mánadagur 19. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 55 - 19. mars 2007 ]
Sylla aftur í B36
Tað var ein dyggur smeitur, tá Amed Davy Sylla fyri lítlum manaði
siðani segði, at tað bar illa til hja honum at spæla fótbólt í Føroyum í ár.
Orsøkirnar til hetta voru personligir. Spæliloyvið hevur to alla tiðina
verið í B36, og nú tykist ein loysn vera funnin á trupulleikanum.
- Eg kann vátta, at Sylla verður við flogfarinum týsdagin, og at hann
fer at spæla við B36 í ár. Tað merkir, at vit nú hava tann hópin, sum vit
høvdu ætlað okk um í ár, sigur Kristjan a Neystabø, stjóri í FC Tórs
havn.
Sum skilst, so inniber loysnin millum annað, at Sylla fær loyvi at
ferðast til Fraklands, tá steðgur er í landskappingini av landsliðsávum
ella øðrum.
Berbatov er verdur
400 milliónir
Venjarin hjá enska felagnum Tottenham heldur, bulgarski
spælarin hjá liðnum, Dimitar Berbatov, er verdur einar
300 ella 400 milliónir krónur. Berbatov kom til Tottenham
síðsta summar, og tá gav Tottenham 117 milliónir krónur
fyri spælaran. Berbatov hevur tó víst stórspæl í síni tíð í
Tottenham, og Martin Jol heldur, at Berbatov mest av
øllum líkist hollendska stórspælaranum Johan Cruyff.
Berbatov hevur meira enn trý ár eftir av sínum sáttmála
við Tottenham.
Síðsti
dystur
hjá
Randi
Eftir dystin millum ÍF
og SÍ fingu vit orðið
á ein mest royndu leik
arunum á ÍF-liðnum,
Randi Larsen. Randi
helt, at sigurin var fult
uppiborin.
- Vit vóru væl innstill
aðar uppá dystin, og vit
vistu júst, hvat vit
skuldu gera. Hetta rigg
aði til fulnar í dag. Vit
høvdu gjørt av áðrenn
dystin, at nýta styrkina
hjá okk um í servunum,
og hetta vísti seg eisini
at rigga væl. Vit spæla
tær út í servunum, og
teirra álop riggar slett
ikk i, tí at servurnar hjá
okk um sótu so væl.
Randi hevur verið
ein av berandi kreftun
um á besta kvinnulið
num hjá ÍF í fleiri ár,
men í dystinum ímóti
SÍ var hon slett ikk i á
vøllinum. Hetta passaði
henni tó fínt.
- Tað er gott, at yngri
leikarar eru klárir at
taka yvir eftir meg og
aðrar, so tað passaði
mær fínt at vera uttan
fyri í dystinum í dag.
Spurd, um hetta so
eisini fór at gerast henn
ara seinasti dystur fyri
besta kvinnuliðið hjá
ÍF, var hon avgjørd á
málinum.
- Ja, hetta verður heilt
víst mín seinasta dystur.
Avgerðin er tikin, og
hon stendur ikk i til at
broyta. Eg ætli mør tó
at venja eina ferð ella
tvær ferðir um vikuna
enn, um eg klári, og so
ætli eg kanska at taka
mær av onkrum yngri
leikarum ella liðum,
staðfesti Randi eftir
sigurin á SÍ.
omaná. Hetta settið vann ÍF
25-22, og nú byrjaðu fugl
firðingarnir
veruliga
at
tevja gull.
Servirnar vóru
avgerandi
Fyrstu tvey settini hevði ÍF
verið nógv betra liðið, og
tað var fult uppiborið, at
tær høvdu vunnið hesi bæði
settini. Tær tóktust vera
sterkari í móttøkunum, og
so var álopið meir fjølbroytt.
Serliga
Helen
avgjørdi
nógvar bóltar, men eisini
útlendingar, Mirella, stóð
rættiliga sterk í myndini í
álopinum.
SÍ tóktist hinvegin at
spæla nógv uppá Karin
Mikkelsen, og hetta gjørdi,
at ÍF hevði rættiliga lætt við
at lesa spælið hjá SÍ. Kvinn
urnar hjá SÍ tóktust eisini at
vera heldur meir ávirkaðar
av nervum enn leikararnir
hjá ÍF, men hetta er helst
ikk i so løgið, tí ÍF hevur
nógvar royndar leikarar á
liðnum, meðan SÍ hevur eitt
ungt lið við eini sera góðari
framtíð.
Ein av størstu mununum
fyrstu tvey settini vóru tó
servurnar. ÍF servaði ótrú
liga væl, og tær løgdu stórt
trýst á SÍ við servunum.
Hetta gjørdi, at móttøkurnar
hjá sørvingunum ikk i vóru
so góðar, og tá gjørdist
arbeiði hjá hevaranum, Ann
ika á Stongum, ikk i ov
lætt.
ÍF vann meistara
heitið
Í triðja setti var bert eitt at
gera hjá gestunum úr Sør
vági. Um tær skuldu hava
nakran møguleika at vinna
meistaraheitið, so skuldi
hetta settið fyrst og fremst
vinnast.
Triðja sett bleiv tó ongan
tíð spennandi. Nú var ÍF
nógv betri, og tær vunnu
sær eisini eina góða leiðslu
tíðliga í settinum. So við og
við vaks munurin, og tá ÍF
legði seg á odda 23-15 byrj
aðu fleiri av áskoðarunum
at syngja “Vit eru føroya
meistarar.” Teir
byrjaðu
helst at feira sigurin heldur
tíðliga, men her var snøgt
sagt eingin ivi henda dagin.
ÍF vann nevniliga ein knús
andi 25-18 sigur í triðja
setti, og so lupu áskoðararnir
inn á vøllin í einum gleðis
rúsi. Kvinnurnar hjá ÍF
vóru føroyameistarar í flog
bólti, og sigurin hjá teimum
var fult uppiborin henda
dagin.
Skuffilsi hjá SÍ-leikarun
um var sjálvandi stórt, men
SÍ má sigast at hava havt
eitt avbera gott kappingarár,
og hava tær sama fólk kom
andi kappingarár, so er ikk i
óhugsandi, at tær kunnu
røkk a enn longur.
Sæð yvir alt kappingarárið
er ÍF helst rætti føroyameist
arin. Úrslitini hava verið
rættiliga støðug, og so hava
tær ligið í oddinum allan
vegin. Tryggi sigurin í sein
asta dystinum vísti eisini, at
á degnum høvdu tær meir
at geva av enn SÍ.
Meistaraheitið
var tryggjað
Hjá monnunum var longu
greitt undan seinasta dystin
um, at ÍF hevði vunnið
meistaraheitið, og tí var
spenningurin ikk i líka stór
ur undan hesum dystinum.
Áskoðararnir vóru eisini
færri í tali, men nakrir vóru
tó verandi í høllini at heppa
á mansliðini.
ÍF stillaði í sterkastu upp
stilling, tá liðini fóru undir
fyrsta sett, og teir byrjaðu
eisini sum eitt satt ódnar
veður. Teir løgdu seg á odda
12-2 beinanvegin, men so
valdu teir at lata nakrar av
yngru leikarunum sleppa á
vøllin. Nú kom SÍ nógv
betri við í settið, og móti
endanum var eisini nær við,
at SÍ fekk ÍF aftur. ÍF vann
tó fyrsta sett uppiborið 25-
21.
Í øðrum setti valdi ÍF at
byrja við fleiri av eykaleik
arunum inni, og hetta settið
bleiv eisini heldur meir
spennandi. Nú var SÍ betri
við fyrstu løtuna, men sum
settið leið, dró ÍF frá gestun
um. Móti endanum hevði
ÍF vunnið sær eina rættiliga
tryga leiðslu, og her var
eingin ivi um, at teir eisini
fóru at vinna annað sett.
Úrslitið av hesum gjørdist
25-19 til ÍF, og nú vóru teir
veruliga á sigurskós.
SÍ vildi eisini
spæla við
Í triðja setti byrjaði ÍF mest
sum bert við eykaleikarum
á vøllinum, og nú var tað
brádliga SÍ, sum setti seg á
dystin. Teir løgdu seg á
odda mest sum alt fyri eitt,
og munurin bara vaks og
vaks.
Í hesum settinum var
einki at ivast í, at SÍ var
nógv tað betra liðið, og ser
liga ein leikari skaraði fram
úr.
Jóhan Petur á Stongum
spælir vanliga libero á før
oyska landsliðnum, men á
liðnum hjá SÍ spælir hann
úti á kantinum. Sjálvt um
hann ikk i er av størstu
monnum, so megnaði hann
í fleiri førum at sláa fram
við sterka blokk inum hjá
ÍF, og hann spældi ein sera
góðan dyst leygardagin.
Hann var tó ikk i bara sjón
ligur í álopspartinum, tí í
verjupartinum
var
hann
ótrúliga. Hann var mest
sum allastaðni, og til tíðir
fekk hann teir mest ótrúligu
bólarnar upp av gólvinum.
Móti endanum av hesum
settinum valdi ÍF at skifta
fleiri av stuðulsleikarunum
inn aftur, men ov seint var.
Munurin var ov stórur, og
hetta settið vann SÍ trygt,
25-18.
Stórur dagur hjá ÍF
Í fjórða setti byrjaði ÍF aftur
við sterkasta liðnum, og nú
sá betur út hjá teimum. Teir
løgdu væl fyri og vunnu
seg rættiliga trygt fram um
fyrstu løtuna, og er var alt,
sum bendi á, at ÍF fór at
avgera dystin í hesum sett
inum.
Munurin gjørdist eisini
størri og størri, og at enda
var eingin sum helst ivi um,
at ÍF fór avstað við sigri
num. Teir vunnu eisini
fjórða sett 25-19, og sostatt
fingu teir eisini ein sigur í
seinasta dystinum í meist
aradeildini hjá monnum.
Sum heild var hetta ein
stórur dagur hjá flogbóltin
um í Fuglafirði. Menninir
høvdu longu vunnið meist
araheitið undan dystinum
ímóti SÍ, og í allar seinasta
dystinum megnaðu kvinnur
nar eisini at vinna meistara
heitið við sigrinum á størstu
rivalunum úr SÍ. Gullheið
ursmerki í meistaradeildini
hjá
monnum
og
hjá
kvinnum má metast at vera
avbera flott av ÍF.
Úrslitini
Meistradeild kvinnur:
ÍF-SÍ 3-0 (25-20, 25-22, 25-18)
Meistaradeild menn:
ÍF-SÍ 3-1 (25-21, 25-19, 18-25, 25-19)
hjá fuglfirðingum
Talan var um stóran dag, nú bæði FM-heitini í meistaradeildunum í flogbólti endaðu hjá ÍF