Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 55 - 19. mars 2007 ] – Vit servaðu tær út Helen á Lakjuni hjá ÍF var ovurfegin eftir avgerandi sigurin á SÍ í seinasta umfarinum. Hon helt, at blokurin og servurnar vóru av­ger­ andi henda dagin. - Nógv riggaði hjá okk­um í dag. Vit høvdu góðan blokk, og so vóru servurnar sera góð­ar. Vit servaðu tær út, so teirra spæl ikki koyrdi. Tað er einki yvir at dylja, at spælararnir hjá ÍF hava nógv fleiri roynd­ir enn unga SÍ-lið­ ið, og hetta helt Helen eisini hevði stóran týdn­ ing í dystinum. - Nógvar av okkum eru avgamlar, meðan tær allar eru rættiliga ung­ar, so sjálvandi hev­ ur rutinan nakað at siga í einum slíkum dysti. Fleiri av okkum hava jú verið í hesi støðuni fyrr. Helen helt eisini, at vinnarin var tann rætti, og hon frøddist um góðu undirtøkuna frá áskoð­arunum henda gull­dagin á Kambsdali. - Tað er ótrúliga stutt­ ligt at vinna FM á heima­vølli frammanfyri so nógvum áskoðarum. Teir vóru avbera góðir í dag. Annars haldi eg, at meistarin var tann rætti. Tað hevur gingið væl hjá okkum í ár, so hetta var ikki so gali. Jón Rói spældi við teimum næstbestu Jón Rói Jacobsen er millum spælararnar, sum landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir í sambandi við landsdystirnar á Svangaskarði leygardagin ímóti Ukreina og á útivølli ímóti Georgia annan mikudag. Jón Rói hevur seinastu vikurnar vant við fullari ferð saman við hinum í superligu hópinum hjá AaB. Enn hevur Jón Rói ikki fingið møguleikan á besta AaB liðnum. Men í gjár fekk verjuspælarin dystarvenjing á næstbesta liðnum. AaB vitjaði í Hjørring, sum hoyrir heima í 2. deild og sum er bæði granni og samstarvsfelagi hjá AaB. Heimaliðið vann 1-0, og Jón Rói var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Ajax vann trygt í stórdysti Ajax vann heili 5-1, tá ið liðið var gestur hjá PSV Eind­hoven í toppdysti í hollendsku kappingini sunnudagin. Ajax var á odda 2-0 í hálvleikinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði innskifti Patrick Kluivert fyri PSV, men so skoraði Ajax tvey skjót mál og tryggjaði sær sig­urin. Stutt fleiri leiklok gjørdi danski Kenneth Perez tað til 5-1. Ajax liggur næstfremst, meðan PSV fram­vegis er á odda – nú við fimm stigum fleiri enn Ajax. Stórur rómur var í høllini á kambsdali leygardagin, tá tað gjørdist greitt, at ÍF hevði vunnið meist­ aradeildina hjá kvinnum við einum sannførandi 3-0 sigri á SÍ í dystinum, sum avgjørdi gullið. Frammanundan høvdu menninir hjá ÍF longu tryggjað sær gullið FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Farna vikuskiftið høvdu flog­bóltsmenninir hjá ÍF longu tryggjað sær meist­ ara­heitið, tá teir vunnu trygg­an sigur á Fleyr í næst­ seinasta umfarinum. Tí var longu greitt undan seinasta dystinum, sum var á Kambs­ dali ímóti SÍ, at teir fóru at fáa gullheiðursmerkini um hálsin henda dagin. Var alt longu avgjørt hjá monnunum undan seinasta leikumfari, so var lagt upp til eitt satt brak í fyrra dysti­ num í høllini á Kambsdali leygardagin. Her tók ÍF nevniliga ímóti SÍ í bestu kvinnudeildini, og undan dystinum var greitt, at vinn­ andi liðið fór avstað við meist­araheitinum. Stúgvandi full høll Tað kemur ikki ofta fyri, at ein ítróttarhøll er stúgvandi full til ein flogbóltsdyst í Før­oyum. Vanliga er tað bert steypafinalurnar, sum draga eina rúgva av áskoð­ arum, men ikki ver til at siga annað enn, at høllin á Kambsdali var stúgvandi full við larmandi og spent­ um áskoðarum undan av­ger­ andi oddadystinum millum kvinnurnar hja ÍF og SÍ. Aðrumegin vøllin sótu hund­raðtals fuglfirðingar og larm­aðu so at siga allan dystin, meðan sørvingar vóru møttir manssterkir upp og høvdu sett seg hinu­ megin vøllin at heppa sítt lið. So eingin ivi var um, at karmarnir kundu ikki verið betri undan seinasta dystin­ um í meistaradeildini hjá kvinnum, har meistaraheitið eisini skuldi avgerast. ÍF fekk góða byrjan ÍF og SÍ kunnu ikki metast at vera tey mest sigursvandu feløgini í føroyskum kvinnu­ flogbólti, men ÍF hevur tó uttan iva fleiri royndir enn SÍ, tá tað kemur til at spæla so týdningarmiklar dystir. SÍ hevur nevniliga ongantíð vunnið meistaraheitið. Um tað vóru royndirnar, sum spældu inn í dystinum á Kambsdali, skal vera ósagt, men ÍF var tó liðið, sum kom væl betur frá byrj­ an. Tær løgdu seg á odda tíð­liga í fyrsta setti, og sjálvt um munurin ikki var ovurhonds stórur, so tóktist ÍF alla tíðina at vera om­an­á. Mitt í settinum dró ÍF enn meir frá SÍ, og sørvágs­ kvinnur tóktust hava ilt við at steðga ÍF. Tað var eisini ÍF, sum vann fyrsta settið 25-20, og sostatt høvdu tær fingið eina flúgvandi byrjan uppá týdningarmikla dyst­ in. Í øðrum setti var tað aftur ÍF, sum kom betri frá byrjan. Tær løgdu seg nøkur stig fram um SÍ, og hesa leiðslun hildu tær langt út á settið. Spakuliga byrjaði SÍ tó at draga inn á ÍF, og endin gjørdist rættiliga spennandi, sjálvt um ÍF alla tíðina var Stórur flogbóltsdagur Fagnaðurin var øgiligur, tá seinasti bólturin varð sligin í gólvið. Og so kundu ÍF-kvinnurnar eisini finna sjampanju-fløskuna fram Hjá monnunum var støðan kanska ikki heilt so spent, sum hon var tá hjá kvinnum, og tí vóru smílini stór longu við dystarbyrjan