mánadagur 19. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 55 - 19. mars 2007
Niels Juul Arge fyrrverandi klokkari í Klaksvík, andaðist
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnudagin 18. mars 82 ára
gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Kistan við Óluvu Samuelsen, Klaksvík, fer frá
kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í kvøld klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni týsdagin klokkan
13.30. Tey, ið vilja minnast Óluvu, kunnu lata Mikladals
Sóknar fráhaldsfelag eina peningagávu, konta í Norðoya
Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Í dag, 19.mars, fyllir Heðin Nielsen í
Havn 70 ár. Heðin er upprunaliga eiðis
maður, sonur Eli hjá Nikkel og Jacobinu,
sum var ættað úr Tjørnuvík.
Tey fingu tveir synir Heðin og Súna.
Tá Heðin var 10 ára gamal druknaði Súni
við sjóvarmálan á Eiði, 4 ára gamal.
Í 1949, tá Heðin var 12 ár, gjørdu for
eldrini av at flyta til Havnar. Mamman
vildi ikki uppliva at missa báðar synir
nar á sjónum. Tí skuldi Heðin fáa eina
útbúgving, so hann kundi fáa arbeiði á
landi. Hetta gjørdist best við at búgva
í Havn.
Heðin fór beint í realskúla og síðan
í Handilsskúla. Hansara lívsstarv kom
tí at vera at arbeiða á skrivstovu. Hann
var í mong ár á skrivstovuni hjá Kimbil,
reiðarínum hjá Poul Hansen, sum var og
er kent fyri at rokna væl av. Her kom
hann eisini at kenna nógvar fiskimenn.
Sjálvur var eg í reiðarínum mitt í 60-
unum og kom tá at hitta Heðin fyrstu
ferð. Seinni giftist eg inn í familjuna.
Tá kom eg at kenna Heðin sum ein
fróðligan og fyrikomandi mann, sum
tað altíð er stuttligt at koma í prát við.
Aftná tíðina við Kimbil hevur Heðin
arbeitt á postverkinum, Nordbil og
Almannastovuni, og har hann hevur
verið hevur hansara partur ikki ligið
eftir.
Fyri tað um Heðin er pensjoneraður
er hann framvegis virkin, tí hann hevur
so mong áhugamál. Náttúran og gongu
túrar hevur stóran áhuga. Hann er eisini
fittur í hondunum. Hann dugur væl at
mála, og tað liggur eisini væl fyri at
smíða.
Konan er Jutta, sum er ættað av
Slættanesi. Hon er eisini fróðlig eins
og Heðin.
Sambandið til Eiðis og Slættanes
hevur ført til, at tey hava hús í báðum
støðum, og afturat tí hava tey hús í
Gásadali, har Jutta hevði ætt. Hetta
man geva einum og hvørjum 70 ára
gomlum nóg mikið at gera.
Jutta og Heðin eiga fýra børn, og
eru tey Magni, Marjun, Jacobina og
Hildur. Abbabørnini eru 9 í tali. Øll
búgv tey í Havn, og tí liggur væl fyri
hjá familjuni at koma saman, og tað
koma tey eisini, tí Heðin og Jutta eru
eisini familjumenniskju.
Tað verður ynskt Heðini hjartaliga
tillukku við hansara “støvets år”, sum
tó ikki merkja hann á nakran hátt.
Ó.
Heðin Nielsen, 70 ár
Í dag fyri hálvthundrað árum síðani, í
1957, sá Piotr Krakowski á fyrsta sinni
verðina. Borin í heim mitt millum tvey
stór ríki, Sovjetsamveldið fyri eystan
og Týskland fyri vestan. Lítið grunaði
maðurin, at hann ein dag skuldi búseta
seg í einum av heimsins minstu londum:
Føroyum.
Árið er 1989. B71 hevur árið fyri
vunnið sær rætt til fótbólt í fremstu
deildini. Pólski B71 venjarin Jan Kaz
cynski, ið var komin higar til lands
í 1987, hevur fingið samband við
tveir pólskar leikarar. Annars mál
verji úr pólska 1.deildarfelagnum
Olimpia Poznan og hin miðvallari úr
2.deildarfelagnum Zaglebie Lubin, men
við 12 ára royndum í 1.deildarfótbólti í
heimlandinum. Hesir báðir skulu hjálpa
B71-liðnum at tryggja sær víðari luttøku
í føroysku 1.deild. Royndin eydnast
væl. B71 vinnur FM-heitið í allarfyrstu
royndini. Piotr Krakowski og Wieslaw
Zakrzewski styrkja liðið munandi.
Árið er 2006. Heystardagurin
er komin á vitjan, men líka leggja
sundalagsfólk í kulda. Teirra lið, EB/
Streymur við Piotr Krakowski sum
venjara, er 90 minuttir frá søguligum
FM-heiti. Tíðin gongur, og nú eru
bert nakrir fáir minuttir til hetta er
veruleiki. KÍ er á odda 1-0 á Mølini,
men HB hevur ikki skorað í Gundadali
móti ÌF. Men so rapa Jerikos-múrar,
tá ið Vagnur Mohr Mortensen blæsur
í HB-trompetina og skallar bóltin
upp um ungverska ÍF málverjan. HB
hevur stolið meistaraheitið frá Piotr
og hansara monnum. Møguleikin at
vinna FM-heitið við trimum ymiskum
feløgum er gloppin Piotr av hondum í
allarsíðstu sekundunum. Í 2001 vann
hann greipuna við B36.
Anno 2007 eru 18 ár liðini, síðani
Piotr fyrstu ferð sá føroysku fjøllini.
Fimta árið á rað venjari norðuri í
Sundalagnum. Fimta føroyska felagið
við Piotr við róðrið.
Góða eydnu frændi og hjartaliga
tillukku við hálvthundrað degnum. Takk
fyri nógvar góðar løtur í føroyskum
fótbólti, ikki minst í B71.
Ein unglingi fyllur hálvthundrað
Tann 19. mars 1937 var
Heðin Nielsen borin í
heim. Vit í familjuni
eru takksom fyri, at vit
hava henda merkismann
okkara millum, og vilja
vit tí heiðra honum við
nøkrum fáum orðum, ið
einki hava av týdningi,
skulu tey samanberast við
hansara avrik fyri okkum,
ið eru rundan um hann til
gerðandis.
Heðin er føddur og
uppvaksin á Eiði. Altíð
hevur hann víst til, hvað
ani røturnar stava, og
eisini hevur hann hús í
føðibygdini, sum hann og
konan vitja javnan.
Heðin er sera trúfastur
og hjálpsamur, so ikki er
neyðugt at biðja hann um
hjálp til eitthvørt tvær
reisur. Hartil er hann
hegnismaður um ein háls
og sera dugnaligur til alt
handaligt.
Málningarnir, ið hann
hevur latið úr hondum,
eru ikki so fáir, og málar
hann upp á “gamla” mátan,
har landslagið kemur til sín
rætt.
Eisini træsmíð er hansara
áhugi, og hann man hava
gjørt fjallstavar til flest øll
børnini og abbabørnini.
Summar sum vetur
ferðast hann saman við
Juttu á hvørjum tindi, og
hartil er Heðin íðin innan
gongufelagið í Havn, og
ikki minst eru bæði hann
og Jutta sera virkin í Fugla
frøðifelagnum.
Heðin fekk sær konu av
Slættanesi og hevur skriv
að søgu um Bygdina, ið er
honum sera kær. Honum
dámar eisini sera væl at
verða á “nesinum”, og
mangur veiðumaður á
nátaferð hevur notið gott
av hansara søguvitan um
bygdina. Sjáldsama blíða
lyndi hansara hevur altíð
verið við til at drigið til
sín.
Fyri kortum bygdu tey
sær heim í Gásadali, har
konan hevur røtur, og
Heðin trívist best millum
“bygdarmenn”.
Hann arbeiddi nógv ár
sum skrivstovumaður hjá
Kimbil.
Síðstu mongu árini, áðr
enn komið varð til pensi
ónsaldur, var hann skriv
stovumaður á Almanna
stovuni, líka til hann
legði frá sær fyri aldur
fyri góðum trimum árum
síðan.
Tey bæði eiga børnini
Magna, Marjun, Jacobinu
og Hildur, og við árunum
eru ommu- og abbabørn
teirra vorðin níggju í tali.
Vit í familjuni vilja
ynskja tær, Heðini, góðan
byr í komandi árum.
Familja & Vinir
Heðin Nielsen
sjeyti
Waldemar Nowicki
og Piotr Krakowski
mynd: b71-sandoy.com
Tøkk
Øllum tykkum, sum við gávum, blómum
og vitjan gleddu meg á 80 ára degnum,
takki eg hjartaliga.
Takk, Georg fyri sangin.
Heilsan
Anna Eystan Á
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenlsu og alla hjálp
við jarðarferðina hjá
Jógvani Adolf Johannesen
Dali
Inga
Vitus og Turið
Hans Marius og Bergljót
nøvn