Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2007 Lagt er upp til eitt spennandi val um næstformanssessin í Sambandsflokkinum, eftir at Jóhan Dahl hevur bjóðað Alfredi Olsen av. Ongin av lokalu formonnum vilja út við, hvørjum teirra feløg fara at stuðla POLITIKKUR Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Sjáldan hevur verið langt ímillum politisku brotini í Sambandsflokkinum, og nú er aftur eitt stríðsval á veg. Tá flokkurin hev­ur aðalfund komandi fríggja­ dag, eru tvey valevni til næst­ for­manssessin, sum Alfred Olsen í løtuni sigur á. Ónøgdin við, at annar av sambandstingmonnunum í Eysturoynni hevur tikið stuðulin til samgonguna aftur, orsakað av nógv um­strídda 266B málinum, er rættiliga stór í flokkinum. Hetta hevur fingið valfelagið hjá Jóhan Dahl í Suðuroy til at skjóta hann upp sum næstformann í flokkinum, ístaðin fyri Alfred Olsen. - Vit hava tikið hetta stigið, tí vit er ónøgd við at hava ein næstformann, sum ikki virðir eina demokratiska at­kvøðugreiðslu í ting­in­ um. Tí halda vit eisini, at hann hevur sett seg sjálvan uttanfyri. Sam­bands­ flokkurin er í samgongu, og hetta eigur eisini næst­ formaðurin at rætta seg eftir. Mann kann bara vera í einum posa í senn, sigur Zacharias Bech, ið er formaður í Suðuroyar Sambandsfelag. Hann torir ikki at gita, hvør fer at vinna valið, tí hetta er ikki í hansara hondum. - Her suðuri fara vit sjálv­andi at atkvøða fyri Jóhan Dahl, men hvat hini lokalfeløgini gera, eru vit ikki harrar yvir, sigur Zacharias Bech. Formaðurin í valfelagnum í Eysturoy, Samhald, har Alfred Olsen er valdur, er heldur ikki nøgdur við støðutakanina hjá teirra valevni. Tí skal tingamaðurin av Toftum eftir øllum at døma ikki føla seg tryggan við at fáa allar fimm atkvøðurnar í Eysturoynni. Eg eri júst komin aftur uttanlands og havi ikki havt tíð at tosa við nakran av hinum nevndarlimunum, so eg veitt satt at siga ikki, hvussu tað fer at fella út hjá okkum. Men tað er ongin loyna, at Alfred Olsen ikki hevur rættað seg eftir áheitanini frá okkum um at stuðla samgonguni. Nú skulu vit halda fund fyrst og síðani taka støðu út frá tí. Vit eru 13 nevndarlimir og hava fimm atkvøður, so tað er langt frá greitt, um tað eina valevnið fær allar atkvøðurnar. Tað kann væl henda seg, at annar til dømis fær tríggjar atkvøður og hin tvær, sigur Jóhan Petersen, ið er formaður í Samhald. Býta atkvøður ímillum báðar Heldur ikki á Vágum er tikin nøkur støða til, hvørt Alfred Olsen ella Jóhan Dahl fær stuðul frá Vága Sambandsfelag. - Vit hava ikki havt fund um málið, og tí veit eg ikki, hvørja støðu hini nevndarlimirnir hava. Eg havi heldur ikki gjørt upp við meg sjálvan, hvønn eg fari at mæla til, at vit skulu atkvøða fyri. Og tað er als ikki givið, at allar atkvøðurnar fara til sama valevni. Hetta plaga vit at lata stand frítt, sigur Gunnar Nattestad, formaður í Vága Sambandsfelag. Nýggjur formaður er vald­ur í Føroya Væl, ið er veljarafelagið hjá Sam­bands­ flokkinum í Suðurstreymi. Hann eitur Bjarti Thomsen og er úr Nólsoy. - Fyri okkum er hetta so nýtt enn, at vit hava ikki nátt at tosa um tað. Tá hetta so er sagt, haldi eg tað vera sunt fyri flokkin, at fleiri bjóða seg til, og tí hava eg onki ímóti, at dystur er um teir ymsu álitispostarnar í flokkinum, sigur Bjarti Thomsen. Somu áskoðan hevur for­ maðurin í Norðoya Sam­ bands­felag, John William Joensen. - Talan er um tvey góð valevni, og sjálvur eri eg púra opin fyri, hvør tað verður. Undir míni formannstíð her norðuri hava vit altíð staðið samd um tey ymsu valevnini, og tí rokni eg við, at allar fimm atkvøðurnar hjá okkum fara til tað eina valevnið. Hvør tað verður, kann eg onki siga um, fyrr enn vit hava havt fund, sigur John William Joensen. Onnur mál størri týdning Lokalformaðurin í Norð­ oyggjum hevði tó vónað, at meiri krút varð brúkt upp á at viðgeða politisk mál heldur enn persónsspurningar. Til dømis hvørja etiska linju flokkurin skal leggja. Heldur ikki í Sandoynni hevur lokalfelagið hjá flokk­ inum tikið støðu fyri ella ímóti Alfredi Olsen ella Jóhan Dahl. - Sjálvt um eg skilji næst­­formannin og hansara støðu­takan, so er hann sjálv­ur komin sær í hesa støð­­una. Tað ber ikki til at ignorera eina demokratiska atkvøðugreiðslu í Løg­ting­ in­um. Nakað annað er so, at eg hevði hildið tað verið best, um spurningurin um 266B varð sendur til fólka­ atvkvøðu, men hesum hava vit ikki traditión fyri í Føroyum. Í starvsnevndini vil for­ kvinnan ikki taka støðu fyri nøkrum av valevnunum til næstformannssessin. Marj­un Olsen noyðist við at staðfesta, at fólk mugu hava loyvi til at koma við nýggjum valevnum, um tey eru ónøgd við hann ella hana, sum situr. Hetta er positivt fyri demokratiið, heldur forkvinnan í starvs­ nevndini. Jóhan Dahl vil ikki avdúka, um hann metir seg at hava møguleika fyri at koppa Alfredi Olsen av næstformanns­ sessinum í Sambands­ flokkinum. Felagið har suðuri hevur heitt á hann um at stilla upp, og tí ger hann tað POLITIKKUR Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo - Tað er ongin meining í at hava ein næstformann, sum ikki stuðlar samgonguni. Tað haldi eg bæði flokkurin og formaðurin hava brúk fyri, sigur Jóhan Dahl um avgerð sína at stilla upp sum mótvalevni hjá Alfredi Olsen til næstformannssessin í Sambandsflokkinum. Suðuroyartingmaðurin heldur tað eisini vera sera óheppið fyri ein flokk úteftir at hava ein næstformann, ið hevur vent samgonguni bakið. - Tá so eg havi fingið áheitan um at stilla upp, ja, so geri eg tað, sigur Jóhan Dahl, ið kortini ikki vil seta nøkur prosentir á møgu­leikarnar fyri at vera valdur. Hann heldur, at hesa uppgávuna eigur valfelagið at átaka sær at vinna sær stuðul til. Jóhan Dahl hevur fyrr stillað upp móti formanninum í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Jóhannesen, men tapti ta ferðina. Ógreitt hvør stuðlar hvørjum Atlantic Petroleum havt aðalfund Leygardagin hevði føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum aðalfund, har m. a. nevndarval var á skránni. Nevnd og leiðsla sær soleiðis út: Nevnd Kjartan Hoydal (formaður) Poul R. Mohr Mortan H. Jóhannesen, Petur Even Djurhuus, Óli A. M. Hammer Leiðsla: Wilhelm E. Petersen, stjóri, Teitur Samuelsen, fíggjarleiðari. Í vinnusíðunum í Sosialinum í morgin hava vit drúgva frágreiðing frá aðalfundinum. Avbjóðari: Geri bert eftir áheitan Suðuroyartingmaðurin Jóhan Dahl bjóðar seg fram sum næstformann ístaðin fyri Alfred Olsen, ið er valdur í Eysturoynni, men sum aftan á 266B málið tók stuðulin til samgonguna aftur Savnsmynd Frá vinstru: Óli Hammer, Mortan Jóhannesen, Poul Mohr, Kjart­­an Hoy­dal (fm.), Vilhelm Petersen (stjóri), og Petur Even Djur­huus Mynd: Hilmar Simonsen Starvsmannafelagið tveir nýggir nevndarlimir Á aðalfundinum leygardagin 17. mars vóru tveir nýggir nevndarlimir valdir. Teir eru Súni Selfoss og Hilmar Augustinussen, ið komu inn í staðin fyri Eimi Fossdalsá og John Kjær. Eykalimir eru Eimi Fossdalsá og Harald H. Haraldsen.