mánadagur 19. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 55 - 19. mars 2007
Tað er torført hjá leikfólki at skilja, at Føroya bispur
júst nú sigur seg frá, tí hann er misnøgdur við sam
skiftið við landsins lógligu politisku yvirvøld. Tað
er ófatuligt, at dómpróstur alment hóttir við at siga
seg úr kirkjuliga fylgibólkinum. Yvirtøkan av fólka
kirkjuni er ein lóglig og demokratisk politisk avgerð.
Henda politiska avgerð hevur breiða undirtøku á
løgtingi, sum er hægsta vald her í oyggjunum. Tað
stendur einumhvørjum frítt at vera misnøgdur við
politiskar avgerðir. Embætismenn hava til arbeiðis
at seta lógligar politiskar avgerðir í verk. Koma teir
til ta niðurstøðu, at politisk avgerð er í stríð við gald
andi logir, so eiga teir at siga frá á røttum stað.
Nú eru bispur og dómpróstur jú reint danskir em
bætismenn og standa bert til svars fyri danskari yvir
vøld. Eingin kann forða teimum at mótmæla á hend
an hátt, so formliga er tað sjálvsagt í lagi, at teir
mótmæla eini lógligari føroyskari politiskari avgerð
á hendan hátt. Hetta veri sagt, sjálvt um vit væl vita,
at teirra danska yvirvøld hevur góðtikið avgerðina
um yvirtøku. Men her er annað og meira í hesum
máli. Hetta snýr seg ikki um formalia, men um
moral og ábyrgd ábyrgd mótvegis tí kirkjufólki,
hvørs ovastu andaligu vegleiðarar bispur og dóm
próstur eru.
Føroya kirkja, sum formliga er danska fólkakirkjan
í Føroyum, er komin á vegamót, og hon noyðist gjøg
num eina trupla tilgongd eins og allir stovnar, sum
verða yvirtiknir. Teir koma tó altíð styrktir úr til
gongdini, og tað fer føroyska fólkakirkjan eisini at
gera. Men hetta krevur, at allir avvarðandi partar
taka medábyrgd av tilgongdini. Í hesum føri leggur
henda tilgongd eina sterstaka og stóra ábyrgd á júst
bisp og dómpróst. Teir eru okkara evstu sálarhirðar.
Teir skulu nú sum áður leiða og og vegleiða – ikki
stinga í sekkin í fornermilsi. Hetta er at sleppa fylgi
num uppá fjall.
”Betri hon lívdi enn gamalt grót, kirkjan á nesi og
tanga..” yrkir skaldið. Fólkakirkjan er stovnur, sum
savnar tjóðina. Hetta eru øll samd um, eisini flestu
samkomur og fríkirkjur. Hetta merkir sjálvsagt, at
kirkjan tolir eitt sindur av hvørjum, men eingin
orsøk er hjá ovastu kirkuleiðarum at skapa eina
kreppu í eini støðu, har brúk er fyri semju og saman
haldi. Fylgjurnar av eini kreppu nú kunnu gerast
ógvusligar, og taparin kann gerast kirkjan og kirkju
liðið. Bispur og dómpróstur, ið eru kendir sum
ábygdarfullir og høgt virdir álvarsmenn, eiga tí at
hugsa seg væl um. Hetta mál snýr seg ikki um teirra
persónar ella embæti. Hetta snýr seg um Guds hús,
um fólkakirkjuna og limir hennara – teirra andaligu
og sálarligu vælferð.
Sosialurin
Ábyrgd fyri kirkju
og kirkjuliði
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Opið bræv til landsstýris
mann, Hans Paula Strøm
Landsfelag
Pensiónista
takkar Hans Paula Strøm
fyri drúgt aftursvar viðvíkj
andi muninum í tøkum
peningi hjá føroyskum og
donskum pensiónistum, ið
varð stílað til mín í januar,
meðan eg havi verið verið
burturstaddur.
Sum
formaður
fyri
landsfelag Pensiónista gleð
ir tað meg, at fólkapensiónin
soleiðis kemur á dags-skrá,
og at landsins hægstu brúka
tíð upp á tey eldru.
Hetta innslag verður tað
seinasta um munin á livi
umstøðunum hjá føroyskum
og donskum fólkapensión
istum frá landsfelagnum í
blaðkjakinum, ið verið hev
ur seinnu mánaðirnar. Vit
vóna, at tað sama góða
góða samarbeiði millum
landsstýrismannin/Al
mannamálaráðið og landsfe
lag Pensiónista heldur fram,
og fara vit enn einaferð at
boða frá, at landsfelagið
framvegis bíðar eftir skriv
ligum svari upp á skriv okk
ara frá 11. desember 2006
um avtaluna, ið varð gjørd í
1987 millum føroyskar og
danskar landsmyndugleikar,
har staðfest varð at “før
oyskar pensiónir skulu hava
sama disponipla virði sum
danskar pensiónir”.
Landsfelagið metir fram
vegis, at fíggjarligu korini
hjá føroyskum pensiónistum
eru væl verri enn fíggjarligu
korðini hjá donskum pen
siónistum.
Grundarupphæddin í okk
ara fólkapensión er ikki
hækkað ella broytt í 9 ár
(síðan 1998), meðan grund
arupphæddin í donsku fólka
pensiónini - ið harumframt
er nógv hægri enn enn før
oyska grundarupphæddin -
verður regulerað á hvørjum
ári.
Landsfelagið kundi nevnt
fleiri dømi, har danskir
pensiónistar fáa veitingar
og fríar tænastur frá tí al
menna, meðan okkara pen
siónistar onki fáa. Eg skal
tó bert nevna trý dømi.
Í fleiri ár hava fólkapen
siónistar í DK fingið fría
koppseting móti influensu
og allir pensiónistar, ið
brúka hoyritól, fáa frí batta
ríir. Hetta er ókent her. Tó
vænta vit, at koppsetingin
kemur í lag skjótt aftan á
nógvar fundir og skriv í 4
ár.
Danskir fólkapensiónist
ar, ið nærum bert hava fólka
pensión at liva av, fáa al
mannaveiting nevnd “bolig
ydelse”, ið ofta liggur mill
um 1.500 kr. og 3.000 kr.
um mánaðin at gjalda
bústaðarútreiðslur/leigu
útreiðslur – slíka veiting
hava vit sum kunnugt held
ur ikki í Føroyum.
Vit gleðast um útgjaldið
frá samhaldsfasta, men vit
minnast eisini aftur á heyst
ið ella veturin 2005, tá tann
politiska samgongan ikki
ætlaði at halda avtaluna um
hækkan av samhaldsfasta
sum avtalað í samgongu
skjalinum frá 28. januar
2004. Men sum kunnugt
bleiv avtalan um hækkan av
sam-haldsfasta hildin eftir
nógvar samrøður og nógv
trýst frá Landsfelag Pen
siónista og kunnu pensión
istar tískil nú gleða seg um
tær 1.860 kr. um mánaðin
sum fáast úr samhaldsfasta
eftirlønar-grunninum.
Eg fari at enda við hesum
kjaki her, og vóni sum
nevnt áður, at vit kunnu
halda á fram við góða
arbeiðslagnum og at lands
felagið sum skjótast fær
fundarboð frá Almanna
málaráðnum - hetta fyri at
fáa liviumstøðurnar hjá før
oyskum pensiónistum so
góðar sum gjørligt og eins
góðar sum í grannalondum
okkara.
Porkeri hin 14.mars.
Tað var sera hugaligt at lesa
samrøðuna í Sosialinum
fríggjadagin við ein fiski
mann, sum siglir við Beta
trolarunum. Meðan stórur
partur av tíðindatænastuni
snýr seg um fólk, sum eru
ónøgd um eitt og annað,
lýsti henda greinin ein
fiskimann sum er nøgdur.
Hann hevur alt gott at
bera reiðaranum. Ikki bert
tí undanfarna, men eisini tí
nýggja, sum hevur tikið
við, nú skipini vóru seld.
Fiskimaðurin var nøgdur
við inntøkurnar og við
arbeiðsumstøðurnar, nú teir
hava fingið kryvjimaskinu.
Fyri meg sjálvan var tað
ikki minst áhugavert, at júst
manningin á hesum skipum
er so avbera nøgd við øll
síni viðurskifti….
Sjálvur vil eg bert skoyta
uppí, at so góðar umstøður
koma ikki av sær sjálvum.
Júst í teimum viðurskiftum,
sum hesin fiskimaður nevn
ir, hevur fiskimannafelagið
átt sín leiklut.
Inntøkan hjá fiskimonn
um er grundað á fleiri høv
uðstættir, og tveir av teim
um er sáttmáli og fiskaprísir.
Í einum komandi Sosiali
kemur grein, har sammett
verður við hesi viðurskifti í
Íslandi. Her verður víst á, at
bæði við sáttmála og áseting
av fiskaprísum er føroyskir
fiskimenn munandi betri
fyri enn teir íslendsku.
Við í metingini av inntøk
um hjá føroyskum fiski
monnum er eisini teirra
skattaskipan, sum FF hevur
skaffað teimum, og sum
hevur givið meira enn eina
hálva milliard seinastu 9
árini. Framvegis gevur hon
60 mill. árliga, hóast allan
ágang móti skipanini, sum
FF hevur kunnað staðið
ímóti.
Afturat hesum kemur, at
FF hevur barst fyri at varð
veita
fiskimøguleikarnar
hjá júst teimum fiskimonn
um, sum veiða undir Føroy
um.
At
arbeiðsumstøðurnar
eru góðar er eisini úrslit av
stríðnum hjá FF at fáa
kryvjimaskinur umborð.
Tískil er tað stuttligt, og
hugvekjandi, hjá mær sjálv
um at fáa hesa váttan frá
fiskimonnum sjálvum um,
hvussu væl nøgdir teir eru
við sínar umstøður, sum FF
hevur verið við til at útvega
teimum………
formaður í Landsfelag
Pensiónista
Niclas A.
Poulsen,
Óli
Jacobsen
Liviumstøður hjá føroyskum og
donskum pensiónistum
Hugalig grein um nøgdar fiskimenn