mánadagur 19. mars 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 55 - 19. mars 2007 ]
Í gleðisrúsi eftir eina
bjarging í seinastu
sekundunum
sparkaði Eli Müller
hjá VÍF bóltin upp í
loftið í dystinum
ímóti Kyndli, og hetta
mettu dómararnir til
eitt reytt kort. Sostatt
verður Eli ikki við í
fyrsta finaludystinum
í Atlantic Airways
kappingini ímóti júst
Kyndli
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kyndil førdi at kalla
allan dystin í Vestmanna
sunnudagin, har teir vóru
á vitjan hjá VÍF í seinasta
umfari av Atlantic Airways
kappingini hjá monnum.
Bæði VÍF og Kyndil høvdu
tryggjað sær luttøku í FM-
finaluni undan dystinum, og
tí hevði hesin dysturin ikki
tann heilt stóra týdningin.
Síðstu 10 minuttirnar av
dystinum kom VÍF tó væl
aftur, og at enda megnaðu
teir eisini at vinna dystin við
einum máli.
Hetta var ikki minst takka
verið eina vælleikandi Eli
Müller í málinum, men
longu nú er greitt, at Eli
ikki stendur í málinum í
fyrsta finaludystinum ímóti
Kyndli. Hann fekk nevniliga
reytt kort í seinastu sekund
unum av dystinum í gjár.
Vit hava spurt Eli, hvat tað
var, sum hendi.
- Eg bjargaði eini roynd
frá Róki í seinastu sekund
unum, og bólturin støkk út
ímóti teirra høgra vongi.
Hann hevði tó neyvan
nakran møguleika at fáa
bóltin, so í einum gleðisrúsi
sparkaði eg bóltin upp í
loftið, í staðin fyri bara at
taka hann upp í hendurnar.
Dómararnir góvu Eli reytt
kort fyri hendingina, og
Eli metti sjálvur, at hetta
var rættiliga býtt gjørt av
honum.
– Hatta var sjálvandi
ótrúliga býtt av mær. Eg
skuldi ikki havt gjørt hatta,
men eg var bara so glaður
um at fáa sigurin eftir at
hava verið so langt aftanfyri.
Eg kann tó ikki siga nógv
um reyða kortið, tí tað er
helst í lagi. Hatta er helst
tað man kallar ósportlig
upptraðkan, og so skal man
hava reyða kortið, staðfesti
ein heldur skuffaður Eli
Müller eftir dystin.
Reyða kortið ger, at Eli
ikki verður tøkur til fyrsta
finaludystin, sum verður í
Havn komandi vikuskiftið,
og hetta er ein dyggur smeit
ur hjá VÍF. Teir hava tó ein
góðan málmann í Bárði
Nielsen á beinkinum, men
tað vildi sjálvandi verið
betri at havt báðar tøkar til
týdningarmikla dystin.
Leygardagin
seinnapartin, í vindi,
regni og kulda skipaði
Tórshavnar Súkklu
Felag fyri fjallasúkklu
kapping yvir 40 km
Súkkling
tíðindaskriv
Byrjan og mál vóru við Før
oya Studentaskúla. Súkklað
frá Studentaskúlanum eftir
gøtuni niðan á Ringvegin,
eftir grasinum til tyrlupallin,
oman á Boðanes og so
niðan aftur á Ringvegin.
Nú gekk so leiðin niðan
eftir Ringvegnum, Oyggjar
vegnum og út á ríðibreytina,
rossagøtuna til Rossafjósini
í Havnadali.
Rossagøtan bleiv eisini
brúkt á heimvegnum, men
nú var farið niðan á oyggj
eftir Oyggjarvegnum og
rossagøtunum har.
Vent bleiv við Lambafelli,
og so við fullari ferð eftir
Oyggjarvegnum til Student
arskúlan, har súkklað var 7
ferðir á einum 2,5 km ring
leið. Íalt 40 km.
Fyrst varð súkklað ein túr
á ringleiðini við Studentar
skúlan, og fylgdust allir,
men Gunnar Dahl Olsen,
Eli Christiansen, Sigmundur
Olsson, Samson Nesá og
Gudmundur Joensen drógu
frá hinum, tá farið var niðan
móti Krákugjógv og víðari
niðan Oyggjarvegin. Eftir
rossagøtuni bleiv spjaðingin
størri og størri, við Gunnari
á odda. Hinir, Eli, Sigmund
ur, Samson og Gudmundur
komu aftaná, sum perlur á
snóri.
Gunnar vann á fjallasúkklu
Eli sá reytt
Eli Müller
staðfesti sjálvur
eftir dystin, at
talan var um
býtta gerð, tá
hann í gleðisrúsi
um seinastu
bjargingini
sparkaði bóltin
upp undir lofti
Mynd:
Birgir Waag
Høgnesen
VÍF-Kyndil 28-27 (13-18):
VÍF vann
aðalroyndina
Kyndil førdi stórt at
kalla allan dystin,
men síðstu 10 min
uttirnar vendi VÍF
dystinum, og so
vunnu teir ein tepr
an sigur í aðalroynd
ini undan FM-
finaluni, har júst
hesi bæði liðini
bresta saman
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Toppdysturin í Atlantic
Airways kappingini mill
um VÍF og Kyndil hevði
sum so ikki tað heilt stóra
at siga. Tað var longu
greitt undan hesum dyst
inum, at júst hesi bæði
liðini skulu møtast í FM-
finaluni, og tí var einasti
fyrimunurin við einum
sigri, at vinnarin slapp at
velja, hvar fyrsti finalu
dysturin
skal
leikast,
samstundis sum vinnarin
eisini fær heimadyst í
einum møguligum triðja
finaludysti.
Kyndil leyp avstað
Gongdin hevur verið sera
góð hjá Kyndli í enda
spælinum, meðan úrslitini
hjá VÍF ikki hava verið
av teimum bestu. Hetta
sást eisini aftur í fyrra
hálvleiki, tí her setti
Kyndil seg á dystin mest
sum alt fyri eitt.
Dysturin var bert góðar
10 minuttir gamal, so
høvdu teir lagt seg á odda
7-2, og her lá líkasum í
luftini, at Kyndil kundi
avgera alt beinanvegin.
Eftir hetta fótaði VÍF sær
tó eitt sindur, men tað var
tó enn Kyndil, sum koyrdi
á. 10 minuttir seinni
høvdu teir økt um leiðsl
una upp í sjey mál, og her
var alt, sum bendi á, at
Kyndil fór avstað við
øllum úr Vestmanna.
Síðstu tveir minuttirnar
undan steðginum bragd
aði tó endiliga hjá vest
menningum. Hesa løtuna
skoraðu teir tríggjar ferð
ir, so tá liðini fóru til hálv
leiks vóru nú bert fimm
mál á muni.
Eli steðgaði VÍF
Í seinna hálvleiki vóru lið
ini sum hamskift. Nú var
tað brádliga VÍF, sum fekk
eina nógv betri byrjan, og
tá góðir fimm minuttir
vóru spældir, var munurin
minkaður niður í tvey mál,
og nú var alt brádliga
rættiliga opið aftur.
Kyndil svaraði tó skjótt
aftur,
og
tá
seini
hálvleikur var hálvrunnin,
høvdu teir enn einaferð
vunnið sær eina trygga
leiðslu. Nú førdu teir
aftur við seks málum, og
her tóktist dysturin helst í
roynd og veru avgjørdur,
tí Kyndil var rættiliga
nógv betri hesa løtuna.
Men brádliga steðgaði
alt upp hjá Kyndil, og
serliga Eli Müller í VÍF-
málinum fór at spæla
væl. Síðsta korterið lat
hann
bert
tvey
mál
ígjøgnum, og spakuliga
ótu
vestmenningarnir
meir
og
meir
av
kyndilsleiðsluni.
Tá
fimm minuttir vóru eftir,
komu teir uppá javnt fyri
fyrstu
ferð
í
seinna
hálvleiki, og næstu løtuna
megnaðu teir eisini at
leggja seg á odda við
tveimum, og endin av tí
heila var, at VÍF vann
dystin við einum máli.
Tíverri fyri teir fekk Eli
reyða kortið móti endan
um av dystinum, tá hann
í
gleðisrúsi
sparkaði
bóltin upp í loftið. Sostatt
verður hann ikki við í
fyrsta finaludystinum.
VÍF-Kyndil 28-27 (13-18)
Málskjúttar:
VÍF: Agnar Joensen 9, Sámal Joensen 7 (2), Áki Olsen
6, John Zachariassen 3, Ingi Olsen 2, Áki G. Olsen 1
Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 8 (4), Kenn
Zachariassen 5 (5), Rókur Akralíð 5, Janus Einar
Sørensen 4, Høgni Klein 4, Ragnar Stakksund 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 12
Útvísingar: VÍF 7, Kyndil 5
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA
Nygaard skoraði tvær ferðir
Álopsspælarin Marc Nygaard, sum hevur ættarbond á Tvør
oyri, skoraði leygardagin tvey mál fyri felag sítt Queens
Park Rangers. QPR spældi ímóti Leicester í næstbestu
deildini, og dysturin endaði við 3-1 til QPR. Fyrra málið
hjá Nygaard var við brotssparki til støðuna 2-0. Nakað
seinni legði hann QPR á odda 3-0, áðrenn Leicester fekk
pyntað um úrslitið. Við sigrinum kom QPR upp um niður
flytingarstrikuna.
Holst kom inn og skoraði
Lyngby spældi leygardagin venjingardyst ímóti svenska
felagnum Helsingborg. Hetta var næstseinasta dysturin,
áðrenn, danska 1. deild byrjar aftur. Úrslitið av dystinum
gjørdist 2-2. Lyngby kom á odda tíðliga í dystinum, men
Helsingborg skoraði tvey mál fyri steðgin. Christian Holst
Lamhauge byrjaði dystin á beinkinum, men hann kom á
vøllin, og hann javnaði fyri Lyngby í seinna hálvleiki.