mánadagur 19. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 55 - 19. mars 2007 ]
Málleyst hjá Frem
Frem við tveimum føroyskum spælarum í hópinum spældi
leygardagin venjingardyst ímóti B93. Nógvur vindur var á
Keypmannahavnarleiðini leygadagin, og tað ávirkaði dystin.
Einki mál kom í dystinum, men stutt fyri leiklok var Atli
Danielsen um reppið at senda eitt fríspark í málið. Atli
spældi allan dystin á miðvøllinum. Gunnar Nielsen var
eykamálmaður, men hann kom ikki á vøllin hesaferð.
Málmaður skoraði
frá egnari hálvu
Alt kann henda, bert bólturin er rundur og 11 menn eru á
hvørjum liðið, hevur ofta verið tikið til, men at málmaðurin
fær mál frá egnari hálvu, hoyrir til tað meira sjáldsama. Hetta
hendi tó í 3-1 sigrinum hjá Tottenham móti Watford.
Stutt inni í annan hálvleiki varnaðist Tottenham málmaðurin
Paul Robinson, at Ben Foster í Watford málinum var farin
dekan ov langt út á vøllin. Robinson, ið júst tá skuldi taka
eitt fríspark, tók møguleikan og buldraði til bóltin, ið fleyg
uppi yvir høvdinum á neyðars Foster og beint í málið.
Dysturin endaði 3-1 til Tottenham.
Maskotturin
er til reiðar
Eingir Oyggjaleikir
uttan ein maskott, og nú
er hesin eisini til reiðar
at taka ímóti ítróttar
fólkunum, sum leita sær
til Rhodos í summar.
Hesa ferð er maskott
urin eitt reinsdjór, og
hóast vit ofta seta hesi
í samband við norðara
partin av Finnmørkini,
so finnast slík eisini í
skóginum á Rhodos.
Navnið er ein saman
renning av Rhodos, har
leikirnir jú skulu haldast,
og Helios, so merkir sól.
Sólin er vanliga búmerk
ið hjá griksku oynni,
og ivaleyst fer hennara
styrki eisini at seta sín
dám á, tá kappingarnar
fara fram í bakandi
hita.
KÍF streyk avstað við
bronsuni eftir ein
uppibornan sigur á
StÍF. Kollfirðingar
vóru betri allan
dystin, og teir sýndu
størri vilja enn strand
ingar. Ein uppiborin
bronsa gjørdist
sostatt endin á einum
flottum kappingarári
hjá KÍF
HONDBÓLTUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
KÍF og StÍF hittust í gjár til
ein sannan bronsudyst. Vinn
andi liðið fekk bronsuna, og
tað gjørdist KÍF, sum dróg
longra stráið.
Kollfirðingar byrjaðu
betri, og teir høvdu ein mun
á 2 – 4 mál meginpartin av
fyrra hálvleiki.
Daniel Rapa var sera
góður í fyrra hálvleiki. Hann
smekkaði bóltarnar in eftir
vild, og Marian fekk einki
gjørt við teir.
Damir Oros var mans
vardur allatíðina, og hetta
gav gott pláss til Daniel,
sum ikki smæddist at skjóta
útifrá.
Bárður Danielsen mans
vardi Damir Oros, og tað
megnaði hann bara væl.
Damir skoraði nøkur mál
uppá uppstilling til fríkast,
men annars fekk hann ikki
so nógv burturúr.
Hóast hann var mansvardur,
gjørdist Damir toppskjútti
við 13 málum. Hjá KÍF vóru
málini fordeild yvir einans 5
leikarar, meðan 10 leikarar
hjá StÍF skoraðu.
Lág leikferð
Dysturin í gjár var ikki tann
mest áskoðaravinarligi. Tað
var sera lítil ferð á álopinum
hjá báðum pørtum.
Hjá kollfirðingum var
Damir Oros mansvardur, og
tí fingu ter ongantíð spæli
at glíða frá einum vongi til
hin. Tað var einmansavrik
frá serliga Daniel og Damir,
sum gjørdu útslagið fyri
KÍF.
Hjá StÍF riggaði heldur
ikki væl í álopinum. Finn
ur, Leivur og Sveinur
spældu í bakkketuni, og
teir tóktust ikki at vera heilt
samanspældir. StÍF megnaði
í øllum førum ikki at finna
tað skjóta spælið fram, sum
einaferð var eyðkenni hjá
liðnum.
StÍF spældi ein yvirgang
við tveimum strikuspælarum,
og tí gjørdist heldur ongantíð
talan um flótandi spæl.
Kollfirðingar nýttu eisini
møguleikan til at mansverja
antin Sveinur ella Finn, tá
ið strandingar høvdu eina
útvísing.
Sigurin ongantíð
í vanda
StÍF fekk strítt seg upp
beint áðrenn hálvleik. Eftir
hálvleikin hingu strandingar
í eina løtu, men kollfirðingar
høvdu tó allatíðina eina
trygga leiðslu á í minsta
lagi 2 mál.
Ingi Johannesen á vinstra
vongi hjá KÍF var tryggur,
tá ið hann varð spældur í
gjøgnum.
Bárður Danielsen varð
tikin út í seinna hálvleiki, og
tað sást aftur á Damir. Hann
byrjaði at skora eftir vild,
beinanvegin tá ið Bárður
var farin út.
Óla Kristjan í málinum hjá
KÍF yvirskuggaði Marian
hendan dagin. Gert og Rógvi
stríddust eisini væl.
Í seinna hálvleiki sá út
til, at strandingarnir longu
vóru farnir í summarferiu.
Teir gjørdu nógvar feilir og
høvdu torført við at skora.
Tað var tó stuttligt at
síggja at tveir ungir leikarar,
Rúni Niclassen og Sjúrður
Djurhuus, sloppu at royna
seg ein góða løtu. Teir skor
aðu 2 mál hvør og spældu
rættiliga væl.
Hesir eru tveir av leikar
unum, sum strandingar vænta
sær nógv av í framtíðini. Tað
verður spennandi at fylgja
teimum framyvir.
Krúnan á
kappingarárinum
Tá ið samanumkom tóktust
øll í høllini væl nøgd við
at KÍF vann bronsuna. Við
haldsfólkini hjá StÍF untu
kollfirðingum tað væl, og
leikararnir hjá StÍF tóktust
ikki so skuffaðir. Møguliga
tí at teir hava vunnið steypa
kappingina í ár.
Viðhaldsfólkini hjá KÍF
bakkaðu sum altíð væl
upp um sítt lið. Tey vóru
møtt fjølment og hoyrd
ust nógv betri enn heima
áskoðararnir.
Samanumtikið
kann
sigast, at bæði leikarar og
viðhaldfólk hjá KÍF vóru
nógv grammari eftir brons
uni, enn strandingar vóru.
StÍF–KÍF: 25 - 32
Kollfirðingar vóru
grammari eftir bronsuni
Málskjúttar:
StÍF: Leivur Justinussen 8, Finnur Hansson 6, Mortan
Hansen 3, Sjúrður Djurhuus 2, Rúni Niclassen 2, Sveinur
Justinussen 1, Andre Danielsen 1, Borgar Danielsen 1,
Bárður Danielsen 1
KÍF: Damir Oros 13, Daniel Rapa 8, Gert Hansen 4,
Rógvi Weihe 4, Ingi Johannesen 3
Útvísingar: StÍF 3, KÍF 4
Dómarar: Sámal Paulason og Kristian Johansen
FAKTA
KÍF vann bronsu í gjár, eftir at teir høvdu bast strandingum við 32 – 25
Mynd: Álvur Haraldsen