Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2007 Áhugaverdur aðal­fundur hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir Nógv áhugavert kom fram á aðalfundi hjá Felagnum fyri Kirkju­ ráðslimir leygardagin FÓLKAKIRKJAN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Meinigheitshúsið í Havn var leygardagin karmur um aðalfundin hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir. Nógv fólk vóru møtt til fundin og harímillum vóru eisini fleiri prestar. Tummas Lauritssen er formaður í felagnum. Hann bjóðaði væl komin. Kirkjutíðindi yvirskot Eftir hetta var formans­frá­ greiðing og roknskapurin á skránni. Málgagnið hjá felagnum, Kirkjutíðindi, er farið frá at geva undirskot til at geva eitt lítið yvirskot. Jógvan Fríðriksson er blað­ stjóri á Kirkjutíðindi. Millum annað var Jógvan á Lakjuni, ráðharri í kirkju­ málinum, á fundinum og segði nøkur orð um yvir­ tøkuna. Fólk fingu høvið at gera viðmerkingar til uppleggini, og nógv nýttu møguleikan. Norðmaður helt fyrilestur Norðmaðurin Ove Conrad Hansen frá Missions­høj­ skolen í Norra segði nøkur orð um kirkjuligu støðuna í dag. Hann vísti á, at tær klass­ isku siðbundnu kirkj­urnar í dag eru í afturgongd, með­ an tær nýggja kirkjurnar uppliva stóran vøkstur. Ove Conrad vísti á, at vit liva í einum post­modern­að­ um, altjóðagjørdum heimi, har ið avbjóðingarnar eru nakrar aðrar, enn tær hava verið hjá siðbundnu kirkj­ uni. – Pluralisma, upploysn av absollutum virðum, ur­­ba­ni­ sering, samskifti og altjóða­ gerð eru lyklaorð í heimi­ num í dag, segði hann. – Vit mugu læra okkum at »endurhugsa« (re-imag­ ine), hvat ið tað merkir at vera kirkja. Mentanar­grøv­ in er mangan líka stór mill­ um aldursbólkarnar sum ímillum fólkabólkarnar. – Um vit vilja vaksa sum kirkja, mugu vit hava ein vilja til nýhugsan, segði Ove Conrad at enda. Summi høvdu á málið, at hetta var besti og mest opni fundur felagsins nakrantíð. Á aðalfundinum hjá Felagnum fyri Kirkju­ ráðslimir harmaðust nógv um, at lógar­ arbeiði viðvíkjandi yvirtøkuni av Fólka­ kirkjuni ikki er nóg gott. Bispur almanna­ kunngjørdi, at hann fer frá 1. november í ár. – Vánaliga arbeiðs­ gongdin við yvir­ tøkuni hevur skundað undir avgerðina, segði hann FÓLKAKIRKJAN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Eitt av høvuðsmálunum á aðalfundinum leygardagin var yvirtøkan av Fólka­ kirkjuni. Fundarluttakararnir høvdu møguleikan at taka orðið, og fleiri nýttu hendan møgu­leikan. Ætlar møguliga úr kirkjuliga fylgibólkinum Fleiri harmaðust um vána­ ligu arbeiðsgongdina við lóg­arsmíðnum. Bjarni Bæk tosaði við stórum orðum, og hann segði seg ivast í at fara úr kirkjuliga fylgi­ bólkinum, sum er við í lógararbeiðnum, tí at alt verður koyrt ígjøgnum aftanfyri teirra rygg. Fleiri onnur tóku orðið og søgdu seg kenna seg óvissan í, hvar vit enda, um Fólkakirkjan verður yvir­ tikin, áðrenn lógararbeiðið er liðugt. Eitt uppskot um at senda eina yvirlýsing frá aðal­ fundinum til landsstýrið um at útseta yvirtøkuna av Fólkakirkjuni, varð felt. Tað var millum annað ført fram, at politiska avgerðin er longu tikin. Bispur fer frá í ár Hans Jacob Joensen, bisp­ ur, kom við einari rætti­ ligari bumbu á fundinum, tá ið hann almanna­kunn­ gjørdi, at hann leggur frá sær 1. november í ár - eitt ár áðrenn upprunaliga ætl­ að. – Tað, sum hevur skund­ að undir hesa avgerðina, er millum annað vánaliga stevið á arbeiðnum at yvirtaka Fólkakirkjuna. Eg orki ikki at stríðast við lógarsmíð í eitt ár afturat, segði bispur. Fleiri prestar fýltust eis­ ini á arbeiðið við at yvir­ taka kirkjuna, men teir vóru ikki á einum máli um, hvussu støðan skal hand­ farast. Tað er lítil ivi um, at kirkjuráðslimirnir kenna seg í leysari luft í mun til yvirtøkuna av Fólka­ kirkjuni, og at meirilutin hevði ynskt at fingið lóg­ ararbeiðið uppá pláss, áðr­ enn yvirtøkan varð framd í verki. Spurningurin er so, um politisku myndug­leik­ arnir taka hetta til eftir­ tektar. Bergur Berg frá Mentamálaráðnum svarar uppá spurning frá áhoyrarunum Mynd: heinik Fleiri nýttu høvið at takka Hans Jacob Joensen, bispi fyri tíðina, nú ið hann fer frá 1. november Mynd: heinik Ove Conrad Hansen hugleiddi um kirkjuligu støðuna. Her sæst hann til høgru saman við Tummasi Lauritssen, formanni í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir Mynd: heinik Bispur fer frá í ár Gistu í tunlum Tað er ikki bara í Føroyum, at illveður hevur gjørt um seg. Lágtrýstið, sum gav illveður við Føroyar, gav eisini illveður í Danmark og Vesturnoregi. Í Danmark elvdi tann nógvi vindurin til, at sjógvurin fór upp um bryggjukantin í Limfjørði­ num, og ferjur, sum sigla millum Danmark og Noreg, sluppu ikki úr havn. Í Noregi kavaði tað illa, og summastaðni á vesturlandinum noyddust fleiri bilførarar at gista inni í tunlum, til veðrið batnaði. Kjakast um brýr Í Danmark eru politikarar og onnur farin at kjakast um, hvørt tað hevur størri týdning at gera eina brúgv millum Sjælland og Jylland ella ta ætlaðu brúnna um Femernsundið til Týsklands. Kjakið tykist tó longu hava fingið ein enda, tí stjórnarflokkurin Vinstri vil ikki hoyra talan um eina brúgv millum Sjælland og Jylland - ikki enn í hvussu er. Tey, sum eru køn í ferðsluviðurskiftum, hava kortini eina aðra áskoðan enn Vinstri í hesum málinum.