Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 56 - 20. mars 2007 Partafelagið Næra­ berg hevur gjørt av at gevast við fiskiskapi­ num hjá Atlantic Navigator undir føroyskum flaggi. Reiðarin gevur politisku myndug­ leikunum høvuðs­ ábyrgdina av, at 200 fólk nú missa arbeiðið Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Minni enn tvey ár eftir, at risatrolarin Atlantic Naviga­ tor kom í føroyska flotan, fer skipið av aftur landinum. Tá svartkjaftatíðin er liðug í juli-august í ár, gevst At­lantic Navigator í Føroy­ um. Hetta boðaði parta­fe­ lagið Næraberg frá í einum tíðindaskrivi í morgum og sigur samstundis, at øll starvs­fólkini umborð á skip­ inum tí eru uppsøgd frá 1. august. - Tað er keðiligt at koma við uppsøgnum, men kom­ andi mánaðirnar vilja vit meta um, hvussu felagið á besta hátt kann brúka fiski­ loyvini og skapa nýt virk­ semi, sigur stjórin í p/f Næra­berg, Hanus Hansen. Avgerðin er tikin, eftir at leiðslan og eigararnir av p/f Nærabergi, sum eigur skip­ ið, hava viðgjørt framtíðar­ vánirnar hjá skipinum og fe­lagnum. Ein tann stórsta orsøkin til avgerðina »er tann ótryggleiki sum sein­ astu tíðina er komin fram í sambandi við fiskarílógirnar og treytirnar fyri projekt­in­ um í hesum sambandi« út­ talar felagið. Spurdur um, hvat tað er hann leggur í ótryggleikar og fiskarilógir, sigur Hanus Hansen: - Tað er alt rumblið sein­ asta heyst um manningar­ lønir og streykur, sum gjørdi, at lønirnar skuldu upp. Harafturat fáa vit at vita, at lógin fyri útlendskan eigaraskap skal skerpast frá 33 prosentum og møguliga niður í 25 prosent. Ein onn­ ur orsøk er antitrustlógin, ið varð viðtikin undan jól­ um, har eitt reiðarí ikki má eiga meiri enn 20 prosent av einum fiskaslagi. Hetta kann koma at raka skipið seinni. Og so at fiskiloyvini skulu inndragast eftir 10 árum, sigur Hanus Hansen. Atlantic Navigator verður nú umbygdur til at fiska Krill fyri Aker BioMarine. Felagið útviklar og fram­ leiðir og marknaðarførir Omega 3-baseraða fram­ leiðslu frá krill, ið millum annað umfatar matolju. Aker BioMarine er í ferð við at byggja upp eitt al­tjóða leiðandi maritimt felag, sum hevur serkunnað seg innan veitingar av hávirðisvørum við at gagn­ nýta mest møguligt virðis­ ketuna frá fiskiskapi til kunda, stendur at enda í tíð­ indaskrivinum frá p/f Næra­ bergi. Rakstur gevur avlop At geva politisku skipanini skuldina, er tað ikki bara ein umbering fyri at taka skipið úr vinnu í Føroyum og flyta tað til Suðurpólin, tí útlendsku eigararnir hava brúk fyri tí har júst nú? - Nei, tað er tað ikki, men tann verkætlanin er sjálv­ andi við til at framskunda avviklingina í Føroyum. Tú skal minnast til, at tað eru brúktar tíggjutals milljónir at fáa skipið av Suður­póli­ num í síni tíð, umbyggja tað í Noregi og seta tað í vinnu í Føroyum fyri síðani at fara avstað aftur við tí. Slíkt ger eitt felag bara ikki uttan víðari, sigur Hanus Hansen. Reiðarin á Nærabergi sigur seg vera sera harman um, at søgan um Atlantic Navigator í føroyskari vinnu endar á hendan hátt. - Vit brúktu fimm og eitt hálvt ár upp á Næraberg, har tað gekst sera striltið at fáa tað at koyra. Síðani fingu vit Atlantic Navigator, og eftir ávísar trupulleikar riggar tað væl nú, og tí er tað sera harmiligt. Men um­støðurnar at virka undir í Føroyum eru og verða broyttar so nógv til tað verra, at útlendsku eigarar­ nir hava mist tolið, sigur Hanus Hansen. Reiðarin vísir á, at tað hevur ongantíð gingið betri enn nú, tí raksturin er farin at geva avlop. J.F.K. og Norðoyagrunn­ urin, sum eiga 67 prosent av felagnum, og partaeigarin Aker BioMarine, sum eigur 33 prosent, vilja saman halda áfram við virksemi­ num í p/f Nærabergi. Hanus Hansen sigur, at møguliga kemur eitt annað skip sum avloysari fyri At­lantic Navigator. Myndaframsýning Leygardagin 31. mars kl. 16 skipar Miðvágs Fornminnafelag fyri einari áhugaverdari myndaframsýning í Bygdarhúsinum í Miðvági, har fólk fáa høvi at síggja myndir, sum Mikkjal á Ryggi hevur tikið. Øll kenna Mikkjal á Ryggi sum skald, men framsýningin vísir, at hann var eisini dugnaligur mynda­maður. Á framsýningini verða umleið 200 myndir, og í sambandi við framsýningina fer Havnarkórið at syngja nakrar sangir hjá Mikkjali á Ryggi. Kirkjukonsertir Leygardagin 24. mars fer kvinnukórið Suð at hava tvær kirkju­konsertir. Tann fyrra verður í Fríðrikskirkjuni á Toft­ um kl. 17 og tann seinna í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 20. Konsertirnar vara umleið ein tíma. Á skránni eru kend­ ir sálmar og stutt klassisk stykki við solosangi so sum ”Panis Angelicus” og ”Pie Jesu” hjá Andrew Lloyd Webber. Suð er úr Klaksvík, og tað er Steinvør Fonn, sum stjórnar kórinum, ið er fimm ára gamalt. 200 fólk missa arbeiðið í Nærabergi Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum heldur lítið um um­beringina hjá reiðarínum Næra­ bergi, um at geva politisku myndug­ leikunum høvuðs­ ábygdina fyri, at Atlantic Navigator nú gevst í Føroyum Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Umstøðurnar at virka í Føroyum eru ikki versn­að­ ar, heldur Bjørn Kalsø, og skilir tí als ikki reiðaríið á Atlantic Navigator, sum leggur høvuðsábyrgdina fyri avgerðina um at gev­ ast á teir polisku myndug­ leikarnar. – Hetta má vera tí, at tað er betri onkra aðra­ staðni. Annað kann tað ikki vera, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum. Bjørn Kalsø vísir á, at nógv av tí, sum Hanus Han­­sen, reiðari á Næra­ bergi, nevnir, als ikki er lið­ugt viðgjørt í tingi­num. – Eg veit heldur ikki, hvar hann hevur tað frá, at útlendski eigaraskapurin skal minkast úr 33 pro­sent­ um niður í 25 prosent. Tað kemur ikki frá okkum. Og hetta at lata fiskiloyvini koyra í 10 ár, merkir als ikki, at reiðaríini missa fiski­loyvini. Onki er til hind­urs fyri, at loyvini verða longd. Og tá vit tosa um 20 prosent av einum ávísum fiskaslagi, so verð­ ur hetta bert galdandi fyri tey skip, sum koma inn í flotan. Markið upp á 30 prosent fyri verandi skip verður ikki broytt, sigur Bjørn Kalsø. Landsstýrismaðurin sigur seg hava fylgt væl við í verkætlanini hjá Næra­­bergi og vísir á, at Atlantic Navigator hevur kunn­að fiskað alt tað, skip­ ið hevur verið ment. - Eg dugi ikki at síggja annað enn tað, at hetta má vera ein strategisk avgerð hjá reiðarínum, tí fólkini aftanfyri meta tað vera meiri áhugavert at seta skip­ið í vinnu aðrastaðni. Tí er tað skeivt at leggja eftir okkum og geva okk­ um skuldina, sigur Bjørn Kalsø. Hann undirstrikar, at ætl­anin við at broyta fiski­ lóggávuna als ikki er at gera støðuna ótryggari fyri fiskivinnuna. – Vinnan hevur fram­veg­ is góðar karmar at virka undir, og teir fara ikki at versna, stendur tað til mín, lovar Bjørn Kalsø. Kalsø: Vánalig um­bering fyri at gevast – Tað má vera tí, at tað er áhugverdari at seta Atlantic Navigator inn aðrastaðni, at reiðaríið gevst í Føroyum, heldur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø Savnsmynd Tá Atlantic Navigator verður tikin úr føroyskari vinnu og setir kós suður aftur ímóti Íshavinum missa eini 200 føroyingar arbeiðið Savnsmynd