Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2007 Teitur í rapp/rokk útgávu Um talan er um tekniskan feil ella hacking er ikki greitt, men tey sum vitjaðu myspace síðuna hjá Teiti fríggjakvøldið, hoyrdu ikki fagran føroyskan singer/songwriter tónleik, men rapp við Beastie Boys.Løgini So Wat’cha Want, Brass Monkey, Check It Out og No Sleep To Brooklyn buldraðu úr telduhátalarunum, tá planet.fo vitjaði myspace.com/teitur. Men eftir eina løtu, riggaði aftur og løgini Louis Louis, Great Balls Of Fire og I Run The Carrousell vóru komin upp á pláss aftur. Kavi tarnaði flogferðsluni Morgunflogfarið hjá Atlantic Airways við ætlaðari fráferð 8.15 varð seinkað vegna veður, nógvi kavin á breytini forðaði fráferðini. Roynt varð at grava og busta av flogbreytini, men tað bleiv við at kava í aftur. Um 10 tíðina gjørdust líkindini betur, og flogfarið fór á flog 2 tímar seinkað. - Ta einu løtuna sunnu­náttina var veðrið í Fuglafirði so ringt, at bjargingar­ felagið helt tað ikki vera ráðiligt at fara út um dyrnar, sigur løgreglan í Havn Skaðaveður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygarkvøldið og sunnu­ nátt­ina vaks hann rættiliga vindin høgt, samstundis sum tað fór at kava rættiliga illa. Eftir midnáttarleitið gjørdi herviligi stormurin um seg fleiri staðni kring landið, bæði í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og í Vágum. Útideyðaveður Fleiri staðni kring landið hendu smærri og størri storm­skaðar, tó ikki so, at hús fórust illa. Takplátur rivu, okkurt vind­eyga fór, og onkur hurð á bilhúsi kundi heldur ikki standa ímóti nógva vindi­ num. Onkustaðni slitnaðu end­ ar hjá skipum, sum lógu við bryggju, men tíbetur hildu aðrir endar, so skaði ikki stóðst av hesum. Løgreglan í Havn sigur, at bjargingarfeløg kring land­ið royndu at hjálpa fólki eftir førimuni, men ta einu løtuna var veðrið í Fuglafirði so ringt, at bjarg­ ingarfelagið helt tað ikki vera ráðiligt at fara út um dyrnar. Sum skilst, táttaði vindmegin sunnunáttina upp í seksti metrar rum sekundið, har ringast leikaði á. Tað er av allar ringasta veðri og rættiligt skaða­ veður. Góð hjálp At bjargingarfeløg eru tøk undir slíkum umstøðum og eru til reiðar at hjálpa til, har á stendur, er við til at avmarka skaðarnar. Líka so umráðandi, sum tað er, at einki leyst liggur og rekst í slíkum veðri, er tað umráðandi, at hond verð­ur tikin um, har skaðar henda, so tilfar, sum skæðir seg leyst, ikki liggur og fýkur húsanna millum. Bjargingarfeløg hættaðu sær ikki út Løgreglan sigur, at tað gjørdist rættiliga hált í vikuskiftinum og nú í morgun, og tað ger tað ikki minni vanda­mikið í ferðsluni, tá bæði hált og nógvur vindur er Ferðsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kavin, sum brádliga legðist leygarkvøldið og sunnu­nátt­ ina, órógvaði ferðsluna og førdi til fleiri smærri ferðslu­ óhapp, serliga í høvuðs­ staðarøkinum, men eisini kring landið Løgreglan í Havn sigur, at hóast sera vánaligu koyri­ líkindini, sum stóðust av stormi og kava sunnunáttina, kom tíbetur eingin fráboðan um álvarsligan mansskaða. Aftur mánamorgunin, tá ið fólk skuldu til arbeiðis, vóru ring koyrilíkindi, og fleiri leiðir hjá Bygdaleiðum vórðu avlýstar, serliga í Eysturoy. Á Kambsdali var eingin skúlagongd, og sama var eitt nú á Oyrarbakka og Strond­um. - Vit mugu siga, at í mun til vánaligu koyrilíkindini - bæði sunnunáttina og nú í morgun við nógvari hálku og stundum nógvum vindi - hevur ferðslan gingið hampi­liga væl. Vit hava fingið fleiri fráboðanir um smærri óhapp, men tíbetur hava vit ikki hoyrt um stór­ vegis mansskaðar. Seinnapartin sunnudagin vóru eisini nøkur ferðslu­ óhapp, og millum hesi var ein bilur í Hósvík, sum fór skeivur á vegnum. Kvinna og maður vóru í bilinum, og kvinnan endaði á skaða­ stovuni við onkrum smærri snuddum í beinunum. Løgreglan sigur, at tað gjørdist rættiliga hált í viku­ skiftinum og í morgun, og tað ger tað ikki minni vanda­ mikið í ferðsluni, tá bæði hált og nógvur vindur er. - Jú, vit kunnu bara siga, at ferðslan eftir umstøðunum og líkindunum, sum hava verið, hevur gingið hampi­ liga væl, sigur løgreglan. Ferðslan gingið væl eftir umstøðunum Menna tónleikalívið í Klaksvík Klaksvík fær 14. apríl eitt hús við venjingar­ hølum til tónleikabólkar. Dávavirkið sum verður rikið av Virkishúsinum, hevur 8 nýggj venjingarhøli og eina konserthøll. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í 80’unum varð prátað um Klaksvík, sum tónlistarliga høvuðsstaðin í Føroyum, men longur og longur er blivið ímillum stórhittini úr Klaksvík, her hava Eyst­ uroyggin og Havnin yvir­ hálað innanum. Men við hesi verkætlan, ið á nógvar hættir minnur um Marga­ rinfabrikkini í Havn, kann hetta broytast almikið. Tann týdningur Margarin­ fabrikkin hevur havt fyri tónleikalívið í høvuðs­stað­ num er ótrúligur. Á Dávavirkinum verða tvey stór høli, tvey miðal høli og tríggjar boksir. Virk­is­húsið kemur at um­sita hølini, sum einhvør ein­stak­lingur ella bólkur kann leiga. Eisini verður møguligt hjá øðrum at skipa fyri kon­ sertum og tiltøkum annars í konserthøllini, sum hevur pláss fyri umleið 150 áhoyrarum. Um tú hevur tørv á einum venjingarhøli, so ber til at ringja til Virkishúsið á telefon 458510 ella 288510. Ella við at støkka inn á gólvið gerandisdagar frá kl. 14.30 til kl. 22.30 í Virkishúsinum á Klaksvíksvegi 57. Klaksvíkar kommuna hevur leigað bygningin, ið hevur staðið tómur eina tíð. Dávavirkið er upprunaliga eitt flakavirkið. Sostatt kann staðfestast, at tónleikalívið í Havnini húsast á eini gamlari margarinfabrikk, meðan tað eitt gamalt flakavirkið verður brúkt til tílíkt virk­ semið í Klaksvík, hetta tykist á onkran hátt hóskandi í fiskivinnubýnum Klaksvík. Dávavirkið letur dyrnar upp leygardagin tann 14. apríl. Helst verður skipað fyri onkrari spennandi konsert hendan dagin, so tað er at fylgja við og leggja leiðina inn á gólvið. - Vit á Virkishúsinum gleða okkum til at síggja tykk­ um øll í Dávavirkinum, skrivar tey á myspace heima­ síðuni hjá Dávavirkinum: myspace.com/davavirkid  Fyribils hava afturmeldingarnar frá fólki verið sera góðar verður sagt úr Klaksvíkar. Eyðun Nolsøe var ein av berandi kreftunum í rákinum, ið fekk fólk at kalla Klaksvík fyri føroyska tónleika høvuðsstaðin Tað leikaði hart á í Fuglafiðri og aðrastaðni kring landið sunnunáttina. Sum leygarkvøldið leið, vaks hann upp í hvassan storm høgt, samstundis sum kavi legðist kring landið Hesin bilurin fór út av vegnum inni í Hósvík seinnapartin sunnudagin, men tíbetur hendi ikki stórvegis mansskaði