Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2007 Floksskipanin leggur upp til val á hvørjum ári, og tí metir Alfred Olsen, sitandi næstformaður, ikki, at Jóhan Dahl við at stilla upp ímóti honum skapar split í flokkinum. POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sambandsflokkurin hev­ ur lands­fund komandi vikuskiftið. Mest spennandi punkt í skránni man uttan iva vera næstformansvalið, tí hesaferð er talan um stríðsval. Tað er Jóhan Dahl, tingmaður fyri Suðuroynna, ið hevur latið seg stilla upp móti sitandi næstformanni, Alfred Olsen úr Eysturoynni. Jóhan Dahl hevur fyrr roynt at sloppi sær upp í leiðslu floksins. Hetta hendi á seinasta landsfundi, tá suð­uroyartingmaðurin stillaði upp móti formanni Sambandfloksins, Kaj Leo Jóhannesen. Sum kunnugt tapti Jóhan Dahl valið tá, og sum eina avleiðing av hesum tók hann seg úr flokkinum. Sjógvurin slætnaði kortini aftur, og nú hevur Jóhan so gjørt av at royna seg í valinum um sessin sum næst­ for­maður í flokkinum. Alfred Olsen hevur sitið sum næstformaður síðani 2001, tá hann var einasta val­ evni. Men støðan við stríðs­ valið er honum kortini ikki ókend, tí hann hevur áður havt mótvalevni til sessin. Tað var í 2003, tá táver­andi sambandsmaðurin Heð­ in Mortensen stillaði upp móti Alfredi Olsen. Eystur­ oy­ar­tingmaðurin vann tað valið rímiliga ruddiliga við umleið tveimum triðingum av atkvøðunum. Ikki leita stuðul enn Freistin at boða frá upp­still­ ing var ikki úti fyrr enn sunnu­kvøldið, og tí hevði Alfred Olsen ikki rættiliga havt stundir at gjørt støðuna upp tá Sosialurin tosaði við hann í morgun. Alfred metir tó ikki, at tað fer at skaða flokkin, at talan aftur nú verður um eitt stríðsval. – Í floksskipanini verður lagt upp til val á hvørjum ári, so tað er rætturin hjá einum og hvørjum at stilla upp til bæði formans- og næst­ formansval, sigur Alfred Olsen. Hann sigur, at hann í dag ætlar sær at umhugsa støð­ una. Tíðin fram til valið fríggja­kvøldið er ikki so long, og enn hevur hann ikki hvørki kanna eftir ella leita sær stuðul millum limirnar í lokalfeløgunum. Og í so máta stendur hann púra á berum, tí sum sitandi næst­formaður er hann av sær sjálvum stillaður upp til valið, um ikki so er, at hann boðar frá, at hann ikki still­ ar upp. Sostatt hevur hann framman undan einki lokal­ felag, sum stillar hann upp. Fríggjakvøldið fer so at vísa, hvussu raksturin gjøgnum vikuna fer at hildnast, hvørt Alfred framhaldandi er næstformaður í Sam­bands­ flokk­inum enn eitt skeið. Alfred Olsen, sitandi næstformaður: Stríðsval ein rættur í Sambandsflokkinum Atkvøðurnar í sambandi við valið í Sambandsflokkinum eru býttar soleiðis: Tey sjey valfeløgini (Norðoya, Eysturoya, Norðurstreymoya, Vága, Sandoyar, Suður­ oy­ar og valfelagið Føroya Val) 5 atkvøður í part, teir 7 tingmenninir hvør sína atkvøðu, teir báðir landsstýris­ menninir hvør sína, starvsnevndin 4. Vanliga hevur eisini ungmannafelagið´5 atkvøður, men tað er óvirkið í løtuni, og hartil hevur Fólkatingsumboðið eina atkvøðu, men flokkurin hevur einki í løtuni. Talan er sostatt um 48 atkvøður. FAKTA – Tað stendur øllum frítt at stilla upp í Sambandsflokkinum. Tað er ein demo­krat­ isk­ur rættur og vísir, at tað er lív í flokk­in­ um, hóast meiri enn 100 ára gamal, sigur Kaj Leo Jóhannesen, nú talan aftur verður um stríðsval í flokk­inum POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin .fo Kaj Leo Jóhannesen, for­ maður í Sambands­flokkinum held­ur einki forgjørt vera í, at talan aftur í ár verður um stríðsval í flokkinum. Tvørtur ímóti heldur hann tað vera sunt, at fleiri bjóða seg fram at taka ábyrgd. – Hetta er ein demokratiskur møguleiki hjá einum og hvørjum í flokkinum, og gev­ur samstundis lokalu val­fel­øgunum møguleika at gera sína ávirkan galdandi, sigur Kaj Leo. Formaður Sam­bands­ floksins heldur ikki, at hetta er nakað, ið skapar ósemju og tvídrátt í flokkinum. Gam­ an í hevði tað fyri eina tíð óhepnar fylgjur, tá Jóhan Dahl til seinasta landfund tapti formansvalið móti Kaj Leo, men tað er alt »vatn undir brúnni«, sum tikið verður til. – Tað valdar friður og semja í Sambandsflokkinum, og arbeiðið innanflokka gongur stak væl. Sjálvur havi eg eitt gott samstarv við bæði valevni, og báðir eru dugnaligir menn, sigur Kaj Leo Jóhannesen. Hann heldur tað bara vera so mikið meiri áhugavert, at valfeløgini nú fáa tvey valevni at velja ímillum, og hetta vísir bara, at tað framvegis er hópurin av lívi í flokkinum, hóast hann hevur rundað tey 100 árini. Sjálvur bíðar Kaj Leo Jóhanne­sen bara í spenningi til fríggjakvøldið, og hann væntar, at báðir leirar fara at reka dúgliga hesa vik­ una. So má tíðin vísa, um næstformaðurin í Sam­bands­ flokkinum aftaná fríggja­ kvøldið eitur Alfred Olsen ella Jóhan Dahl. Kaj Leo Jóhannesen, formaður Sambandsfloksins: Ein demokratiskur rættur Heðin í Ribarhúsi Listamaðurin Heðin Kambsdal hevur í hesum døgum framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Á framsýningini eru nýggir málningar, sum listamaðurin hevur málað hetta seinasta árið. Myndaevnini eru náttúrulýsingar úr ymsum pørtum av landinum, og tær eru málaðar við olju á lørift. Framsýningin í Ribarhúsi lat upp seinasta hósdag og er opin til 28. mars. Opið er mánadag til fríggjadag frá kl. 15 til 17.30 og leygardag frá kl. 11 til 13. Misnøgd við blokkin Ikki allir limir í grønlendska Landstinginum vóru líka fegnir, tá landsstýrið fríggjadagin legði fram semjuna við donsku stjórnina um bokkkstuðulin í ár, næsta ár og í 2009. Eftir semjuni verður blokkurin óboyttur ella 3,2 mia. krónur um árið, men tað hildu summir tinglimir vera ov lítið. Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Josef Motzfeldt, segði, at høvdu danir fingið sín vilja, hevði blokkurin verið uppaftur minni, enn hann er. Framhald um landsfundin hjá Sambands­ flokkinum á síðu 15 Kaj Leo Jóhanne­sen hevur onki ímóti, at tvey valevni bjóða seg fram til næstformann í flokkinunum