mánadagur 19. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 55 - 19. mars 2007 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
»Ávaring: Ein virus er farin at ganga Symptomir: Gott lag,
róp og undirhald. Útbrot tann 17-03-2007«
www.ab.fo
Stjørnan-StÍF 30-
15 (14-5)
Enn ein
stórsigur
Stjørnan vann eisini
tryggan sigur í
seinnu hálvfinaluni
ímóti StÍF í Sunset
kappingini, og sostatt
eru tær klárar til
finaluna í bestu
kvinnudeildini
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tað var longu greitt eftir
seinna hálvfinaludystin
millum
Stjørnuna
og
StÍF, at Stjørnan helst fór
at koma víðari. Tær
vunnu nevniliga sannfør
andi í fyrra dystinum á
Skála, so spenningurin
var ikki tann heilt stóri
undan seinnu hálvfinal
uni.
Stjørnan avgjørdi tó
dystin mest sum alt fyri
eitt. Tær komu nevniliga
á odda 6-0, og StÍF fekk
ikki sítt fyrsta mál í dyst
inum, fyrrenn 20 minuttir
vóru farnir, so hetta fór
ikki at gerast lætt hjá
teimum.
Í
steðginum
hevði Stjørnan vunnið
seg heli níggju mál fram
um, og her týddi okkurt
uppá stórsigur.
Eftir steðgin kom StÍF
heldur betri við, og nú
skoraðu tær eisini fleiri
mál. Allíkavæl var tað
Stjørnan, sum bleiv við
at økja um munin. Sjálvt
um tær manglaðu Alinu,
so tóktist hetta ikki at
nerva tær nakað sum
helst, og at enda vunnu
tær við heili 15 málum í
seinnu hálvfinaluni. Við
sigrinum eru tær klárar
at møta VB í finaluni.
VB og Neistin spældu
enn ein javnleik í
seinnu hálvfinaluni í
Sunset kappingini.
Við javnleikinum skal
VB møta Stjørnuna í
finaluni, tí tær hava
skotið flest mál á
útivølli ímóti Neist
anum í báðum
hálvfinalunum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyrri hálvfinaludysturin í
Sunset kappingini millum
VB og Neistan var endaður
við javnleiki 26-26 í høllini
á Hálsi, og tí var lagt upp til
ein sera spennandi dyst, tá
liðini møttust í Vági í
seinnu hálvfinaluni, tí her
var als einki avgjørt.
Dysturin byrjaði eisini
dramatiskt má sigast. Ella
tað var kanska ikki júst dyst
urin, men meir umstøðurnar
kring sjálvan dystin, sum
vóru heldur keðiligar sunnu
morgunin. Veðrið var av tí
keðiligasta um suðuroyar
fjørð, og tí hevði Smyril
valt at steðga siglingini
sunnumorgunin.
Hetta
gjørdi, at eingin dómari
kundi koma suður, men í
evstu løtu blivu dómararnir
tó sendir suður við eini
tyrlu hjá Atlantsflog, soleið
is at dysturin kundi spæl
ast.
VB var omaná
Høllin í Vági var mest sum
stúgvandi full, tá dysturin
bleiv bríkslaður í gongd
millum VB og Neistan, men
tað vóru so at siga bert vág
bingar í høllini, tí neistavið
haldsfólkini sluppu ikki um
suðuroyarfjørð orsaka av
ringa veðrinum.
Fyrstu løtuna av dystinum
var líkt til, at hann kundi
blíva rættiliga spennandi.
Her var at kalla eingin mun
ur á liðunum, og tá annað
skoraði, svaraði hitt skjótt
aftur. Liðini tóktust eisini
vera rættiliga varin í dystin
um, og tað var týðiligt, at
bæði løgdu stóran dent á
verjupartin. Hetta gjørdi
eisini, at dysturin ikki var
serliga málríkur, men tað,
sum manglaði í málum,
fingu áskoðararnir so sanni
liga í spenningi.
Um miðjan fyrra hálvleik
tók VB eitt ordans hál.
Fyrst fingu tær trý mál á
rað, og løgdu seg harvið á
odda við tveimum málum.
Tá Neistin so fekk minka
um munin einaferð, skoraði
VB enn einaferð tríggjar
ferðir á rað, so nú var heima
liðið brádliga á odda við
fýra málum.
Móti endanum av hálv
leikinum svaraði Neistin tó
aftur. Nú koyrdi verjan hjá
teimum avbera væl, og í
hinum endanum fingu tær
eisini okkurt málið, so tá
liðini fóru til hálvleik, førdi
VB bert við einum máli.
Verjurnar tóku yvir
Í seinna hálvleiki var tað
verjurnar, sum settu dags
skránna. Bæði liðini høvdu
stórar trupulleikar at skora í
álopinum, men tað vóru tó
gestirnir úr Havnini, sum
fingu betru byrjanina uppá
hálvleikin. Tær fingu trý
mál fyrstu 10 minuttirnar,
og hetta gjørdi, at tær brád
liga førdu við tveimum mál
um.
Hesa løtuna hevði VB
ovurhonds stórar trupulleik
ar at fáa bóltin í málið, og
tað gingu heili 10 minuttir,
áðrenn VB fekk sítt fyrsta
mál eftir steðgin. VB megn
aði tó at kempa seg uppaftur
á javnleik 13-13, tá ið annar
hálvleikur var hálvrunin,
og nú stóð mest sum í stað í
eina løtu.
Bæði liðini høvdu fram
vegis trupulleikar við at
skora, men innímillum kom
okkurt hendinga mál síðsta
korerið.
Ta fýra minuttir vóru eftir
at spæla, legði VB seg á
odda við einum máli, og nú
sá ikki gott út hjá Neistan
um. Tær megnaðu at javna
tá á leið tveir minuttir vóru
eftir, men hetta gjørdist eis
ini síðsta málið í dystinum,
sum endaði við javnleiki
16-16.
Við janvleikinum var tað
VB, sum kom víðari, tí at
tær høvdu skotið fleiri´mál
á útivølli. Neistin má hin
vegin lata seg noyða við
bronsuheiðursmerkini.
Sjálvt um tær ongan dyst
hava tapt fyri VB í ár, so er
tað allíkavæl VB, sum skal
møta Stjørnuni í finaluni.
Stjørnan-StÍF 30-15
(14-5)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Peter
sen 8 (1), Anna Kristina
Samson 4, Durita Christop
hersen 4, Maria við Neyst
4, Durita Mikkelsen 3, Joan
M. Djordjevic 3, Shari Mikk
elsen 2, Bára S. Klakkstein
2
StÍF: Rósa Johansen 5,
Rebekka Justinussen 3 (1),
Fríðrun Danielsen 3,
Jóhanna í Króki 2 (1), Bára
B. Danielsen 1, Bára Bertel
sen 1 (1)
Brostkøst: Stjørnan 1, StÍF
5
Útvísingar: Stjørnan 1,
StÍF 3
Dómarar: Sámal Paulason
& Kristjan Johansen
FAKTA
VB-Neistin 16-16 (11-10):
VB fekk finaluplássið
VB-Neistin 16-16 (11-10)
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 5 (3), Gurið Mortensen 5, Maja
Sølvsten 3, Laila Jespersen 1, Margreth Augustinussen 1,
Teresa Joensen 1
Neistin: Nicoleta R. Hansen 6 (4), Unn Kragesten 3, Rakul
Augustinussen 3, Katja Eigemann 2 (1), Ása D. á Neystabø
1, Heidi Maria Akselsen 1
Brotskøst: VB 3, Neistin 7
Útvísingar: VB 6, Neistin 4
Dómarar: Rúni Mohr & Heri Petersen
FAKTA
Enn einaferð gekk javnt á, men við regluni um fletsu mál á útivølli megnaði VB at vinna seg í FM-finaluna móti Stjørnuni
Mynd: Áki Bertholdsen