Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 55 - 19. mars 2007 ] Ferguson troyttur av spaniólum Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, er troyttur av áhaldandi søgum um, at Barcelona og Real Madrid skulu keypa Cristiano Ronaldo úr United. - Barcelona og Real Madrid hava gjørt soleiðis í nógv ár. Hvørja ferð tað er val í felagnum, verða heimsins bestu spæl­arar drignir upp í valstríðið. Ronaldo er ikki so býttur, at hann ikki veit, hvat tað er, sum gongur fyri seg, sigur Ferusgon við Skysports. Claus og teir hildu skansan Leygardagin spældi Blackpool ímóti Yeovil í triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Fyrrverandi føroyski landsliðs­spæl­ arin Claus Bech Jørgensen var á liðnum hjá Blackpool allar 90 minuttirnar. Blackpool legði seg á odda 1-0 í 57. minutti, og bert tveir minuttir seinni fekk Blackpool ein spælara vístan av vøllinum. Men hóast ein mann í undirtali, helt Blackpool skansan og vann dystin 1-0. Blackpool helt harvið fast um 6. pláss í League One og hevur framvegis møguleikan at spæla um uppflyting. NSÍ legði seg á odda bara sjey minuttir fyri leiklok, men HB megnaði kortini at vinna seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um dystin, sum undan leygardegnum varð róptur sum tann mest spenn­ andi, og í so máta livdi hann eisini upp til heitið. Sum skilst, so var illa spæl­andi við Løkin men kort­ini stríddu liðini seg ígjøg­num 120 minuttir. Málini máttu áskoðararnir tó bíða leingi eftir, tí ikki fyrr enn í 83. minutti kom hol á. Tá megnaði Jónhard Fredriksberg nevnliga at leggja vertirnar á odda, og so ráddi bara um at halda fast. Rógvi við í báðum HB megnaði tó at svara aftur, og báðu ferðirnar átti Rógvi Jacobsen sín leiklut í málinum. Fyrst syrgdi hann fyri longdari leiktíð, tá hann sendi gott langskot í NSÍ- málið. Og eftir 16 minuttum av umdystinum var Rógvi aft­ ur upp á spæl. Hesa ferð megnaði Jens Martin Knud­ sen ikki at halda lang­skots­ roynd, og so var Jákup á Borg sum køtturin á returin­ um. Og so kundi tað kanska hóskandi verið lagt afturat, at sum skilst, so vóru øll spæliloyvi í lagi, so ivi skuldi ikki verið um, at HB hesa ferð er til reiðar at spæla fjórðingsfinalu til ásettu tíðina. NSÍ-HB 1-2 (0-0) 1-0: Jónhard Fredriksberg 1-1: Rógvi Jacobsen 1-2: Jákup á Borg KÍ vann kappingina um Kvinnusteypið í kvinnufótbólti um vikuskiftið. Í finaluni møttu tær GÍ, og her eydnaðist teimum at vinna 4-2 FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Flest øll kenna Klaksvíks­ kappingina í mansfótbólti. Um vikuskiftið skipaði B36 fyri eini líknandi kapping. Einasti munurin var, at nú vóru tað tey sterkastu kvinnu­liðini í landinum, sum vóru umboðaði. Liðini, sum vóru við í kappingini vóru B36, KÍ, GÍ og EB/ Streymir, og í hálvfinalunum spældi B36 ímóti KÍ, meðan EB/Streymur og GÍ brustu saman í hinum dystinum. KÍ og GÍ í finaluni Á niðara vølli í Gundadali brustu KÍ og B36 saman í hálvfinaluni, og hesin dyst­ urin bleiv rættiliga spenn­ andi. KÍ fekk tó betru byrj­ anina uppá dystin, og undan steðginum megnaðu tær eis­ ini at leggja seg á odda 3-0, og her lá eitt rættiligt sorl í luftini. B36 hevði tó slett ikki spælt so gali, og so við og við raknaði hvíta havnarliðið við. Móti endanum av fyrra hálvleiki megnaðu tær eisini at minka um munin til 1-3, og í seinna hálvleiki minkaðu tær enn meir um munin, tá tær fingu brots­ spark. Nú var støðan brádl­ iga 3-2 til KÍ, og nú var rætti­ligur spenningur í. Fleiri mál komu tó ikki í dystinum, og so vóru kvinn­ urnar úr Klaksvík klárar til finaluna. Á ovara vølli spældu EB/ Streymur og GÍ samstundis, og her fekk felagsliðið úr Sundalagnum eina flúgv­ andi byrjan. EB/Streymur kom nevniliga á odda 2-0 mest sum al fyri eitt, og her sá svart út hjá silvur­vinn­ arunum frá í fjør. Miðskeiðis í fyrra hálv­ leiki minkaði GÍ tó um mun­ in til 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálv­leiki kom EB/Streymir aftur tvey mál fram um, tá Rudy Zachariassen skoraði sítt næsta mál, og henda støð­an helt sær líka til eitt korter var eftir av dystinum, men so tók GÍ dik á seg. Síðsta korterið skoraðu tær tríggjar ferðir, og sostatt vóru tær brádliga á odda 4- 3, sum eisini gjørdist enda­ liga úrslitið. Sostatt skuldu tær møta KÍ í finaluni um Kvinnusteypið. KÍ vann finaluna KÍ vísti enn einaferð í final­ uni, at tær eru sterkasta lið­ ið í landinum, tá tað kemur til kvinnufótbólt. Munurin var tó ikki tann heilt stóri í dystinum ímóti GÍ, men KÍ var tó við yvirlutan størsta partin av dystinum. Í fyrra hálvleiki megnaðu tær at leggja seg á odda, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi KÍ 2-1. Í seinna hálv­ leiki royndi GÍ at koma inn­ aftur í dystin, men tær gjørd­ ust ov stuttar, og endin av tí heila var, at KÍ vann dystin 4-2. Sostatt hava tær longu vunnið sítt fyrsta steyp í ár. Í dystinum um triðja pláss­ið vann EB/Streymur heili 6-2 á B36, og tað ser­ merkta við hesum dystinum var, at Rudy Magnussen skor­aði heili fýra av málun­ um. Sostatt fekk hon seks mál í kappingini, og hon bleiv eisini kosin til besta spælara í allari kappingini. HB vann brakið KÍ vann kvinnusteypið Jákup á Borg, sum nú er liðformaður hjá HB, skumpaði avgerandi málið inn, tá HB vann trupla útidystin móti NSÍ Mynd: Álvur KÍ vann sum væntað kvinnukappingina, men bæði B36 og GÍ góvu meistarunum dygga mótstøðu, so spenningurin verður kanski ikki heilt eingin í FM- kappingini Mynd: Álvur