mánadagur 19. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 55 - 19. mars 2007 ]
TB og Skála
víðari
Bæði TB og Skála
megnaðu at spæla
seg víðari til triðja
umfar í
steypakappingini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
TB hevði eisini hesa
ferð heimavøll móti
liði úr 1. deild, og eisini
hesa ferð gjørdist talan
um heimasigur.
Hesin var eisini av
tryggara slagnum, tí
hóast SÍ royndi at stríð
ast ímóti, so megnaðu
teir ikki at standa móti
trýstinum frá heima
liðnum, sum vann dystin
4-0.
Á Skála kom bert tað
eina málið, tá Skála tók
móti FS Vágum 04. Hetta
kom fyri steðgin, og var
tað Alexandur Johansen,
sum stóð fyri hesum.
Vágamenn royndu til
tíðir at trýsta, men tað
eydnaðist teimum tó
ikki at fáa málið, sum
kundi tryggjað teimum
longda leiktíð. Hinvegin
hevði Skála eisini sínar
møguleikar, so sigurin
hjá heimaliðnum var
sum so í lagi.
Soleiðis verða bæði TB
og Skála við í pottinum,
tá lutur skal kastast um
fjórðingsfinalurnar í
steypakappingini.
TB-SÍ 4-0 (1-0)
1-0: Bergleif Sólsker
2-0: Kaj Roest
3-0: Kaj Roest
4-0: Allan Poulsen
Skála-FSV 04
1-0 (1-0)
1-0: Alexandur
Johansen
Tríggir dystir avlýstir
Veðrið spældi av álvara eitt puss, tá næsta umfarið í kappingini
um Løgmanssteypið var á skránni leygardagin. Í Leirvík og
á Streymnesi blásti dómarin av, eftir at spælararnir høvdu
roynt set eina løtu, og í Gøtu byrjaði dysturin ongantíð.
Snøægt sagt, so var veðrið ikki til forsvarligt fótbóltsspæl,
og hesum tóku dómararnir avleiðingarnar av.
Tryggur ÍF-sigur
Fuglfirðingar høvdu kanska á pappírinum lættastu
uppgávuna, tá teir áttu heimavølli móti Undrinum. Eingin
ivi var heldur um úrslitið í dystinum, sum ÍF vann 11-1. Við
sigrinum er ÍF til reiðar at spæla fjórðingafinalu, tó at tað
enn ikki er greitt, hvat mótstøðuliðið verður í hesari.
B36 kann helst iðra
seg um undirmeting
ina av mótstøðuni,
men tað skal einki
takast frá AB, sum við
rætta stríðsandanum
sendi steypavinnarar
nar út í kuldan
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrsta sensatiónin í steypa
kappingini varð veruleiki
leygardagin, tá B36 legði
graslíki til AB, sum var kom
ið á grannavitjan.
Hóast Formula-status, so
eru tey fægstu í iva um, at
fótbólturin í høvuðsstaðnum
fyrst og fremst snýr seg um
HB og B36. Ella soleiðis
var tað í øllum førum undan
leygardegnum.
Trý korter eftir ætlan
Tí AB megnaði nevnliga at
taka alt og øll á bóli, tá teir
sendu steypavinnararnar inn
aftur í syðra húsi við dygg
um 3-1 tapi.
Talan var ivaleyst um
klassiskt dømi, har favor
itturin heldur seg hava
vunnið, áðrenn dysturin er
blástur ígongd, og í so máta
var talan um dýrt keyptan
lærupening.
Fyrra umfarið var annars
ikki tað stóra, sum bendi
á, at talan skuldi verða um
nakra sensatión. B36 hevði
lotið undan, og hóast hetta
argaði nakað, tá spælt varð
djúpt, so var yvirvágin sera
greið. Eisini hóast Rógvi
Poulsen við eini framúr hæl
fintu skapti AB ein stóran
møguleika at leggja seg á
odda.
Men annars tók B36 alt
meira yvir. Nakrir møgu
leikar vórðu skaptir, og teir
løgdu seg eisini á odda, tá
Ovi Nysted átti seinasta fótin
í trunkaspæli eftir horna.
Klassiskt dømi
Og so tóktist kósin vera sett.
Og tað mundu teir í B36 í
øllum førum halda sjálvir.
Hóast lotið var ímóti eftir
steðgin, so tóktust teir hava
tamarhald á støðuni. Men teir
megnaðu tó ikki at avgera,
og tað var sum at rætta ein
ávísan harra lítlafingur.
Ella kanska skuldu vit
sagt hondina, tí B36 rættu
sjálvir AB eina hjálpandi
hond, tá hendan varð brúkt
til at steðga bóltinum í brots
teiginum. Talan var kanska
um ósketni, tá hetta hendi,
men dómarin stóð væl fyri,
og so kundi Hendrik Rubek
sen ósvikaliga trygt senda
bóltin í síðunetið.
Og so tendraði AB av
álvara. Bara fýra minuttir
seinni lá bólturin aftur í
B36-málinum. Hesa ferð
hevði AB fríspark í vinstru,
og tá hetta varð sent innfyri,
kundi Fróði Clementsen við
høvdinum stýra bóltinum í
málið.
At talan var um klassiskt
tømi um undirmeting, prógv
aði næsta løtan helst. B36
megnaði alt fyri eitt at trýsta
seg fram til tveir heilt góðar
møguleikar, men so steðgaði
púrasta upp. Partvíst, tí spæl
ararnir nú mundu halda, at
»tað gongur nokk kortini«,
og partvíst tí AB nú sansaði,
at sensatiónin var heilt nær.
Perlumál avgjørdi
Argjamenn løgdu seg nú
longur aftur, so øll hol í
verjuni kundu tippast. Og
tá B36 ikki megnaði at
brlyta bóltin nóg skjótt runt,
megnaðu gestirnir uttan teir
heilt stóru trupulleikarnar at
verja borg.
Og so kundi málrevurin,
Súni Fríði Barbá, eisini
punktera heimavónina, tá
hann tamdi frísparksinnlegg,
áðrenn hann hamraði bóltin
í meskarnar til 1-3.
Og so mundi fagnaðurin
ongan enda tikið í vestara
skýlinum. Frustratiónirnar
hjá teimum hvítu øktust, og
hóast onkur mundi ilskast á
dómaran, so skuldu teir helst
vera fegnir um, at tað hóast
alt eydnaðist at enda við 11
monnum á vøllinum.
Og so kundu áskoðararnir
tysja inn á vøllin, tá seinasta
bríkslið hevði ljóðað.
Hóast dysturin var móti
yvirvaldinum, so stríddi,
tacklaði og spældi AB seg
til sigurs. Ein sigur, sum
í fyrstu atløgu sendir teir
víðari í steypakappingini,
men sum sálarliga man hava
nógv størri týdning enn so.
AB prógvaði nevnliga, at
teir ikki verða so lættir at
syfta, sum fleiri halda, og
tann boðskapurin man meira
enn nakað rætta ryggin á
øllum argjamonnum, sum
spáka sær yvir um brúnna
komandi vikuna.
B36-AB 1-3 (1-0)
1-0: Ovi Nysted
1-1: Hendrik Rubeksen,
(br.)
1-2: Fróði Clementsen
1-3: Súni Fríði Barbá
AB skapti sensatiónina
Fagnaðurin var øgiligur í vestara skýlinum í Gundadali, har
AB-viðhaldsfólkini – tey rópa seg Frensusin - hildu til
Mynd: Einslistir
Argjamenn stríddust betri enn
teir í B36, og hetta var fremsta
orsøkin til mest óvæntaða
úrslitið í steypakappingini
Mynd: Einslistir