mánadagur 19. mars 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 55 - 19. mars 2007 ]
Spill av tíð hjá Tem
og Andrew
Fremad Amager, sum nú hevur fingið føroyskar eigarar,
spældi leygardagin venjingardyst í Greve, men sambært
venjaranum hjá Fremad Amager var talan um spill av tíð.
Vindurin var so nógvur, at tað var ikki spælandi. Eitt mál
kom í dystinum, og tað fekk Greve eftir 77 minuttir. Andrew
av Fløtum og Tem Hansen spældu báðir við frá byrjan, men
teir vóru skiftir út eftir ein tíma.
Romario nærkast
1000 málum
Brasilski álopsspælarin Romario er nær við at gera sítt mál
nummar 1000 í sínum fótbóltslívi. 41 ára gamli Romario
spælir nú fyri felagið Vasco Da Gama, og við einum hattricki
kom Romario sambært egnum útrokningum upp á mál
nummar 998 í hesum dysti. Romarion hevur lovað, at hann
skal skorað 1000 mál, áðrenn hann gevst við síni drúgvu
yrkisleið sum fótbóltsspælari.
Mjølnir-KÍF 3-2
(25-23, 17-25,
25-17, 19-25, 15-
10)
Mjølnir
vann síðsta
dystin
Mjølnir hevði ongan
møguleika at koma av
aftasta plássinum undan
seinasta dystinum í
meistaradeildini hjá
kvinnum, har tær tóku
ímóti KÍF. KÍF hevði
heldur ikki nógv at spæla
fyri, tí tær lógu á fjórða
plássi og høvdu ongan
møguleika at koma upp
á triðja plássi. Mjølnir
vísti seg tó at vera betri
henda dagin. Tær vunnu
fyrsta sett 25-23, men
so svaraði KÍF aftur og
vann annað sett 25-17.
Mjølnir tók tó eisini
triðja sett 25-17, og so var
lagt upp til ein sigur til
heimaliðið. KÍF svaraði
tó aftur og vann fjóðra
sett 25-19, og so skuldi
javnbrótari til. Her dró
Mjølnir longra stráðið
og vann 15-10, og sostatt
fingu tær ein góðan
sigur undan upp- og
niðurflytingardystunum
ímóti Fleyr, sum vera í
komandi viku.
Mjølnir-Fram 3-0
(25-19, 27-25,
26-24)
Mjølnir
vann silvur
Eftir kvinnudystin tóku
menninir hjá Mjølni
ímóti Fram. Her staðfesti
Mjølnir, at silvurið hoyrir
heima í Klaksvík. Teir
vunnu 3-0, men munurin
var ikki stórur á liðnum. Í
fyrsta setti vann Mjølnir
gott nokk 25-19, men í
hinum báðum settunum
var eingin munur. Her
vann Mjølnir 27-25 og
26-24, so Fram var væl
við at kalla allan vegin.
Mjølnir hevur sostatt
vunnið silvur, meðan
Fram tók sær av bronsuni
í bestu mansdeildini.
Neistin vann ein
tryggan men týdning
arleysan sigur í sein
asta umfari av
Atlantic Airways
kappingini, tá teir
vitjaðu hjá
hoyvíkingum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
H71 og Neistin høvdu so
at siga einki at spæla um,
tá liðini brustu saman í
seinasta umfari av Atlantic
Airways kappingini á hesum
sinni. Undan dystinum lá
H71 niðast, meðan Neistin
lá næstniðast, og tí var einki
uppá spæl hjá nøkrum av
liðunum undan dystinum.
Neistin avgjørdi
undan steðginum
Dysturin var bara sjey min
uttir gamal, tá hevði Neistin
lagt seg á odda 5-1, og hetta
sá also ikki gott út hjá ungu
hoyvíkingunum. Næstu løt
una royndu teir av øllum
alvi at kempa seg innaftur í
dystin, og hetta gekk partvís.
Teir fingu minka um munin
niður í tvey mál, men nærri
komu teir ikki. Eftir hetta tók
Neistin fullkomiliga yvir.
Restina av hálvleikinum
vóru teir væl betri enn H71,
og munurin gjørdist bara
størri og størri.
Tá liðini fóru til hálvleiks
førdi Neistin 23-15, og longú
nú var dysturin avgjørdur.
Tryggur neistasigur
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki fekk H71 fýra mál
á rað, so nú var munurin
bert fýra mál. Neistin vildi
tó ikki loyva H71 innaftur í
dystin. Næstu løtuna drógu
teir frá aftur, og tá ið góðir
20 minuttir vóru farnir av
seinna hálvleiki, vóru 10
mál á muni aftur, so nú var
liðugt.
At enda vann Neistin ein
sannførandi 11 mála sigur,
og í seinasta dystinum var
slett eingin ivi. Neistin var
nógv betra liðið, og sigurin
var fult uppiborin.
H71-Neistin 28-39 (15-23)
Neistin
endaði
við sigri
Dráttur vann eisini
seinasta dystin í
meistaradeildini hjá
kvinnum, og við
sigrinum staðfestu
tær, at tær hava
uppiborið bronsuna
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hvørki Dráttur ella TB
høvdu nakað serligt at
spæla um, tá liðini møttust
á Giljanesi leygardagin í
seinasta umfarinum av lands
kappingini. Dráttur hevði
longu tryggjað sær bronsu
heiðursmerkini undan seinasta
leikumfari, meðan TB hevði
ein lítlan møguleika at fáa
KÍF aftur á fjórða plássi. Til
hetta kravdist tó, at tær vunnu
sín dyst ímóti Drátti, meðan
KÍF tapti fyri Mjølni.
Einki ivamál
Dráttur lat tó ongan iva vera
um, at bronsuheiðursmerkini
vóru fult uppiborin. Tær
settu seg nevniliga á dystin
alt fyri eitt, og tær vunnu sær
eisini eina lítla leiðslu tíðliga
í fyrsta setti. So við og við
øktu tær nakað um leiðsluni,
og móti endanum var greitt,
at Dráttur helst fór at vinna
hetta settið. Tað gjørdu tær
eisini, og úrslitið av hesum
var 25-20 til Drátt.
Í øðrum setti var munurin
enn størri á liðunum. Nú
var Dráttur nógv betri, og
tær løgdu seg eisini á odda
mest sum alt fyri eitt. Sum
settið leið, øktu tær bara um
munin, og at enda vunnu tær
ein sannførandi 25-16 sigur,
og her var alt, sum bendi á,
at Dráttur fór at vinna ein
sannførandi sigur.
TB var betri við
Í triðja setti høvdu gestirnar
av Tvøroyri tó sæð, hvønn
veg tað var. Nú settu tær alt
inn fyri at halda sær inni í
dystinu, og hetta settið bleiv
eisini tað mest spennandi í
dystinum. Nú fylgdust liðini
at kalla allan vegin, og mun
urin var so at siga eingin.
Til tíðir var Dráttur oman
á, og til tíðir førdi TB, men til
síðst var tað tó Dráttur, sum
royndist betri. TB fylgdi við
allan vegin til 24-24, men
hereftir vann Dráttur síðstu
tveir bóltarnar, og sostatt
tóku tær sær eisini av triðja
setti, sum tær vunnu 26-24.
Við sigrinum staðfesti
Dráttur, at bronsuheiðurs
merkini hoyra heima á Gilja
nesi, og tær endaðu heili
sjey stig frammanfyri KÍF
á fjórða plássi.
Dráttur-TB 3-0 (25-20, 25-16, 26-24)
Dráttur vann eisini síðsta dystin
Neistamenn vunnu tryggan sigur á hoyvíkingum í seinasta dystinum hjá liðunum báðum hetta
kappingarárið
H71-Neistin 28-39 (15-23)
Málskjúttar:
H71: Poul Kjartan Dam 9, Niels Viggo Niclassen 7 (1),
Janus Sørensen 4, Gunnar Bláberg 3, Bjarni Sørensen
2, Dánjal Tórgarð 2, Heini Bendtsen 1
Neistin: Blagoje Buha 8 (1), Áki Mørk 5, Jugoslav Dju
mic 5, Tróndur Kragesten 4, Dann Thorleifsson 4, Carl
Herup Olsen 3, Johann Brekkstein 2, Birgir Poulsen 2,
Jens Mohr 2, Bogi Berg 2, Karl Oddmar Rasmussen 2
Brotskøst: H71 3, Neistin 2
Útvísingar: H71 2, Neistin 2
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA