Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 56 - 20. mars 2007 Suni heldur fram Suni Vinther heldur fram sum formaður í Reyða Krossi eftir aðalfundin í gjár. Nevndin, sum varð vald á aðalfundinum í gjár, skipaði eftir fundin við Suna Vinther sum formanni, Onnu Dahl- Olsen sum næstformanni og skrivara, Líggjasi Joensen sum kassameistara og Atla Godtfred og Kaju Nielsen sum nevndarlimum. Varalimir hjá nevndini eru Per N. Persson og Mads W. Lützen. AÐALFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin Í ársfrágreiðingini hevur nevndin góðar vónir fyri árið í ár. Roknað verður soleiðis við nettorentu- og tænastuinntøkum á umleið 290 til 310 mió. kr. Hetta bjartskygni stavar í høv­uðs­ heitinum frá einum vænt­ aðum vøkstri í útlánunum upp á 1 mia. kr. Eisini í økta handlinum av virðisbrøvum ætlar bankin sær lut í. Kunnleikin hjá før­oyingum til íløgur í virð­ isbrøv er munandi øktur sein­ astu árini, og Føroya Banki fer at leggja stóran dent á at ráðgeva um keyp og sølu av hesum. Ein serlig »partakonto« er sett á stovn til kundar bank­ ans, har teir kunnu seta pen­ ing á til heili 6,5% í rentu, um kundarnir velja at keypa partabrøv fyri peningin. Hetta er gjørt fyri at skunda undir áhugan hjá kundunum at seta pening í virðisbrøv. Føroya Banki hevur sein­ asta árið sett fleiri fólk í starv og ætlar eisini í ár at økja um starvsfólkatalið. Hetta verður mett neyðugt fyri at fremja vakstrarætlan bankans og fyri at menna samskiftið við kundarnar. Nevndin roknar við einum úrsliti fyri skatt fyri 2007 upp á 120 til 140 mió. kr. Bókakafé á Hafnia Lounge Mikukvøldið 21. mars kl. 20.00 verður bókacafé í Havn í Hafnia Lounge. Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard lesur yrkingar burt­ ur úr savninum: Orðini hava tagnarskyldu. Marna Jacobsen: Málburðurin í Stjórnarskipanarlógini – alt ov kallmansligur? Finnur Johansen: Traðkaðu fólkinum slóð. Hotel Hafnia og Kunningarstova siga, at øll er hjartaliga vælkomin. Góðar vónir fyri komandi árið Løgreglan hevur skuld­sett ein mann úr Vágum fyri at liggja inni við barnaporno BARNAPORNO Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Undir eini húsarannsókn vest­ uri í Vágunum fríggjadagin avdúkaði løgreglan, at ein 39-ára gamal familjumaður hevði tikið niður barnaporno av alnótini. Kriminalløgreglan í Føroyum hevði fingið boð frá IT-deildini hjá donsku ríkisløgregluni um hetta førið av barnaporno í Føroyum og reageraði hareftir. Bergleif Brimvík, leiðari av kriminaldeildini hjá før­ oysku løgregluni, váttar, at húsa­rannsókn er gjørd heima hjá einum 39-ára goml­um familjumanni og á einum arbeiðsplássi, har hald er lagt á harðdiskar til tess at staðfesta, um hesir innihalda barnaporno. - Maðurin er avhoyrdur og skuldsettur í málinum og síðani latin leysur aftur, sigur Bergleif Brimvík, sum tó ikki vil siga, hvar í Føroyum henda húsarannsókn er farin fram. Sosialurin hevur tó frá øðrum álítandi keldum fingið at vita, at húsarannsóknin er framd vesturi í Vágunum. Bergleif Brimvík váttar, at tað er próvfast, at við­ komandi hevur tikið myndir av barnaporno niður av alnótini, og at málið nú er latið donsku løgregluni til víðari kanningar. Leiðarin á kriminaldeildini í Føroyum sigur, at hetta er fyrstu ferð, at føroyska løgreglan fær boð frá donsku IT-deildini um slíkt lógarbrot. Henda deildin hjá donsku løgregluni fylgir við á alnótini og avdúkar tilfelli av eitt nú barnaporno. 39-ára gamli vágamaðurin er skuldsettur eftir §235, stk. 2, ið sigur, at: »den som besidder eller mod vederlag gør sig bekendt med fotografier, film eller lignende af børn, der har samleje eller anden kønslig omgængelse end samleje, har kønslig omgang med dyr eller anvender genstande på groft utugtig måde, straffes med bøde eller under skærp­ ende omstændigheder med hæfte eller fængsel indtil 6 måneder.« Løgreglan gjørt húsarannsókn: 39 ára gamal skuldsettur fyri barnaporno Útbreiðsla av barnaporno á alnótini er almikil. Danska løgreglan hevur eina serliga deild at hava eyguni eftir hesum. Og eftir boðum frá hesi IT-deildini gjørdi kriminalløgreglan í Føroyum húsarannsókn í Vágunum fríggjadagin, har teir løgdu hald á harðdiskar, sum innihildu barnaporno Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður, Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingar­grunn­ inum frá 1992, og Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka. Allir hava góðar vónir fyri komandi ári