eydnaðist tað honum at fáa
næstflestar atkvøður á fyrra
valumfari, men seinni tapti
hann til sosialistin Lionel
Jospin.
Írar og finnar
drekka mest
Meiri enn triði hvør íri og
meiri enn fjóðri hvør
finnlendingur drekka meiri
enn fimm øl ella fimm gløs
av sterkum um dagin, og so
nógv drekka eingir aðrar
ES-borgarar. Næstir írum
og finnlendingum koma
bretar og danir, meðan
italiumenn og portugisar
eru teir, sum drekka minst.
Eitt nú eru tað bara tvey
prosent av portugisunum,
sum drekka meiri enn
fimm øl ella fimm gløs av
øðrum rúsandi um dagin.
Kanningin vísir eisini, at
prísurin hevur týdning.
Serliga finnlendingar og
sviar halda, at teir høvdu
drukkið meiri, um øl og
annað sterkt var bíligari,
enn tað er.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Teir eru vælkomnir at veita okkum hjálp, men
teir skulu ikki blanda seg upp í okkara politikk
(Robert Mugabe)
útlond
Fyrrverandi dómarin
Martin Wahl vil
vera við, at mamma
Nataschu Kampusch
er ikki so ósek, sum
hon letst vera
Í gjár byrjaði eitt rættarmál
í sambandi við tað nógv
umrødda málið um eyst
urríksku gentuna Nataschu
Kampuch, sum kom aft
uríaftur í fjør eftir at hava
verið horvin síðani 1998.
Í rættinum ætlar dómarin
Martin Wahl at prógva, at
Wolfgang Priklopil var ikki
einsamallur um at burtur
flyta Nataschu Kampuch.
Hann heldur upp á, at
mamma hennara, Brigitta
Sirny, var við til at burt
urflyta gentuna, og hann
ætlar sær eisini at prógva,
at Natascha Kampusch
bleiv misbrúkt kynsliga,
áðrenn hon bleiv burtur
flutt.
Málið hevur verið fyri í
rættinum fyrr, og tá tapti
Martin Wahl, tí rætturin
helt ikki, at fyrrverandi
dómarin hevði prógv fyri
sínum pástandum. Men nú
hevur Martin Wahl kravt, at
málið skal ganga umaftur,
og hesum hevur hann fingið
viðhald í.
Rætturin í Wien hevur
gjørt av, at foreldrini hjá
Natashu Kampusch skulu
vitna í rættinum. Martin
Wahl hevur eisini kravt at
slepp a at avhoyra Natashu
Kampusch, men tað er ikki
greitt, um hon kemur í rætt
in.
Martin Wahl hevur boðað
frá, at hann ætlar sær at
avhoyra fyrrverandi leið
aran á kriminaldeildini hjá
løgregluni í Wien, Max
Edelbacher. Í samrøðu við
eitt sveisiskt blað hevur
hann sagt, at løgreglan
hevði alla tíðina illgruna
um, at alt ruggaði ikki rætt
í málinum um burturflyt
ingina í 1998. Eitt nú kom
løgreglan fram á eina mynd
av Nataschu Kampuch. Á
myndini var hon hálvnakin
í ríðistyvlum og við ríði
koyrli í aðrari hondini.
– Hvør tekur eina tílíka
mynd av sínum barni,
spurdi Max Edelbacher í
samrøðuni við sveisiska
blaðið.
Zimbabwiski forsetin,
Robert Mugabe,
heldur lítið um
teir vesturlendsku
leiðararnar, sum
finnast at stýri hans
ara. Teir kunnu
heingja seg, sigur
hann
– Hatta er tað vanliga tvætl
ið, sum vit hoyra úr Vest
urheiminum. Teir finnast at
stjórnini, tí hon roynir at
forða fyri harðskapi og at
revsa harðskapsmenninar.
Teir kunnu heingja seg,
segði Robert Mugabe á tíð
indafundi í høvuðsstaðnum
Harare.
Viðmerkingin frá zimba
bwiska forsetanum hevði
samband við tilburðin, tá
andstøðuleiðarin Morgan
Tsvangirai varð illa viðfarin
í varðhaldinum hjá løgregl
uni seinasta vikuskiftið. ST,
USA og ES hava hvassliga
fordømt framferðina hjá
løgregluni og hótta við víð
fevndum tiltøkum ímóti
stýrinum hjá Mugabe.
Beint undan tíðindafund
inum hevði Mugabe hitt
forsetan í Tanzania, Jakaya
Kik, sum var komin at
royna semju millum stýrið
hjá Mugabe og andstøðuna,
men orðalagið hjá Mugabe
bar ikki boð um semju.
–Tað vóru mótstøðumenn
inir, sum byrjaðu harðskap
in, men teir fáa ikki eina
einastu atfinning úr Vestur
heiminum. Vesturheimurin
hevur alla tíðina stuðlað
andstøðuni, og tí góðtaka
vit ikki teirra atfinningar,
segði Robert Mugabe.
Hann legði tó afturat, at
lond í Vesturheiminum eru
vælkomin at veita Zimb
Mamma Nataschu kendi
burturflytaran
– Teir kunnu heingja seg
Natadcha Kampuch.
Robert Mugabe heldur lítið um teir
vesturlendsku leiðararnar, sum finnast
at stýri hansara.