Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2007  Arkitektar og byggifrøðingar til Selmar Nielsen Arkitektur Set tíni fi ngramerki á framtíðina Vit standa á gáttini til nakrar spennandi byggiverkætlanir, sum eru eindømi í føroyskari byggisøgu. Virksemið økist nógv, og tí leita vit eftir arkitektum og byggifrøðingum, ið vilja seta síni fi ngramerki á føroyska byggilist Stóratjørn og íbúðabyggingin Undir Kongavarða eru tvær einastandandi verkætlanir, sum hvør í sínum lagi fara at mynda framtíðina og seta sín dám á livihátt føroyinga. Tær hava tað til felags, at tær skulu byggjast komandi 6-ára skeiðið, og at Selmar Nielsen Arkitektur hevur prosjekteringina um hendi. Til hesar og aðrar uppgávur krevjast fl eiri dugnaligir arkitektar og byggifrøðingar – bæði royndir og minni royndir – til leiðsluuppgávur, prosjektering, eftirlit og skitsering. Arkitektar Vit sóknast eftir fólki við dyggum royndum í prosjekt- leiðslu. Viðkomandi kemur at standa á odda fyri bygningsverkætlanum og skal sjálvstøðugt megna at stýra mongu træðrunum í umfatandi arbeiðsuppgávum. Harafturat verður søkt eftir arkitektum, sum eru dugnaligir, hugsjónarríkir og kreativir. Vit rokna við, at umsøkjarar hava royndir frá teknistovum, men hevur tú nýliga fi ngið tína útbúgving og brennir fyri at royna tíni evni, ert tú eisini vælkomin at søkja. Byggifrøðingar Søkt verður eftir byggi- frøðingum til prosjektering og eftirlitsarbeiði. Tað er eitt krav, at umsøkjarar duga at tekna í Auto-Cad og Architectural Desktop. Vit vænta, at tú hevur eitt breitt tøkniligt innlit, hald góðar royndir frá teknistovu og stóran áhuga fyri bygnings- arbeiði. Hevur tú aðra hósk- andi útbúgving ella royndir, ert tú eisini vælkomin at søkja. Møguleikar og eginleikar Teknistovan er grundað á eldhugað starvsfólk, sum hava stórt frælsi undir ábyrgd. Tónin er lættur og óformligur, men álvarsemið mótvegis uppgávunum er treytaleyst. Á teknistovuni arbeiða í dag arkitektar, byggifrøðingar og býarplanleggjarar. Altjóða samstarv er partur av dagliga arbeiðinum. Vit kunnu bjóða fjølbroyttar og avbjóðandi uppgávur, góðar menningarmøguleikar og trygg setanarviðurskifti. Vit rokna við, at tú ert opin og fyrikomandi. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, setir teg skjótt inn í fl øktar spurningar og dugir væl at samskifta. Vit vænta, at tú gert tær sjálvstøðugar meiningar, sum tær dámar at leggja fyri onnur. Umsókn og freist Hevur hetta tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn við prógvum, lívsrensli (CV) og viðmælum innan mánadagin 19. mars til: Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f Landavegur 9 FO-100 Tórshavn Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Um tú hevur spurningar, kanst tú ringja á telefon 210812 og spyrja eftir Selmari Nielsen. Selmar Nielsen Arkitektur Landavegur 9, 100 Tórshavn Tel 35 48 12, www.sna.fo sansir.fo lýsingar