mánadagur 19. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2007
17
tíðindi
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin
20. mars. Gordius, deyður umleið 300. Rómverskur
hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
kæri maður mín, góði pápi, sonur, verfaðir, beiggi,
versonur og svágur okkara
Jákup Augustinussen
Hoyvík
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri alla ta hjálp, sum veitt varð okkum í
samband við jarðarferðina.
Takk fyri góð orð frá Hera Joensen, presti, í
kapellinum og kirkjuni.
Takk til tykkum, ið stóðu fyri ervinum.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til
okkum og Krabbameinsfelagið.
Takk fyri góð minningarorð og til øll tykkum
mongu, sum fylgdu Jákupi til hansara seinasta
hvíldarstað.
Olevina, Rakul, Randi og Hanna
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og
beinasemi, tá kæri maður og pápi okkara
Símun Berthelsen
so brádliga varð tikin frá okkum.
Takk fyri vitjanir, uppringingar, blómur, kransar
og gávur til missiónshúsið.
Takk fyri vøkur, troystarrík orð í kapellinum,
heima og í kirkjuni.
Hjartans tøkk fyri stóru hjálpina við
jarðarferðina og ervið.
Takk til familju, vinir og grannar,
ið hava verið so væl um okkum, og
stóra tøkk til øll tykkum mongu, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Ein serlig tøkk til manningina umborð á Strandingi.
Jesus veri hjá okkum øllum.
Etly, Pauli, Dania og Jákup
Vit hjúnuni vilja á henda hátt senda
takkarkvøðu til tykkum øll um landið,
ið sendu okkum heilsanir, nú Haraldur
kongur hevur heiðrað okkum fyri
arbeiði okkara her í Noregi.
Serstakliga takk til Jóannes Eides
gaard løgmann fyri hugnaligu heils
anina. Tað hevur verið hugnaligt at
fingið heilsanir úr fleiri londum, men
mest av øllum hevur tað glett okkum
tey góðu orð vit hava fingið frá teimum,
ið hava havt brúk fyri hjálp frá okkum,
og familjum teirra um alt landið.
Tá vit vóru ung, søgdu vit við hvønn
annan, at um vit megnaðu bert at
hjálpa einum menniskja, so hevði lív
okkara ikki verið nyttuleyst. Av øllum
heilsanum vit hava fingið, eru vit sera
bilsin yvir, hvussu nógv tey eru, ið hava
fingið eina hjálpandi hond at halda í tá
trupulleikar og neyðin strongdi á, og
sum hava fingið hjálp bæði handaliga
og andaliga.
Sjálvsagt eru vit glað og takksom,
men vit hava so mikið av skili, at vit
stillisliga og eyðmjúkliga senda tøkkina
víðari til Harran, ið kallaði okkum til
hesa uppgávu.
Hans Andrias Djurhuus, sáli, yrkti
so vakurt um føðilandið í einum av
barnarímum sínum:
Hetta landið er mítt,
hetta landið er títt,
sum tað liggur í havi
so fagurt og frítt.
Her er heimið hjá mær,
her er heimið hjá tær –
og tað sigur við teg:
“Tú skalt minnast meg altíð
um allan tín veg.”
Í sannleika eru vit heppin, ið aldust upp
í einum so góðum og tryggum landi
sum Føroyum.
Barnaheim okkara vóru góð og trygg,
har bæði foreldur, familja og grannar
fjálgaðu um okkum.
Vit aldust upp í okkara andaliga
heimi í Frelsunarherinum. Har vóru
nógv, ið vóru um okkum og sýndu
umsorgan og kærleika.
Vit byrjað í arbeiði millum gøtufólkið
(tey heimleysu) í eini broytingartíð hjá
rúsumsorgini. Nógv skuldi broytast og
byggjast uppaftur. Ikki altíð var tað
lætt, og stundum var ósemja millum
landspolitikarar og kommunur. Sum
árini gingu, var samstarvið betur, og
nú er tað á góðari leið. Samstarvið
millum okkum og tað almenna hevur
gingið væl, og tað hevur verið sera gott
seinastu árini. Avbjóðingar hava verið,
men ein hevur alla tíð funnið eina góða
semju til frama fyri brúkaran.
Vit hjúnuni vóru sera glað yvir at
Oslo býur heiðraði okkum við St.
Hallvard medaljuni í ár 2000. Tað er
størsti heiður ein borgari í Oslo kann
fáa, og var tað tekin um at býarstjórnin
virdi tað arbeiði ið Frelsunarherurin
hevði gjørt.
At vit nú, sjey ár seinni skuldu fáa
heiður frá kongi, er tekin um at arbeiði,
ið vit umboða er viðurkent um alt
landið.
Vit eru sera stolt av øllum, ið arbeiða
í rúsumsorg Frelsunarhersins í Oslo.
Tað eru 150 sum nú eru í føstum starvi
har. Harafturat er tað ein stórur hópur,
ið arbeiðir sjálvboðin.
Eisini hevur rúsumsorg Frelsunar
hersins eitt fjøllbroytt arbeiði í fleiri
býum víða hvar um landið.
Týsdagin 13. mars vóru vit og vitj
aðu á slottinum saman við børnum
okkara.
Haraldur kongur og vit tosaðu saman
um millum annað, tá hann sum krún
prinsur vitjaði í Føroyum. Vit hittust
eisini í norska sendiráðnum í Reykjavík
í 1967.
Sonja drotning hevur í nógv ár havt
stóran áhuga fyri arbeiði okkara í
“VITANUM” í Urtagøtuni 16. Tvær
ferðir hevur hon vitjað har, og triðju
ferð vóru øll boðin til gudstænastu
í slotskapellinum saman við kongs
familjuni.
Vit bæði hava havt ta stóru gleði at
fingið eina “stórfamilju” her í Noregi.
Tað krevur í sannleika sítt. Tað er rætt
at tað eru nógvir sorgtungir og dimmir
dagar, men rætt sum er koma glottar
í. Síðsta mánadag vitjaðu vit ein, ið
uttanríkistænasta landsins hevur hjálpt
úr fangatippi í Jemen. Samarbeiðið við
Frelsunarherin gekk væl, og hann kom
aftur til Oslo fyri einari viku síðani.
Hann hevur búð hjá Frelsunarherinum
í nógv ár, áðrenn hann fór uttanlands.
Nú býr hann í herbergi okkara her í
Oslo. Tá vit skiltust segði hann:”Takk
fyri at tit og Frelsunarherurin eru til!
Eg havi ongan annan!”
Nú Erna er farin frá vegna aldur og
Njál hevur eitt ár eftir, er spurningurin:
Hvat nú? Svarið er einfalt: So leingi
hjarta slær og heilsan er góð koma
vit bæði, um Gud vil, at gera tað vit
megna at arbeiða ímillum menniskjur,
ið treingja okkum, tað er gøtufólkið,
tey heimleysu, okkara stórfamilja!
Gud vælsigni tey, og tykkum ið lesa
hesa takkarkvøðu!
Gud signi várt føðiland Føroyar!
Erna og Njál
Takkarkvøða frá Ernu og Njál
Týsdagin 13. mars vóru Erna og Njál og vitjaðu á slottinum í Oslo saman við børnunum