mánadagur 19. mars 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 55 - 19. mars 2007 ]
Hóast tað ongantíð
var spenningur um
oddasessin í formil 1
koyringini í Avstralia,
so gav vikuskiftið
ábendingar um, at
2007 kann gerast eitt
sera spennandi
kappingarár
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Kimi
Räikkönen
vann
ársins fyrstu formil 1 koyr
ingina og sína fyrstu koyr
ing fyri Ferr ari, har hann
avloysur sjeyfalda heims
meistaran Michael Schu
macher. Hann livdi sostatt
upp til vónirnar, ið vóru til
hann, tá Ferr ari í fjør
avdúkaði, at finnin hevði
skrivað sáttmála við liðið.
Hetta vikuskiftið var Ferr ari
besta liðið á breytini, og
arvurin eftir Schumacher
tyktist ikki tungur at lyfta.
Men fleiri av hinum liðu
num eru tætt við Ferr ari, og
munurin er somikið lítil, at
lagt er upp til eitt spennandi
kappingarár, har fleiri lið
kunnu gera seg galdandi.
Ikki minst verður hørð kapp
ing millum liðfelagarnar í
Ferr ari.
BMW eru
kappingarførir
Kimi Räikkönen byrjaði
koyringina Alberts Park í
Melbourne sera væl og helt
seg á 1. plássi, meðan Heid
feld í BMW megnaði at
fara framvið Mclaren bilu
num. Eftir hetta var Räik
könen ongantíð undir trýsti
og økti bara um munin, til
hann var somikið langt
framman fyri BMW og
McLaren, at sigurin var
tryggjaður.
Tað gjørdist skjótt greitt,
at ein av orsøkunum til
sannførandi byrjanina hjá
Heidfeld var, at hann hevði
sera lítið av bensini í tanga
num. Tá 14. umfør vóru
koyrd noyddist hann í pittin
eftir bensin og fyri at skifta
dekk. Men við einum 4.
plássi vísti Heidfeld, at
BMW bilurin er kappingar
førur í ár. Liðfelagin Robert
Kubica, var eisini leingi við
millum teir fremstu, inntil
hann gavst við tøkniligum
trupulleikum av 4. plássi.
Renault eru ikki
kappingarførir
Verjandi
heimsmeistarin
fyri lið Renault, fekk eina
ivasama byrjan á kappingar
árið. Giancarlo Fisichella,
ið vann hesa koyringina í
fjør, koyrdi eina rættiliga
ódramatiska koyring, har
hann nærum alla koyringina
lá umleið 5.-6. pláss. Hann
byrjaði av 6. plássi og end
aði á 5., eftir at Robert
Kubica var givin. Liðfelagin
og
debutanturin
Heikki
Kovalainen, megnaði at fáa
10.
pláss,
men
koyrdi
somikið ofta av breytini, at
tað gjørdist pínligt. Sum
avloysari fyri heimsmeist
aran hjá Renault, má sigast
at Kovalainen skuffaði.
Tvey óhapp
Ein
annar
debutantur
Adrian Sutil í Spyker-
Ferr ari gjørdi beinanvegin
vart við seg á keðiligan
hátt. Á fyrsta umfari rendi
hann saman við Anthony
Davidson í Super Aguri,
bilurin hjá Davidson varð
somikið illa skaddur, at
Davidson ongantíð kundi
gera vart við seg í koyr
ingini.
Eitt annað óhapp, ið
kundi endað sera illa var, tá
Alexander Wurz og David
Coulthard rendu saman.
Bilurin
hjá
Coulthard
koyrdi uppum bilin hjá
Wurz: Bilarnir fóru somikið
illa, at teir báðir góvust.
Men tað var heppið, at eingi
fólkaskaði stóðst av óhapp
inum.
Favoritturin
vónbrotin
Felipe Massa í Ferr ari hevur
í royndarkoyringum í vetur
verið sannførandi. Tí vóru
vónirnar stórar um eitt gott
úrslit til brasiliumannin.
Vónir, ið tíðarkoyringarnar
fríggjadagin styrktu um.
Massa var skjótasti maður á
breytini. Men nøkur Ferr ari
oyru mundu vera sera reyð,
tá annar partur av tíðarkoyr
ingini var av.
Felipe Massa bíðaði til í
síðstu løtu, við at royna at
seta ein veruliga skjóta tíð.
Men hetta gjørdist eitt sind
ur for trýst fyri brasiliu
mannin, ið koyrdi um ein
kantstein við ov nógvari
ferð,
og
skaddi
bilin
somikið, at hann ikki megn
aði á mál. Men skuldi byrja
av 16. plássi. Eitt motorskift
leygarkvøldið flutti hann til
aftasta pláss á breytini.
Hann megnaði skjótt at
koyra fram til Honda bilar
nar á 13. og 14. plássi. Men
tað tók honum alt ov langa
tíð at koma framvið teimum,
men við bert einum pitt
steðgi og góðari koyring,
megnaði Massa at koyra
seg upp á sætta pláss. Eitt
úrslit, ið er til at liva við,
men als ikki eitt gott úrslit.
Formil 1 koyringin í Avstralia
Úrslit Byrjan Bilførari
Lið
1
1
Kimi Räikkönen
Ferrari
2
2
Fernando Alonso
McLaren-Mercedes
3
4
Lewis Hamilton
McLaren-Mercedes
4
3
Nick Heidfeld
BMW
5
6
Giancarlo Fisichella
Renault
6
16
Felipe Massa
Ferrari
7
12
Nico Rosberg
Williams-Toyota
8
9
Ralf Schumacher
Toyota
9
8
Jarno Trulli
Toyota
10
13
Heikki Kovalainen
Renault
11
17
Rubens Barrichello
Honda
12
10
Takuma Sato
Super Aguri-Honda
13
7
Mark Webber
Red Bull-Renault
14
20
Vitantonio Liuzzi
STR-Ferrari
15
14
Jenson Button
Honda
16
11
Anthony Davidson
Super Aguri-Honda
17
21
Adrian Sutil
Spyker-Ferrari
-
15
Alexander Wurz
Williams-Toyota (49 umfør, óhapp)
-
19
David Coulthard
Red Bull-Renault (49 umfør, óhapp)
-
5
Robert Kubica
BMW (36 umfør, tkn. trupulleik.)
-
18
Scott Speed
STR-Ferrari (30 umfør, koyrdi útav)
-
22
Christijan Albers
Spyker-Ferrari (11 umfør koyrdi útav)
Red Bull eitt vónbrot
Nýggi Red Bull bilurin, ið er teknaður av Adrian
Newey, var ikki kappingarførur í stuttliga endanum
av kappingini. Men liggur saman við t.d. Williams-
Toyota, Renault, Toyota, Super Aguri og Honda í
einum stórum miðfelti. Her er greitt, at kappingin
kann gerast sera spennandi. Og onkur av hesum
liðum kunnu uttan trupulleikar avbjóða toppliðunum
Ferr ari, McLaren-Mercedes og BMW innan alt ov
langa tíð.
Góð debut av Hamilton
Nýggja navnið í formil 1, sum øll lærdu hetta vikuskiftið, var
Lewis Hamilton. Nýggi maðurin í McLaren Mercedes var
sannførandi alt vikuskiftið. Hann varð fjórskjótastur í tíðarkoyr
ingi, sera flott fyri ein spildur nýggjan formil 1 koyrara. Í
byrjanini fór hann framvið liðfelaganum og tvífalda heims
meistaran Fernando Alonso, og hóast hann ikki megnaði at
fylgja við Räikkönen, so varð hann ikki trýstur av Alonso.
Hann lá enntá á fyrsta plássi tær løturnar eftir, at Räikkönen
hevði verið í pitt. Heilt til 2. pittstopp, tá Alonso fór inn tvey
umfør aftan á Hamilton, og við góðari koyring tey bæði
umførini, slapp framvið óroynda liðfelaganum.
Eitt spennandi kappingarár í væntu
Støðan í liðkappingini
1
McLaren-Mercedes 14
2
Ferrari
13
3
BMW
5
4
Renault
4
5
Williams-Toyota
2
6
Toyota
1
Longu í byrjanini legði Kimi Räikkönen seg á odda í sínum Ferrari bili
mynd: Scanpix.dk