týsdagur 20. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 56 - 20. mars 2007
Tíðindaskriv
Vencil bjóðar upplestur á alnetinum
BÓKMENTIR
Tíðindaskriv
Skaldskapartíðarritið
Vencil bjóðar nú høvund
um og lesarum ein nýggjan
hátt at koma í samband
hvør við annan. Á heima
síðuni www.vencil.fo fer
Vencil at byggja upp eitt
ljóð- og kykmyndasavn við
upplestri
av
yrkingum,
søgum og øðrum bók
mentaligum tilfari, sum
verður ókeypis atgongt hjá
øllum, ið eru knýtt í alnetið.
Við hesum vil Vencil eisini
vísa á, at skaldskapur kann
vera so nógv meira enn tað,
sum kemur á prent.
Í fyrstu syftu verður
talan um tekstir, sum staðið
hava í Vencili, men savnið
fer ætlandi eisini at inni
halda annað upplisið tilfar,
so sum smakkroyndir úr
nýggjum
útgávum
og
upptøkur frá tiltøkum við
upplestri. Ritstjórnin bjóð
ar í hesum sambandi rit
høvundum, sum geva út
ella sum lesa upp á til
tøkum, og sum hava hug at
royna seg við hesum nýggja
miðli, at gera vart við seg.
Næsta nummar av Ven
cili kemur út 23. mars.
Henda dag klokkan 16.30
verður skipað fyri móttøku
í Riti & Ráki við upplestri.
Øll bókmentaáhugað eru
hjartaliga væl komin til
móttøkuna.
Ritstjórar í Vencili eru:
Oddfríður Marni Rasmus
sen og Arnbjørn Ólavsson
Dalsgarð, ritstjórar
Barnabókasavnið fingið
nýggja heimasíðu
Kunningartøkni
Slóð til ”Títt barnabóka
savn” finnur tú á heima
síðuni hjá Býarbókasavn
inum
www.byarbok.fo.
Sambært Býarbókasavni
num er síðan til øll børn
og serliga tín, sum er
millum 9 og 14 ár. Ovast
á síðuni er eitt bók
stavarað, og har kanst tú
leita eftir einum ávísum
evni. Trýst á byrjanar
stavin til tað evnið, tú vilt
leita eftir. Um tú til dømis
vilt finna bøkur um
hundar, so trýst á H, og
ein listi kemur fram við
evnum, sum byrja við H.
Alt er í bókstavarað, so
tað er lætt at finna. Mitt á
síðuni eru 12 smáar
myndir
við
ymiskum
evnum. Tá tú velur eina
mynd, kemur ein síða
fram við bókapermum.
Her kanst tú eisini lesa,
hvat bøkurnar eru um.
Niðast á síðuni er ein
leititeigur. Hevur tú ikki
funnið evnið, tú leitar
eftir, í bókstavaraðnum,
kanst tú royna her. Tú vilt
til dømis finna bøkur um
gorillur. Skriva gorillur
og trýst á "leita á barna
bókasavninum" um tú
bara vilt hava barnabøkur,
ella trýst á "Leita í øllum",
um tú vilt hava bæði
barna- og vaksnamanna
bøkur. Leititeigurin kann
eisini nýtast, um tú leitar
eftir eini bók, og tú veitst,
hvussu hon eitur. Skriv
tittulin og trýst á "Leita
á
Barnabókasavninum"
ella "Leita í øllum". Til
vinstru á síðuni "Títt
bókasavn"
slóðar
til
heimasíðuna hjá Býar
bókasavninum.
"Evnis
orð" Uppaftur fleiri evnir.
"Júst nú" Her eru nýggjar
bøkur og nýggir filmar
á
Barnabókasavninum.
"Bókaummælir"
Her
kanst tú lesa ummælir,
sum børn hava skrivað.
"Títt ummæli" Her kanst
tú sjálv/ur skriva og senda
eitt ummæli til títt barna
bókasavn. "Slóðir" Her
eru slóðir til ymiskar
spennandi heimasíður til
børn.
Gamalt savn givið út á nýggjum miðli
Yrkjarin, blaðmaður
in og rapparin Niels
Uni Dam hevur á síni
myspace síðu givið
yrkingasavnið Ongul
í Reyv út. Hóast talan
er um eina nýútgávu,
er savnið frá 1995
MENTAN
Tíðindaskriv
Niels Uni hevur undir nøvn
unum Sívar á Seiðabergi
og Hákun Spott givið yrk
ingasøvnini Nudlar (1994)
og Rótleys Tøgn (2002) út.
Umframt at hava staðið
fyri stórum parti av tekst
unum hjá MC-Hár. Niels
Uni Dam er útbúgvin innan
samskifti og heimspeki,
við Roskilde Universitets
center.
Hetta savnið er skrivað
undir navninum Sívar á
Seiðabergi, og hevur ligið
á telduni hjá yrkjaranum
seinastu 12 árini. Í 2002
mundi hann givið tað út, tá
skrivaði hann hesi fororð
ini:
“Í einum kjallara uppi
Undir Varða eitt sein
summarkvøld í 2002
Hetta savn ætlaði eg at
geva út í 1995, men eingin
vildi geva tað út, og eg
hevði hvørki peningin ella
orkuna sjálvur Nú skriva
vit 2002, og Barbara, sum
eg elski, minti meg á
savnið.
Eg hugdi aftur í tað,
hevði hug at broyta okkurt,
hevði
skift
nógvar
av
meiningunum út. Men eg
lat vera. Savnið er øgiliga
erligt, og eg haldi veruliga
at her liggur nógv hjarta
blóð í tí.
Eg kann ikki standa inni
fyri øllum tí sum eg skriv
aði tá, men tað kundi eg tá.
Eg haldi at hetta savnið er
ein stórur partur av mínum
skaldskapið, og tí vil eg
geva tað út í óbroyttum
líki; so hetta er til minnis
um, tá eg var borgarligur."
Nú er savnið givið út, og
fær hesi orðini við á
vegnum frá yrkjaranum:
“Mars 2007, eg gav ikki
savnið út í 2002. Men haldi
enn, at tað er stuttligt, kann
enn minnið standa inni fyri
summum av mínum djúpt
borgarligu
meiningum,
men halt kjaft tær eru
sjarmerandi, so her er
savnið í eini alnet útgávu.”
Savnið kann lesast í full
ari longd á síðuni
www.myspace.com/
nielsuni
Bjørn og Høgni vunnu finaluna
Leygarkvøldið 17.
mars var finalan í
spurnarkappingini á
Quiztinum í útvarpi
num. Bjørn Kalsø,
landstýrismaður, og
Høgni Hoydal, løg
tingslimur, vunnu
finaluna.
Kapping
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Eitt sindur var gjørt burtur
úr leygarkvøldið, tá spurn
arkappingin á Quiztinum
var í útvarpinum. Fleiri av
teimum sum hava luttikið í
kappingini í vetur vóru við
sum áhoyrarar. Gunnar
Nolsøe skipaði fyri spurn
arkappingini, og dómari
var Hilmar Jan Hansen,
útvarpsmaður.
Tað vóru Jan Berg Jørg
ensen og Høgni Mohr, sum
kappaðust
ímóti
Bjørn
Kalsø og Høgna Hoydal.
Úrslitið gjørdist, at Bjørn
Kalsø og Høgni Hoydal
vunnu við tveimum stigum.
Teir fingu 20 stig, meðan
Jan Berg Jørgensen og
Høgni Mohr fingu 18 stig.
Vinningurin var tvær
ferðir tveir apeks-ferða
seðlar við Atlantic Airways
til eitt av teirra ferðamál
um.
Eftir spurnarkappingina leygarkvøldið, f.v.: Gunnar Nolsøe,
Jan Berg Jørgensen, Høgni Mohr, Høgni Hoydal, Bjørn Kalsø og
Hilmar Jan Hansen
Mynd: Magnus Gunnarsson
Fleiri flogferðir
Atlantsflog fer at gera nakrar eyka flogferðir millum Føroyar og Billund um
páskirnar. Felagið sigur, at nógvir danir velja at halda páskafrí í Føroyum,
samstundis sum nógvir føroyingar í Danmark vilja sleppa heim at halda páskir. Tí
verða tríggjar eyka ferðir millum Billund og Vágar. Atlantsflog ætlar at økja
flúgvingina upp á Billund og roknar við at flyta 30.000 ferðafólk á leiðini millum
Vágar og Billund í ár, sigur sølustjórin Steffen Riskær.
Sá skip í havsneyð
Bjargingartænastan í Suðurnoregi setti tilbúgvingina í verk í morgun, tí ein
kvinna hevði ringt og boðað frá, at hon hevði sæð eitt fiskiskip, sum var um at
søkka nærhendis Sund. Bjargingartænastan sendi alt fyri eitt eina tyrlu avstað,
men manningin á tyrluni sá einki fiskiskip. Hinvegin sá tyrlumanningin ein
sleipibát, sum var í ferð við at toga eitt skip til lands. Bjargingartænastanb kom tí
til ta niðurstøðu, at kvinnan hevði mistikið seg.