Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 55 - 19. mars 2007 Privatiseraður uttanríkis­ politikkur Fyrrverandi íslendskur (gene­­ral)konsul, fyrr­vera­ ndi lokalpatriotiskur skipa­ smiðjueigari, núverandi natio­nalur privatiserings­ pionerur og multinationalur avreiðari av føroyskum vinnu­lívi; harumframt glo­ bal­ur oljumatadorur in spe, tann hendinga beskedni plutokraturin harra Poul Mohr er nú eisini farin at royna seg sum filosoffur, flaggpartisanur og meta­ fysiskur søgumaður. Í okkara privatiseringstíð­ um er lagamanni at fáa hvønn tvangstanka út til fjøldina, ikki minst tá ið ein ovurfúsur og stak-ser­ vilur almentløntur sjón­ varps­drongur býður al­menna senditíð og rættir fram almenna licens­finan­ sieraða mikrofon til eks­ tremt privatan monolog Nógv umrødda sjónvarps­ løtan við Pouli Mohr var so intenst privatiserað, at eing­ in annar slapp framat, held­ ur ikki løgmaður, sum annars persónliga bleiv illa viðfarin og beinleiðis desavouer­aður av íslendska eks-konslinum. Í tí glashúsinum, sum kon­sul Mohr stóð í, var ikki júst hóskandi at fara og steina, hvørki eftir Dan­ mark ella løgmanni; men inhabilitetur er jú næstan ein dygd í Føroyum. Tað er ótrúliga ússaligur journali­ stikkur, har bara annar part­ urin sleppur at ”filosofera” um politikk ella onnur kontroversiell mál. Tað er einki minni enn kúging av grundlógar-tryggjaðum talu­frælsi. Láturligur miðlastormur Flaggmálið hjá føroyskum sendidreingjum í Reykjavík var longu av øðrum fan­ tastum gjørt til eina fatala orkan í einum vaskifati. Og Poul konsul legðist ikki á boðini. Hann lýsti tað nærm­ ast sum eina tragediu, at ein grótføroyskur sendi­ skriv­ari skuldi noyðast at sita við eitt óføroyskt skrivi- og knappaborð í rót­ føroyskari knappa­troyggju og kúla seg saman í ríkis­ donskum høli undir donsk­ um flaggi. Slík idiosynkrasi kann virka hysterisk og púra irratio­nel fyri vanligt fólk, men fyri ein erkvisnan loys­ ingarmann, sum er uppaldur til allergi yvirfyri Danne­ brog, er hetta ikki primitiv provokatión, men náttúrligt ”revolvara-diplomati”. Konsulin slapp eisini utt­ an andstøðu at revidera og privatisera søguna eftir egnum tykki. Hann fortaldi t.d., at Anders Fogh plagdi at klamsa hurðina í nøsina á løgmanni, tá ið hann kom til Danmarkar. Bæði kon­ sulin og mikrofondrongurin vita, at hetta er aldri fyri­ komið! Hetta er loddrøtt lygn. Hevði tað hent, so vita vit væl, at føroysk fjølmiðla­ fólk høvdu níst og skríggj­ að verri enn orientalskar grátikonur í vikuvís. Dansk­arar duga diplomat­ iskan sið, tað ger konsulin ikki. Sum lýðin íslendskur ørindadrongur belærdi Mohr føroysku hyggjararnar um, hví teir skullu fegnast um at verða trælkaðir og ný­koloniseraðir av íslend­ ingum. Tað er ikki eyð­ mýkj­andi at liggja undir ís­lendskum jarnhæli, tí teir hava ”virðing” fyri okkum! Andin í monologinum var tann, at vit skullu læra at elska íslendska trældómin og góðtaka rolluna sum fíggjarlig offurlomb. Og so visti konsulin eisini at siga, at føroyingar ong­an­ tíð høvdu brúkt donsku ambassaduna í Íslandi – teir vóru altíð farnir beinleiðis til íslendingar, t.e. uttan um ta donsku ambassaduna. Hetta er krunkandi svørt lygn. Tað er ikki vist, at kon­ sulin lýgur, tí hann kann jú vera óvanliga stuttmintur. Men tað er óhugsandi, at ein maður, sum er síðst í hálvfjerðsunum ikki skal hava hoyrt um ta óføru donsku frúnna Bodil Begtrup, fyrsta danska kvinnu­liga ambassadørin, sum m.a. gjørdi eitt risa- arbeiði fyri nógvar føroy­ing­ ar í Íslandi tíðliga í hálv­ trýssunum. Ósolidariskir íslendingar Men eftirsum konsulin er so stuttmintur, so skal eg lata hann vita, at viður­skift­ ini millum føroyingar og ís­lendingar als ikki vóru ”virðilig”, hvørki í 50´un­ um ella 60´unum. Tvørtur­ ímóti – tað vóru ofta for­ tvivlaði viðurskifti fyri nógvar fiskimenn, útróðrar­ menn og serliga arbeiðs­ gent­ur. Løn-úrtøkan var al­oftast verri, arbeiðstíðin longri og arbeiðsvilkorini ónossligari enn tað, sum varð avtalað frammanundan, og tað var eitt tógvið stríð hjá smáfólki at bøta um tey óvirðiligu korini ella at fáa pengarnar, man hevði til góðar. Tað var, mjúkt sagt, lítil hjálp at fáa frá tí før­ oyska fiskimannafelagnum – teir vóru næstan eiðasørir! - Men tað er ein heilt onnur søga. Íslendska krónan var valutariskt sera óálítandi, og íslendskir arbeiðsgevarar hveptu seg ofta við at halda sáttmálar ella kompensera fólki fyri krónufall, og tí máttu føroyingar ofta fáa hjálp frá donsku am­bass­ aduni, og tað syrgdi tann dynam­iski økonomurin Bodil Begtrup fyri, at teir fingu. Hon var bædi tolin og treisk, og íslendskir mynd­­ugleikar høvdu re­spekt fyri henni.. Tessvegna eru nógv enn á lívi, bæði kvinnur og menn, sum minnast hesa merkis­ kvinnu við takksemi. Hon var internationalt kendur feministur og hevði arbeitt í ST við kvinnumálum.Hon var tí serliga upptikin av vilkorum hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta kom bæði føroyskum og ísl­ endskum arbeiðsgentum væl við. Var nakað mansevni í konslinum hevði hann post mortem givið BB eina treytaleysa umbering fyri, at hann var so dølskur og minnisveikur, at hann gloymdi hana! Eftirmaður hennara, jurist­­urin, Eggert Knuth hjálpti m.a. Føroya lands­ stýri nógv í sambandi við tær strævnu samráðingar, sum vóru vegna útflytingina av sjómarkinum í 1958. Bæði Kristian Djurhuus og Petur Mohr Dam høvdu nógv gott at bera tí mann­ inum. Og tað var avgjørt neyðugt við praktiskari danskari hjálp, tí tá sýndu íslendingar óhugnaliga lítla virðing fyri tí lítla føroyska fólkinum, sum átti at fingið søguligan hevdsrætt innan fyri íslendskt sjómark, har teir høvdu fiskað í meira enn 80 ár. Tað løgdu ís­ lendingar einki petti í, - teir førdu seg fram sum karráir imperialistar. Petur Mohr Dam segði fleiri ferðir, at hann hevði ongantíð havt brutalari og arrogantari samráðingar- mótpart enn Ísland í 1958 – tað stendur søguliga rimm­ arfast. Tá var als einki brøðra­lyndi at hóma! Mytan hjá konslinum er følsk Nær og hví menn eru farnir at dyrka mytuna um ís­lendingar sum okkara vin­ menn, er eitt sindur ógreitt, men tað er avgjørt ein myta, sum ikki eigur søguligan basis. Vit hava, sum Andrass Samuelsen, sáli segði, altíð verið konkurrentar! Og tað er, sum flestum kunnugt, lívsfarligt at fraternisera við konkurrentarnar. Tey, sum royna at skøva útyvir hetta, eru ikki annað enn undir­brotlig og søgufalsandi íslendsk sambandsfólk. Tann nationala ekstasan um eina flaggstong í Reykja­vík, sum hevur for­ myrkað okkara íslendsku sambandsmenn, er púra ana­ log við tað paranoia, sum okkara norsku sambands­ menn við Pálli Patursson á odda vóru andiliga myrka­ lagdir av fyrst í tretivuáru­ num. Meðan Diplomat-Poul ræð­ur til sjálvtekt, við at heysa føroyskt flagg, har tað ikki skal vera, bara fyri at provokera danskarar, so skar hálvbónda-Páll danska flaggið niður, har tað átti at vera (eftir tágaldandi regl­ um), eisini fyri at provokera danskarar. Man má siga, at tað er eitt andiliga fátækt fólk, sum dyrkar slíkar primi­tivar herverksmenn sum hetjur. Juridiskt eru slíkir menn lítið mætari enn vulgerir bandalimir í ein­um rockara-klubba. Dagsskráin hjá hesum monn­um er ógvuliga týðu­ lig. Glorificering og para­ dis­iskar anekdotur um Ís­land ella Norra, og so sáa alskyns mistreysti og lygi­ søgur um Danmark. Málið er permanent konfrontatión og provokatión móti øllum donskum. Tí tað eru jú stórt sæð tær somu typurnar, sum runnu skitin ørindi fyri norðmenn í tretivunum, ið nú renna kolonialistisk og imperial­ istisk avreiðingarørindi fyri íslendingar. Bæði sjálvtekt og áheitan um sjálvtekt er ólóglig, men stóð tað til skipasmiðjufilosoffin, so verður jura privatiserað eftir plutokratiskum prin­ cipp­um. Franskmenn siga ógvu­ liga rámandi um sjálvtekt, at tað er se faire justice à soi-même og so kann tað valla vera meira privati­ser­ andi egocentriskt, sjálvsøkið og nalvaskoðandi. Postludium í bløðunum Rolf Guttesen, sum kom­ andi oljumagnaturin poin­ terar, er fyrrverandi lektor­ ur, ávísti bein-leiðis skeiv­ leikar í tí, sum konsulin segði, og Rolf fregnaðist ógvuliga prægnant eftir kon­ kretum svørum uppá órímu­ lig úttalilsir frá konslinum, men einki av hesum er plutokraturin førur fyri at svara uppá ella reka aftur. Í staðin fyri trívur hann despe­ ratur í síni argumentneyð eftir sjúrðarkvæðunum fyri at leita sær ein ugga úr mið­ øldini. Tað er ógvuliga symptom­ atiskt fyri eina so primitiva anakronismu sum loys­ingar­ rørsluna, at hon noyðist at leita sær styrki og sítt ana­ loga tankatilfar í old­ger­ manskum problematikki niðri við Rhinen í burgund­ ara-býnum Worms fyri 1500 árum síðani, har Siegfried, Günther og Hagen herjaðu og bardust. Men tá í tíðini var jú lítil debatt og enn minni jura – tað var mest svørðið og nevarætturin, sum avgjørdi ”diplomat­ iskar” ósemjur. Tað er helst ikki av til­ vild, at oljukonsulin er so hugtikin av einum ógvis­ ligum ørindi í Høgnatátti. Sum citatið hjá konslinum sigur: ”Tá høgdi man trælir niður” og so slappst jú und­ an allari lønartrætu. - Sum politikkur og diplomati var vælsignað einfalt tá.. Endiliga gevur Søgu-Poul Rolfi eitt skemdarspark fyri at hava verið kommunistur, stalinistur v.m., inntil Berlin­múrurin datt. Gaman í, men tað vóru tað grúiliga nógvir, sum vóru.! Ikki minst teir, sum nú ferðast dúgliga á bonaðu gólvunum hjá Pouli. Ónosslig symbiosa millum kapitalist og stalinist Men hvussu er vorðið við konslinum og stalinistisku kommunismuni? Ja, so para­doksalt tað ljóðar, so gjørdi konsul Poul ikki vand­ari enn, at hann for­ lovaði seg kommercielt við tí mest rabiata maoistiska stalinistinum á kinesara­ vong­inum í Framanum, harra Kjartani Hoydali. Henda sjáldsama regist­ reraða oljugreipa hevur síðani dominerað føroyskan orkupolitikk og prostituerað seg undir tí illkendu og ónossligu multinationalu olju­fyritøkuni Amerada Hess. Henda fyritøka er inter­nationalt kend fyri at trælka og kúga fakfeløg og brúka smábørn sum trælir í oljuvinnuni, serliga í Birma og Nigeria. Jú, hetta eru knáir menn, heilt eftir mið­ aldarleisti í sjúrðarkvæð­ unum. Føroyskur oljupolitikkur er forkryplaður síðani hesa ódelikatu greipu, tí tað almenna er skúgvað til viks og púra einki hevur fingið at siga. Alt er privatiserað av tí framamanninum, sum var størsti hatari av øllum privatum fyritaksemi, inntil hann fylti hálvthundrað og møtti Pouli.. Nú er konsulin ógvuliga góður við stalin­ istin og hjúklar um hann. Annars var harra Hoydal munandi meira at síggja í DDR handan Berlinmúrin, enn Rolf nakrantíð var. Og líkasum Poul trívist í Reykja­vík, so stórtreivst Kjartan í lívd av Berlinmúrin­ um, sjálvt um hann seinni mest ferðaðist til summ­ar­ legur í Albanien hjá stalin­ ist­iska bølmenninum En­hver Hodja. Hevur stalinistiski eks- kommunisturin, sum nú snorkar í London, púra einki vald á Pouli ekskonsli, ja, so er hann bara skamm­ leysur opportunistur ella trælur. Og trælir, citerar Poul úr Høgnatátti skullu høggast niður. Júmen, plutokrati er helst nógv meira konse­ kvent, kliniskt og ómaka­ leyst enn eitt stríggið demo­krati. Íslendskur ørindadrongur skeiklar og beklar søgulig fakta 14. mars 2007 Virgar T. Dalsgaard viðmerkingar