týsdagur 20. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 56 - 20. mars 2007
tíðindi
Strandferðslan
væntar, at Smyril
noyðist í dokk at gera
stabilisatorarnar, men
tað sleppur hann ikki,
fyrrenn um ein góðan
mánað
Suðuroyar
siglingin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er framvegis ógreitt,
hvussu leingi Smyril fer at
rulla so illa, sum hann ger í
løtuni.
Tað eru nú tvær vikur síð
ani, at tey varnaðust, at ein
flansi, sum helt einum pakn
ingi í stabilisatorunum, var
farin í báðum borðum og at
stabilisatorarnir lóku olju.
Fyri ikki at taka nøkur
óráð fyri og gera skaðan
verri, varð gjørt av at lata
vera við at brúka stabilisat
orarnar, til greiða var fingin
á støðuni.
Men hetta hevur ført við
sær, at við ongum stabilisat
orum, hevur Smyril rulla
nógv verri enn vanligt.
Harafturat hevur veðrið
verið ringt og sostatt eru
eisini fleiri fráferðir avlýstar
og í gjár sigldi Smyril slett
ikki, tí hann hevði rullað so
illa, at tey hildu ikki, at tað
var ráðiligt at sigla við fólki
og bilum. Tað var ikki tí at
nakar sum helst vandi var á
ferð, at ferðir eru avlýstar,
men tað er neyðugt at taka
serlig atlit at ferðafólki og
tungum
flutningi,
segði
Strandferðslan.
Bíða eftir fólki
Men enn ber ikki til at siga
nakað um, nær í brekið
verður rættað.
Virkið, sum hevði gjørt
stabilisatorarnar, skuldi sen
da fólk til Føroya at kanna
brekið, men tey fólkini eru
ikki komin enn.
So nú hevur Strandferðs
lan rykt eftir at vita, nær tey
koma og hevur samstundis
kravt, at tey koma beinan
vegin.
Umboðini fyri framleiðar
an skulu so kanna brekið og
vita um tað ber til at umvæla
tað, ímeðan Smyril liggur í
sjónum.
- Framleiðarin kennir ikki
til hetta slagið av brekið og
tí eru eisini tey eitt sindur
óviss um, hvussu farast skal
fram, fyrrenn brekið er
kannað, sigur Niels Juel
Arge, stjóri á Strandferðslu
ni.
Kortini metir hann, at
sum tað sært út, eru smá
útlit fyri, at tað kann umvæl
ast, ímeðan Smyril er í sjón
um og tí stúratey fyri, at tað
verður neyðugt at senda
hann av landinum í dokk.
- Vísir tað seg at brekið
kann umvælast, ímeðan
Smyril er í sjónum, verða
tað óvæntað góð tíðindi, sig
ur Niels Juel Arge.
Ringt at sleppa í dokk
Men samstundis, sum bíðað
verður eftir fólkinum frá
verksmiðjuni,
kannar
Strandferðslan, hvar Smyril
kann sleppa í dokk sum
skjótast.
Men tað er lættari sagt
enn gjørt, staðfestir stjórin
á Strandferðsluni.
- Vanliga hava dokkirnar
nógv at gera hesa tíðina, tí
nógv skip brúka hesa árstíð
ina til at gera klárt til sum
marsiglingina, sigur Regin
Vágadal, sum er rakstrar
leiðari hjá Strandferðsluni.
Hann sigur, at tað, sum
fyribils liggur í kortunum,
er, at Smyril sleppur ikki í
dokk fyrrenn síðst í apríl,
ella um ein góðan mánað.
Men um hann kann fara í
dokk tá, er óvist, tí tað verð
ur neyðugt at útvega avloys
araskip ímeðan hann er í
dokk.
Og tað hevur ikki enn
eydnast at finna eitt hóskan
di skip, hóast nakrir møgu
leikar eru.
Annars skuldi Smyril í
dokk í nakrar vikur í sep
tember og tá varð avtalað
gjørd um at leiga ferjuna
St. Ola úr Estlandi, at loysa
av.
Hon hevur loyst Smyril
av fyrr, men hon er ikki tøk
nú, sigur Niels Juel Arge.
fer Smyril í dokk nú, er
ætlanin at gera sum mest so
at hann sleppur undan at
fara í dokk aftur í september,
sum ætlanin annars var.
Annars er tað heldur ikki
greitt, hvør skal gjalda fyri
brekið við stabilisatoru
num.
Vanliga trygdin frá verk
smiðjuni er bara eitt ár.
Men Regin Vágadal sig
ur, at Strandferðslan fer at
tryggja sær, at onki er galið
við tilfarinum ella okkurt
líkandi brek er, sum eigur
at føra við sær, at framleið
arin eigur at taka umvæling
ina á seg, hóast trygdin frá
verksmiðjuni bara er eitt
ár.
Av tí, at tað enn er óvist,
hvussu brekið kann rættast,
er samstundis eisini ómøgu
ligt at vita, hvussu nógv tað
fer at kosta.
Føroya Arbeiðarafel
ag fer at seta sum ófrá
víkiligt krav, at teir
útlendingar, sum
koma til Føroyar at
arbeiða, skulu arbeiða
eftir føroyskum
sáttmálum
Útlendsk arbeiðs
megi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit fara ikki at góðtaka, at
vit fáa sosiala dumping í
Føroyum.
Á aðalfundinum hjá Før
oya Arbeiðarafelag um vik
uskiftið, staðfesti forkvinn
an í felagnum, Ingeborg
Vinter, at tað verður ikki
treytaleyst at tey fara at góð
taka, at útlendsk arbeiðsme
gi kemur til Føroyar at
arbeiða.
Hon staðfesti, at tað er
stórt trýst á fyri at fáa
útlendingar til Føroyar at
arbeiða, kanska serliga á fis
kavirkjunum kring landið.
- Arbeiðsgevarar tvíhalda
um, at tað er so stórt trot á
fólki, at tað er neyðugt at
vildi fáa útlendingar henda
vegin at arbeiða.
Hetta er serliga galdandi í
fiskivinnuni, men tað er
eisini galdandi í øðrum vin
num, legði hon afturat.
Mugu hava fulla trygd
Men hesum hevur Føroya
Arbeiðarafelag fyribils sett
seg ímóti.
Landsstýrismaðurin í inn
lendismálum hevur boðað
frá, at hann arbeiðir við eini
kunngerð, har tað verður
staðfest,
undir
hvørjum
treytum, útlendingar kunnu
koma til Føroyar at ar
beiða.
Og
arbeiðarafeløgini
hava gjørt greitt, at tað ber
ikki til at taka útlendingar
hendavegin í stórum tali,
fyrrenn ætlaða kunngerðin
um útlendingar er liðug og
lýst.
- Tað er neyðugt, at vit
vita, hvat kunngerðin fevnir
um og hvørjar treytirnar ver
ða, sigur Ingeborg Vinther.
Og tað, sum hon heldur,
er serliga umráðandi, er
tað, at vissa fæst fyri, at teir
útlendingar, sum koma hig
ar at arbeiða, skulu arbeiða
eftir galdandi sáttmálum í
Føroyum og at teir gerast
limir í fakfeløgunum.
- Annars verður vónleyst
hjá okkum at fylgja við, um
galdandi sáttmálar verða
hildnir, sigur Ingeborg Vint
her.
- Áðrenn vit taka útlend
ingar í stórum tali higar,
skulu vit tryggjað, at tað
verður undir skipaðum við
urskiftum og vit mugu eisi
ni tryggjað, at vit ikki fáa
tað, ið rópt verður sosial
dumping, sigur Ingeborg
Vinther.
Tað merkir, at arbeiðara
feløgini fara ikki at góðtaka,
at útlendingar koma henda
vegin at arbeiða fyri løn,
sum er lægri enn sáttmála
lønin í Føroyum.
Men nú hevur mannarætt
indadómstólurin í Strasburg
felt dóm, har tað er ólógligt
at krevja, at fólk eru í fak
felag. Hvussu kunnu tit so
krevja, at útlendingar, sum
koma higar at arbeiða, sku
lu verða limir í føroyskum
fakfelag
Tað er rætt og slætt ein
spurningur, sum vit skulu
finna útvegir fyri. Vit fara
undir ongum umstøðum at
góðtaka,
at
útlendingar
koma higar at arbeiða fyri
undirløn og sostatt knúsa
okkara arbeiðsmarknað og
øll tey rættindi, vit hava
stríðst fyri í næstan eina hei
la øld.
Føroyingar fyrsta rætt
Men hon vil eisini hava
trygt fyri, at útlendingar
ikki skúgva føroyingar til
viks.
Áðrenn útlendingar koma
hendavegin, mugu vit trygg
ja, at arbeiðsmegin, sum er
í Føroyum, hevur trygd fyri
arbeiðið, áðrenn útlendingar
koma higar at arbeiða.
- Tað má ikki halda fram,
at teir útlendingar, ið koma
higar at arbeiða, skulu hava
tryggjaða 40 tíma viku, tí
eina slíka trygging hevur
eingin tímaløntur arbeiðari
í dag.
- Tað má fyrst av øllum
vera so, at tann arbeiðsmegi,
sum er í landinum, hava
rætt til arbeiði, áðrenn vit
fara út um landoddarnar eft
ir arbeiðsmegi, sigur Inge
borg Vinther.
Annars fegnast hon um,
at Arbeiðsmarknaðarráðið
er sett á stovn, sum skal ráð
geva landsstýrinum í spurn
ingum um arbeiðsmegi, eisi
ni í spurninginum um
útlendska arbeiðsmegi í Før
oyum.
- Áðrenn vit taka útlend
ingar í stórum tali higar,
skulu vit tryggjað, at tað
verður undir skipaðum við
urskiftum og vit mugu eisi
ni tryggjað, at vit ikki fáa
tað, ið rópt verður sosial
dumping, sigur Ingeborg
Vinther.
Kortanei til sosiala dumping í Føroyum
Óvist hvussu leingi Smyril fer at rulla
Sjálvt um Strandferðslan vónar tað besta, vænta tey
ikki, at brekið við stabilisatorunum kann umvælast
ímeðan Smyrli Liggur í sjónum. Men fyribils sær ikki
út til, at Smyril sleppur í dokk fyrrenn síðst í apríl.
Spurningurin um avloysaraskip skal eisini avgreiðast