mánadagur 19. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 55 - 19. mars 2007
»Sópað undir teppið«!
»Málað út yvir
lortin«!
Orðafelli, vit øll
kenna og ofta nýta.
Og tað er júst soleiðis
nýggi Smyril verður
umrøddur av keldum,
Sosialurin hevur
tosað við.
- Nógv av arbeiðinum
kann kallast bein
leiðis makkverk, sigur
ein av álítandi
keldunum.
- Barnasjúkur og
einki meiri enn van
ligt, sigur virkandi
stjórin á Strand
ferðsluni, Niels Juel
Arge
SKIPASMÍÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
»Skipasmiðjan meira ella
minni
býr
umborð
á
Smyrli».
Hetta var pástandurin, ið
Sosialurin setti sær fyri at
kanna. Og eftir at hava
troytt fleiri keldur er tað alt
sum bendir á, at pástandurin
er rættur.
Bæði Niels Juel Arge,
virkandi stjóri á Strand
ferðsluni, og Mourits Mohr,
tekniskur leiðari á Skipa
smiðjuni, siga tó, at tað
langt frá er óvanligt, at ábøt
ur verða gjørdar á nýggj
skip leypandi.
- Tað er púra vanligt við
»claims« (krøv, ið verða
sett fram móti skipasmiðjuni
viðvíkjandi slíkum, ið krev
ur ábøtur og umvæling) í
sambandi við eitt nýtt skip.
Og eg kann nevna, at hesi
»claims« á Smyrli eru mun
andi færri enn til dømis tey,
á Norrönu, sigur Niels Juel
Arge, virkandi stjóri á
Strandferðsluni.
Mourits Mohr vil ikki
váttað, at menn frá Skipa
smiðjuni »búgva umborð«,
men viðgongur, at teir javn
an hava havt arbeiðsfólk
umborð á Smyrli líka síðani
skipið kom til landið í
november 2005.
- Men hetta er alt arbeiði,
sum vit gera fyri sponsku
skipasmiðjuna í sambandi
við claims frá Strandferðsl
uni. Og slík claims eru púra
vanlig í sambandi við nýggj
skip, sigur Mourits Mohr.
Skal valdast
So bæði virkandi Strand
ferðslustjóri og tekniski
leiðarin á Skipasmiðjuni
vilja vera við, at talan í allar
størsta mun er um barna
sjúkur, sum finnast í hvørj
ari einasti nýbygging.
- Barnasjúkur finnast alla
staðni, og sjálvandi eisini
umborð á Smyrli. Men
barnasjúkur skulu valdast.
Nógv sær sera væl út við
fyrsta eygnabrá, men hygg
ur tú nærri sær tú, at tað er
gjørt á lættasta og bíligasta
hátt , sigur ein av keldunum,
Sosialurin hevur tosað við.
Aðrar keldur vátta tað
sama.
Ein skuldi eisini trúð, at
eitt nýtt skip sum Smyril
skuldi verið so manninga
vinarligt, sum tilber, tí
soleiðis er gongdin innan
allar
aðrar
skipabólkar.
Men fleiri dømi eru um, at
nýggi Smyril er munandi
óarbeiðsligari
enn
hin
gamli, eins og goymslu
plássið í fleiri førum er væl
minni. Og tað er vælsaktans
øvutur vegur at ganga.
Summastaðni lekur í eyri
og seyri, og serliga stórir
trupulleikar hava verið av
stóru rútunum frammi í
salongini.
Tað er frægari nú, men
ferðafólk upplivdu javnan,
at løk og handklæði lógu
upp og niður gjøgnum trapp
urnar at turka vætu upp,
partvís tí so illa lak, og part
vís tí vatnskipanin trýsti
vatnið upp gjøgnum ristir
nar heldur enn at trýsta
niður.
Fáa tað, goldið er fyri
Rætt skal vera rætt, tað er
ikki alt, ið er »nakað lort«.
Okkurt av arbeiðunum hava
virkað heilt eftir vild. Men
eftir stendur kortini, at tað
er ógvuliga nógv, ið kundi
verið gjørt betur.
Tað er heldur eingin
loyna, at Smyril var ein enn
tá sera tungur burður, og aft
urat vanligum seinkingum,
sum nærum altíð uppstanda,
var skipasmiðjan úti fyri
bæði verkfalli og húsagangi.
Spanska stjórnin traðkaði
tó til og bjargaði skipasmiðj
uni soleiðis, at skipið bleiv
bygt liðugt. Men tað er væl
hugsandi, at júst hesar
nevndu
hendingar
hava
gjørt sítt til, at handverkið
ikki gjørdist so gott, sum
ynskiligt var.
Tað stóð eisini greitt fyri
skipasmiðjuni, at endur
gjaldskrøv fóru at verða
sett fram móti teimum frá
føroyskari síðu, og tað er
væl hugsandi, at hetta hevur
verið viðvirkandi til, at
spanska skipasmiðjan ikki
hevur lagt so stóran dent á
góðsku, men hevur »málað
út yvir lortin«, sum tikið
verður til.
Smyril
gjørdist
eisini
munandi bíligari enn eitt
skip av hesum slagi og
stødd hugsandi átti, og tí er
tað kanska eitt mál um at
fáa tað, ein hevur goldið
fyri. Spurningurin, ið stend
ur eftir, er, hví skipið eftir
øllum at døma er so illa
bygt tá vit vita, at Strand
ferðslan hevur havt fleiri
eftirlitisfólk niðri í Spania í
mánaðar, at fylgja við
arbeiðinum.
Men tá leiðslan á Strand
ferðsluni ikki vil vera við,
at nakað er galið við Smyrli,
er ikki lætt at fáa svar upp á
tann spurningin. Vit kunnu
bert staðfesta oratakið: Tað
er ikki alt gull, ið glitrar.
Ikki er alt gull, ið glitrar:
Nýggi Smyril illa gjørdur
Vilja hava Lenu
Tað eydnaðist eftir øllum at døma formann
inum í konservativa fólkaflokkinum í Dan
mark, Bendt Bendtsen, at sissa teir ungu
flokslimirnar, sum siga seg vera misnøgdar
við leiðslu hansara. Men tað forðaði kortini
ikki fyri, at tey ungu á landsfundi atkvøddu
um, hvør eigur at taka við eftir Bendt Bendsen
sum formaður. Ta atkvøðugreiðsluna vann
løgmálaráðharrin Lene Espersen í dysti við
Connie Hedegaard, umhvørvismálaráðharra.
Ongar páskaferðir
Umleið 800 fólk høvdu bílagt sær ferðaseðil við
grønlendska ferðamannaskipinum ”Sarfaq Ittuk”
um páskirnar, men skipið fekk skaða í illveðri og
noyddist til Danmarkar at fáa skaðan umvældan. Tí
er siglingin um páskirnar avlýst. Grønlendska
útvarpið sigur, at reiðaríið hjá ”Sarfaq Ittuk” roynir
at útvega fólki pláss við flogførunum hjá Air
Greenland ístaðin fyri, men trupulleikin er, at teir
ferðaseðlarnir eru munandi dýrari. Og reiðaríið vil
ikki rinda prísmunin.
Talan er um privata
útstykking, ið telur 29
grundstykki. Og
gravgangur hevur
verið eftir teimum -
og nú er bert eitt óselt
stykki eftir
ÚTSTYKKING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er ein fleiri ára gomul
ætlan, ið nú endiliga er
vorðin til veruleika.
Seinasta hond verður nú
løgd á útstykkingina av
Jákupstrøð við Gerðisbreyt,
og talan er um 29 grund
stykki.
Klárt var at byrja í fjør
vár og fór arbeiðið í gongd
25. apríl. Stórur áhugi hev
ur sum vera man verið fyri
hesum grundstykkjunum,
og so at siga øll eru seld. Í
skrivandi løtu er bert hitt
eina stykki eftir.
Tó at grundstykkini eru
eitt sindur ymisk til støddar,
liggja tey øll millum 500 og
550 m2.
Talan er sum nevnt um
eina
privata
útstykking,
men kortini er kommunan
partvís við í verkætlanini.
- Kommunan ger vegir
nar, ið føra til útstykkingina.
M.a. eru verandi vegir ov
smalir og talan er tí um eina
breiðking av hesum, sigur
Jógvan
Hans
Østerø,
arbeiðstakari.
Í august verður eftir ætlan
farið undir hesa breiðkan
av verandi vegi, sum bindur
nýggju útstykkingina í høv
uðsvegin. Talan er um vegin
fram við teimum húsunum,
sum frammanundan eru við
Gerðisbreyt.
Útstykkingin er mestsum í
tveimum. Annar parturin fær
innkoyring frá Gerðisbreyt,
og hin parturin fær innkoyr
ing av Stórheyggi. Millum
báðar partarnar verður so ein
gøta., men ikki gjøgnum
koyring allan vegin.
- Tey, ið hava keypt grund
stykki, kunnu fara undir bygg
ingina so skjótt, útstykkingin
er liðug. Og tað verður fyrsta
dagin, sigur Jógvan Hans.
Stórur eftirspurningur er
eftir grundstykkjum í Havn,
og
nú
Velbastaður
og
Havnin hava lagt saman, er
talan um somu kommunu.
So henda útstykking styttir
helst nakað um bíðilistan.
Tað er Byggitek, ið hevur
gjørt arbeiðið fyri Jógvan
Hans Østerø, timburmann á
Velbastað.
Stór útstykking á Velbastað liðug