týsdagur 20. mars 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 56 - 20. mars 2007
Aðalfundurin hjá
Føroya Banka mána
kvøldið var søguligur.
Hetta var eftir ætlan
seinasti aðalfundur
við Fíggingargrunnin
um frá 1992 sum
høvuðseigara bank
ans. Einskiljingin
byrjar nú, og ætlandi
skulu 66 prosent av
bankanum seljast 2.
ársfjórðing í ár.
AÐALFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vanliga er rættiliga lítil
áhugi fyri aðalfundinum í
Føroya Banka. Men mána
kvøldið høvdu eini 50 fólk
leita sær niðan á Hotel
Føroyar at lurta eftir, hvat
nevndarformaðurin, Jóhan
Páll Joensen, hevði at siga
um árið í fjør – og kanska
serliga hvussu útlitini eru
fyri árið í ár.
Privatu eigararnir eru einir
1200 í tali, men eiga kortini
bert 0,6% av bankanum,
hini 99,4 prosentini eigur
Fíggingargrunnurin
frá
1992. Men nú skal bankin
einskiljast soleiðis, at
privatir eigarar fara at eiga
meirilutan.
Prospekt er gjørt at til
laga mannagongdir bankans
til krøvini á virðisbræva
marknaðinum, eins og
due-diligence frágreiðing
er skrivað (due-diligence
merkir gjøllig greining av
eini fyritøku í sambandi við
keyp ella sølu av viðkomandi
fyritøku).
Landsstýrið samtykti í mai
í fjør at bankin skal einskiljast
í ár, og í hesum sambandi
verður bankin skrásettur á
Virðisbrævamarknað Føroya
og Københavns Fondsbørs.
Ætlanin er at selja 66
prosent av partabrøvunum,
og henda søla skal farfa
fram í 2. ársfjórðingi. Síðani
skal restin seljast komandi
árini.
Sagt verður í aðalfundar
frágreiðing bankans, at
einskiljingin er komin
væl áleiðis, og Fíggingar
grunnurin valdi í fjør heyst
Handilsbankan, Capital
Markets, sum høvuðsráðgeva
í sambandi við tilgongdina.
Gott ár
Jóhan Páll Joensen, nevnd
arformaður, sigur í ársfrá
greiðing nevndarinnar, at
bankin er sera væl fyri,
nú hann skal einskiljast.
Avlopið í fjør var heilar 193
mió. kr., og hetta úrslit var
betri enn í 2005, tá avlopið
var 158 mió. kr.
Vøksturin í útlánunum
var stórur, heili 33 prosent.
Vøksturin er ein liður í ætlan
bankans um at vaksa, og
útlánini eru nú 5,4 mia. kr.
ímóti 4,1 mia. árið fyri.
Inntøkurnar vuksu tó
ikki samsvarandi, hetta tí at
rentumarginalurin minkaði
orsakað av øktari kapping –
úr 4,2 niður í 3,9%. Tænastu
inntøkurnar vusku haraftur
ímóti við 15 mió. svarandi
til 68%.
Bankin endurskipaði í fjør
fleiri feløg, sum vórðu yvir
tikin í sambandi við kreppuna
í alivinnuni í 2003. Úrslitið
av hesi endurskipan var
størsta alisamtak í Føroyum,
Bakkafrost Holding. Henda
endurreising minkaði um
kredittváðan hjá bankanum,
sum harvið kundi afturføra
burturleggingar upp á 66
mió. kr., og tað hevði góða
ávirkan á ársúrslitið.
Føroya Banki vann sær í
fjør ein størri marknaðarpart
á útlánum, sum vaks úr 42
upp í 44% - altso ein slakur
helmingur av samlaðu útlán
unum í Føroyum. Hetta hevur
tó ávirkað gjaldførið, og tí
hevur verið neyðugt at fara
út á altjóða lánimarknaðin
at fíggja økta virksemið.
Roknað verður við, at henda
lántøka kemur undir land
fyrsta dagin.
Nýtt virksemi
Í 2006 fór bankin undir eina
vakstrarætlan, sum miðar
eftir at fjøltátta virksemi
bankans. Saman við fleiri
øðrum bankum hevur Føroya
Banki gjørt íløgu í danska
pensjónsfelagið Letpensjon.
Endamálið við hesum er
at veita kundum bankans
kappingarfør pensjónstilboð
á ein hátt, sum er lættur at
skilja, sum sagt verður í
ársfrágreiðingini.
Í fjør komu eisini nýggju
tilboðini um lán, Fastlán og
Rentuloft. Hesi eru lang
freistað konventerbar fast
rentulán, ið hava somu egin
leikar sum realkredittlán.
Hesi lán hava fingið góða
undirtøku, kanska serliga tí
rentustøðið er hækkandi.
Eisini á øðrum økjum
hevur bankin vaksið um
sítt virksemi. Eitt nú hevur
bankin saman við P/F Krún
borg og P/F Tjaldur stovnað
framtaksfelagið Løkir, hvørs
endamál er at keypa fyritøkur
við vakstrarmøguleikum.
Í fjør heyst stovnaði Føroya
Banki eisini ognarmeklara
felagið Skyn, ið fæst við at
selja hús, vinnubygningar
og grundøkir. Somuleiðis
fíggjaði bankin fyritøkum, ið
gjørdu framtøk uttanlands,
eitt nú P/F Vónin og P/F
Thor. Somuleiðis fíggjar
bankin helmingin av størstu
nýíløgu í føroyskt fiskiskip
nakrantíð, nevniliga Norð
borg, ið verður bygd í Kili
í løtuni.
So 2006 var samanlagt eitt
sera virkið ár, sigur Jóhan Páll
Joensen, nevndarformaður í
ársfrágreiðing bankans.
Søguligur aðalfundur í Føroya Banka
Ov nógv pappír
Sosialráðgevararnir í Danmark kæra seg um, at ymiskt
pappírsarbeiði fer við alt ov stórum parti av dagligu
arbeiðstíðini, og serliga illa stendur til hjá teimum, sum
arbeiða í arbeiðsávísingini. Bettina Post, næstformaður í
sosialráðgevarafelagnum, sigur við danska útvarpið, at tey
brúka bara 18 prosent av arbeiðstíðini til at samskifta við
viðskiftafólkini. Øll hin tíðin fer til pappírsarbeiði, og tað
mugu politikararnir gera okkurt við, sigur hon.
Egna fjølmiðlalóg
Tey seinastu árini hava grønlendingar brúkt eina grønlendska
útgávu av donsku lógini um fjølmiðlaábyrgd, men nú hevur
landsstýrið lagt fram uppskot um eina serliga grønlendska
fjølmiðlaábyrgdarlóg. Tommy Marø, landsstýrismaður, sigur
við útvarpið í Nuuk, at grønlendska samfelagið er sett saman
av nógvum smáum lokalsamfeløgum, har øll kenna øll, og tí
er neyðugt við einari lóg, sum er lagað til hesi viðurskiftini,
sigur hann.
AÐALFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Undan aðalfundinum í fjør
valdu starvsfólk bankans tvey
umboð í nevndina, og gjørd
ust hesi Sigmar Jacobsen,
ið varð afturvaldur, og Olav
Enomoto. Hann varð valdur
í staðin fyri Jóhan Elkjær
Hansen.
Í november í fjør broyttist
nevndarsamansetingin, tá
Rúni Hansen á eykaaðalfundi
tók seg úr nevndini. Í hans
ara stað bleiv Graham D.
Stewart, stjóri í Faroe Petrole
um valdur.
Síðani hava Jóhannus
Egholm Hansen og Høgni
Hansen boðað frá, at teir
tóku ikki við afturvali, og
Fíggingargrunnurin gjørdi
so av at velja Jens Erik Christ
ensen og Eyðhild Skaalum í
nevndina í staðin
Nevndin sær sostatt
soleiðis út: Jóhan Páll
Joensen, Graham D. Stewart,
Jens Erik Christensen og
Eyðhild Skaalum vald av
Fíggingargrunninum og
Sigmar Jacobsen og Olav
Enomoto, vald av starvs
fólkum bankans.
Royndar kreftir
Nýggju nevndarlimirnir hava
drúgv ar royndir. Upplýst
verður soleiðis um tey bæði
á heimasíðu bankans:
Jens Erik Christensen er
56 ára gamal. Hann hevur
drúgvar altjóða royndir úr
fíggjarheiminum og innlit í at
reka børsskrásettar fyritøkur.
Jens Erik Christensen er
fyrrverandi stjóri í Codan,
Codan Forsikring og Trygg-
Hansa Försäkrings AB.
Hann situr í dag í mong
um nevndum. M.a. er hann
nevndarformaður í Scandina
vian Private Equity og nevnd
arlimur í SAS og Falck.
Eyðhild Skaalum hevur
løgfrøðiligar royndir bæði
í Danmark og Føroyum.
Hon hevur síðan 1998
verið nevndarlimur í Fígg
ingargrunninum frá 1992.
Eyðhild Skaalum hevur løg
frøðiligt kandidatprógv av
lærda háskúlanum í Keyp
mannahavn, fór at virka
sum advokatur í 1993 og
hevur seinastu 11 árini rikið
sjálvstøðugt advokatvirki.
Formaður í nevndini í
Føroya Banka hevur sein
astu árini verið Jóhan Páll
Joensen, og hann er væl
nøgdur við uppskotini til
nýggjar nevndarlimir.
- Hesi uppskotini til
aðalfundin eru sera væl
komin. Talan verður um
eina sterka og dugnaliga
nevnd í Føroya Banka,
sum skapar gott grundarlag
fyri eini væl eydnaðari ein
skiljing og skráseting á
virðisbrævamarknaðunum
og víðarimenning av bank
anum til gleði fyri starvs
fólk, kundar og alt tað
føroyska samfelagið. Eg
takki samstundis fráfarandi
nevndarlimunum fyri gott
samstarv í nevndini, sigur
Jóhan Páll Joensen.
Nýggja nevndin hevur
ikki skipað seg enn.
Útskifting í nevndini
Hóast nakrir stólar stóðu tóm
ir, vóru fleiri fólk á aðalfundi
enn vanligt. Tilsamans vóru
eini 50 fólk møtt á Hotel
Føroyum mánakvøldið