mánadagur 19. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 55 - 19. mars 2007
Yvirlýsing
tikin aftur
Á aðalfundinum hjá
Felagnum fyri Kirkju
ráðslimir í dag, varð
ein yvirlýsing tikin
aftur og ein onnur
vrakað
FÓLKAKIRKJAN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Nevndin hevði lagt fram
uppskot um yvirlýsing,
har ið kravt varð, at av
varðandi landsstýrismað
ur í kirkjumálum skal
vera limur í Fólkakirkjuni.
Fleiri vísti á, at tað er
óheppið, um ein, sum ikki
hoyrir til Fólkakirkjuna,
skal góðkenna ritualini.
Uppskotið
møtti
tó
harða mótstøðu, og summi
sóu uppskotið sum eitt
persónligt álop á sitandi
landsstýrismann, Jógvan
á Lakjuni.
Eisini varð víst á, at
landsstýrismaðurin
í
kirkjumálum einans hev
ur hægsta umsitingarliga
vald, meðan bispur hevur
evsta vald á kirkjunnar
innaru virðum.
Eftir lívligt kjak, tók
formaðurin í felagnum,
Tummas Lauritssen, upp
skotið aftur.
Seinni varð eitt annað
uppskot lagt fram um at
senda yvirlýsing til lands
stýrið við áheitan um at
útseta
yvirtøkuna,
til
lógararbeiðið er liðugt.
Hetta uppskotið kom til
atkvøðugreiðslu og varð
felt við 14 fyri og 41 ímóti.
Annars hevði nevndin
eitt uppskot til lógarbroyt
ing. Tað snúði seg um at
broyta navn felagsins til
Felagið fyri kirkjuráð. So
leiðis skulu kirkjuráð vera
limir í felagnum og ikki
hvør einstakur kirkju
ráðslimur sum nú er.
Hugskotið við lógarbroyt
ingini er, at tað fer at gera
tað lættari at umsita
limagjald og tílíkt.
Uppskotið bleiv tó fyri
bils tikið av skránni, tí at
ivi varð sáddur um, hvørj
ar avleiðingar ein tílík
lógarbroyting hevur.
Nevndin ætlar at kalla
inn til eykaaðalfund fyri
at fremja hesa lógarbroyt
ing í viðtøkum felagsins.
Bispur tímir ikki upptakið
Hans Jacob Joensen,
bispur, hevði ætlað at
sitið valskeiðið út,
men tímir ikki upp
takið, sum verður
eftir yvirtøkuna av
fólkakirkjuni, ið
bispur metir verður
skundað ígjøgnum. –
Har kemur nógv
arbeiði at liggja eftir
yvirtøkuna, og tað
tími eg ikki at brúka
mítt síðsta ár til, sigur
hann
BISPAMÁLIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
15. november í 1990 tók
Hans Jacob Joensen við
sum bispur, og hevur hann
sostatt sitið í nærum 17 ár.
Um
vikuskiftið
boðaði
hann frá, at hann leggur frá
sær sum bispur 1. november
í ár – eitt ár fyrr enn hann
annars hevði ætlað.
– Eg hevði ætlað at sitið
eitt ár aftrat, sigur Hans
Jacob Joensen, og staðfestir
at so verður tó ikki.
Yvirtøkan av fólkakirkj
uni er beinleiðis orsøkin til
avgerðina hjá bispi. Hann
heldur ikki tað er rætt at
yvirtaka fólkakirkjuna áðr
enn allar lógir og kunn
gerðir eru gjørdar.
– Har kemur nógv arbeiði
at liggja eftir yvirtøkuna,
og tað tími eg ikki at brúka
mítt síðsta ár til, sigur hann
avgjørdur.
– Eg kann brúka tríggjar-
fýra mánaðir til tað, og so
kann onkur annar koma og
taka um endan, heldur
bispur fyri og sipar til, at
frá tí, at fólkakirkjan verður
yvirtikin á ólavsøku og
hann fer frá 1. november,
ganga nakrir mánaðir.
Vandamikið at
seta dato á
Tað, at har verður nógv
arbeiði eftir, at fólkakirkjan
er yvirtikin, kemst sambært
bispi rætt og slætt av, at tað
ikki er arbeitt nóg mikið
við málinum framman
undan. Málið hevur ikki
fingið ta tíð, sum tað
krevur. Tað merkir, at tað
arbeiði, sum bispur heldur
átti at verið gjørt fram
manundan, má gerast aft
aná.
– At seta dato á nær
fólkakirkjan skal yvirtakast
er ógvuliga vandamikið.
Tað er tað fyri so vítt í
øllum málum. Latið vera
við at seta dato á, men
gevið heldur málinum tað
tíð tað krevur, so vit kunnu
siga, at nú eru vit komin á
mál, ella í hvussu so er
rættiliga langt, og kunnu
yvirtaka tá ella tá, eru
ráðini frá bispi.
Skuldi frá í 2008
Annars vísir Hans Jacob
Joensen á, at tað fyri so vítt
ikki er nakað nýtt, at hann
fer frá sum bispur næstum.
– Eg eri 69 ár og donsku
reglurnar siga, at eg so skal
frá um eitt ár. Nú verður
tað so bara eitt ár fyrr enn
ætlað,
staðfestir
Hans
Jacob Joensen, sum nú
hevur sitið í út við 17 ár í
starvinum sum bispur í
Føroyum. Hetta er eitt
langt áramál, men Hans
Jacob Joensen vil vera við,
at tað kortini ikki var nøkur
trupul avgerð, hann boðaði
frá á fundinum fyri kirkju
ráðslimir, sum var leygar
dagin.
– Tað var fyri so vítt ein
løtt avgerð. Eg fari frá 1.
november í ár og tað er
ófrávíkiligt,
slær
skjótt
fyrrverandi bispurin fæst.
Vil ikki peika á
eftirmann
Nú Hans Jacob Joensen fer
úr sætinum, skal ein nýggj
ur bispur finnast. Men
Hans Jacob Joensen ynskir
ikki at peika á, hvør hann
sær sum ein møguligan
eftirmann.
– Hatta er ein spurningur,
sum eg absolutt ikki vil
viðmerkja,
sigur
Hans
Jacob Joensen, ið heldur, at
tað ikki hevði tænt nøkrum
nakað, um hann nevndi
møguligar komandi bispar.
Stutt um lóggávuna
Anordning nr. 886 fr 8.
december 1999 om ikraft
træden for Færøerne af
lov om udnævnelse af
biskopper og om stifts
båndsløsing
§ 1. Til biskop kan kun
udnævnes personer, der
har bestået teologisk kan
didateksamen fra et uni
versitet i Danmark og
opfylder betingelserne for
at blive ansat som præst i
folkekirken.
§ 4. Kirkeministeriet
fastsætter en frist for an
meldelse af kandidater
ved afstemningen. Anmel
delsen, der indgives til
vedkommende
stiftsøv
righed, skal være under
skrevet af mindst 50, højst
150
stemmeberettigede
stillere og skriftligt til
trådt af den opstillede
kandidat. Den, der er stil
ler for flere kandidatlister,
kan ikke anses for stiller
for nogen af listerne. En
kandidat kan ikke være
stiller for en kandidatliste,
hvorpå den pågældende
selv er opført som kan
didat.
§ 6. Er der kun opstillet
to kandidater, skal kirke
ministeren indstille den
kandidat, der har fået
flest stemmer, til kgl.
udnævnelse. Hvis stem
merne står lige, afgør
kirkeministeren, hvem af
de to kandidater der skal
indstilles til kgl. udnævn
else.
Um bispaembætið
Biskupurin er geistliga há
yvirvaldið
í
stiftinum.
Hann hevur eftirlitið við
prestunum og kirkjuráð
unum í stiftinum. Biskup
urin
gevur
prestunum
loyvisbræv
(kollats)
at
virka
sum
prestar,
og
eingin kann gerast prestur í
fólkakirkjuni uttan loyvis
bræv frá biskupi. Hann
skal eisini síggja til, at
próstar og prestar í tænastu
síni halda seg til trúarjáttan
evangelisk-luthersku fólka
kirkjunnar, og at teir fylgja
fyriskipaðu gudstænastu
skipan og ritualum fólka
kirkjunnar.
Kirkjuliga lóggávan letur
í ein vissan mun biskupi
num upp í hendur at taka
avgerðir í ávísum málum.
Tað er lítið biskupinum til
at skipa alla prestatænastuna
í stiftinum. Í ávísum førum
gevur lóggávan biskupi
num myndugleika at geva
undantaksloyvi,
eitt
nú
hvat fyriskipanini um kon
firmatión viðvíkur.
Biskupurin er í ávísum
førum eisini kærumyndug
leiki; til dømis skulu kærur
um
kirkjuráðsval
fyrst
leggjast fyri biskupin.
kelda: www.folkakirkjan.fo
Fakta um
Hans Jacob Joensen:
Hans Jacob Joensen er føddur 10. november 1938
við Gjógv
Fekk studentsprógv í Havn í 1958.
Útbúgvin cand.theol. á Københavns Universitet í
1968.
Frá 1968 til 1970 var hann búfastur kapellanur (hjálp
arprestur) við Onnu kirkju á Nørrebro í Keypmanna
havn. Frá 1970 til 1975 búfastur kapellanur við Risbjerg
kirkju. Síðani flutti hann heim til Føroya, har hann frá
1975 var búfastur kapellanur við Havnar kirkju. Trý ár
seinni gjørdist hann sóknarprestur, og tað var hann
frá 1978 til 1990, tá hann gjørdist varabispur 1990.
Seinni sama ár gjørdist Hans Jacob Joensen biskupur,
men 1. november í ár leggur hann frá sær – eitt ár fyrr
enn ætlað
Bann ímóti perum
Í Noregi umhugsar orku- og oljumálaráðharrin Odd Roger Enoksen at banna øllum
handli við teimum vanligu elektrisku gløðiperunum. Hugskotið er ikki nýtt. ES
hevur boðað frá, at felagsskapurin ætlar at arbeiða fyri at banna gløðiperunum, og
í Avstralia ætlar stjórnin at seta eitt tílíkt bann í gildi í 2012. Ístaðin fyri tær
vanligu gløðiperurnar skulu fólk brúka spariperur, og umhvørvisverndarfelagssk
apir taka undir við hugskotinum.
Illir útróðrarmenn
Í Noregi eru útróðrarmenninir í øðini inn á stjórnina, sum í dag legði fram eitt
uppskot um nýggja fiskivinnuskipan, sum millum annað ber í sær, at kvotur hjá
útróðrarbátum skulu kunna seljast og keypast. Útróðrarmenninir siga, at broytingin
fer at gera enda á tí vanliga útróðrinum, tí at kvoturnar verða savnaðar á færri
hondum enn nú. Samarnir í Norðurnoregi eru eisini í øðini inn á uppskotið, tí tað
fer ikki at gagna útróðrinum har, siga teir.