Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 55 - 19. mars 2007 Nú virksemið økist í hvørjum, søkja vit eftir einum innkeypara og tænastuveitara til Skipasmiðjuna. Starvið Saman við øðrum dugnaligum starvsfólkum á innkeyps- og søludeildini kemur tú at arbeiða við keypi og avgreiðslu av telefonsølu - herundir at veita viðskiftafólki okkara ta neyðugu tænastuna. Arbeiðið kann hava nakað av telefontænastu uttanfyri vanligar arbeiðstíðir. Arbeiðsplássið er á Skála. Førleikar Vit vænta, at tú: - hevur maskintekniskan førleika og áhuga - hevur góð samskiftis- og samstarvsevni - hevur evni at loysa truplar logistikkuppgávur, tá ið á stendur Innkeypari og tænastuveitari - dugir at málbera teg á føroyskum, skandinaviskum og enskum máli. Vit bjóða Eitt sjálvstøðugt og spennandi arbeiði við nógvum avbjóðingum. Løn og treytir eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til: Tórshavnar Skipasmiðju P/F Postboks 65 FO-110 Tórshavn Att.: Hans Jacob Poulsen, innkeyps- og søluleiðari, í seinasta lagi 27. mars 2007. Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Hans Jacob Poulsen á telefon +298 50 11 50 ella hans.jacob.poulsen@faroeyard.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tórshavnar Skipasmiðja J.C. Svabosgøta 31 P.O. Box 65 FO-110 Tórshavn Tel +298 30 11 00 Fax +298 30 11 01 info@faroeyard.fo www.faroeyard.fo Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Goymslufólk Arbeiðsuppgávur · útflýggjan av eykalutum og amboðum · viðlíkahald av goymslu og amboðs­ rúmi á maskinmiðstøðini Førleikakrøv Tann, ið settur verður, skal hava royndir innan goymslustýring og hollan teldukunnleika. Harumframt er kunnleiki til entreprenørmaskinur og lastbilar ein fyrimunur, men eingin treyt. Umsøkjarin skal hava vanligt koyri­ kort. Setanartreytir Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir skulu sendast Landsverki, Postsmoga 78, 110 Tórshavn, ella til lv@lv.fo, og skulu vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 28. mars, 2007. Merkið umsóknina „Umsókn goymslufólk.“ Nærri upp­ lýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóan Petur Patursson, rakstrarleiðara, á tlf. 540 950 ella umvegis teldupost jpp@lv.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleikauppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. STARVSLÝSING Søkt verður eftir dugnaligum og álítandi goymslufólki til maskinmiðstøðina í Kollafirði at byrja skjótast til ber. Maskinmiðstøðin hevur um hendi viðlíkahald av entreprenør­ maskinum hjá Landsverki og høvuðsgoymslu av eykalutum og amboðum, herundir innkeyp og viðlíkahald av hesum. lýsingar Eystara Bryggja • FO-100 Tórshavn • Faroe Islands Tel.: +298 352900 • Fax +298 35 29 01 • E-mail: alphatravel@alphatravel.fo Alpha Travel er ein vinnulig ferðaskrivstova, ið avgreiðir ferðir fyri virkir, stovnar og reiðarí. Nú virksemið verður víðkað, sóknast vit eftir einum starvsfólki afturat. Arbeiði fevnir m.a. um: • Bílegging av ferðaseðlum í Amadeus. • Ráðgeving og tænastu bæði umvegis telefon og teldupost. • Bílegging av hotellum, bilaleigu, ferðatryggingum o.s.fr. • Senda og fakturera PTA. • Útskriving og sending av ferðaskjølum. • Samskipan við okkara veitarar í Føroyum og útlondum. Vit vænta, at tú hevur hesar neyðugu førleikar • Royndir innan IATA/Amadeus hava fyrimun. • Góðan teldukunnleika. • Tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt. Persónligir førleikar: Tú arbeiðir sjálvstøðugt og dugir at hava fleiri bóltar í luftini samstundis. Tú ert smílandi, ágrýtin, fyrikomandi og lættur/løtt av lyndi. Hjá Alpha Travel fært tú: Eitt spennandi arbeiðspláss við nýggjum avbjóðingum hvønn dag, har vit hava høgar ambitiónir um altíð at gevu bestu tænastu og har sjálvstøða og nýhugsan verða høgt mett. Eitt gott arbeiðsumhvørvi í stórum og ljósum hølum. Løn og treytir sambært avtalu og førleika. Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn og C.V. sum teldupost til: tommy@alphatravel.fo ella við vanligum posti til: Alpha Travel, Eystara Bryggja, 100 Tórshavn viðmerkt: Umsókn - í seinasta lagi 26. mars 2007. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Sølufólk til Alpha Travel Alpha Travel søkir eftir einum sølufólki at byrja skjótast tilber ella í seinasta lagi 1. mai 2007.