týsdagur 20. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 56 - 20. mars 2007
Politiski fylgibólk
urin, sum hevur fylgt
yvirtøkuni av fólka
kirkjuni, er alt annað
enn samdur um, hvørt
tað er rætt at yvirtaka
á ólavsøku ella ikki. –
Ikki ein dag longur
enn ólavsøku, sigur
Javnaðarflokkurin og
Fólkaflokkurin er av
somu sannføring. Sam
bandsflokkurin og
Miðflokkurin ynskja
at útseta yvirtøkuna
til tíðin er búgvin, og
Tjóðveldisflokkurin
ilskast um, at sam
gongan ger yvirtøk
una til sítt
pretisju projekt
POLITIKKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Samgongan hevði fund á
middegi í dag, har høvuðs
kjakevnið var yvirtøkan av
fólkakirkjuni. Eitt mál, sum
hevur fingið politikarar
at ressast úr stólinum, og
Hans Jacob Joensen at
boða frá, at hann ikki setir
seg í bispasætið aftur eftir
1. november.
Niðurstøðuna á fundinum
fingu vit ikki áðrenn evsta
mark okkara, men áðrenn
limirnir í politiska fylgi
bólkinum, sum hevur fylgt
yvirtøkuni av fólkakirkjuni,
fóru á fundin í dag, fekk Sosi
alurin orðið á fleiri teirra.
Sambandsflokkurin
kennir seg ikki
tryggan
Lisbeth L. Petersen úr
Sambandsflokkinum er limur
í politiska fylgibólkinum,
sum hevur fylgt yvirtøkuni
av fólkakirkjuni.
– Tað er ein ógvuliga
álvarsom støða nú bispur
hevur tikið seg aftur, og tað
er eisini ein trupulleiki, tá
kirkjuligi fylgibólkurin sær
út til at vera í upploysn,
sigur Lisbeth L. Petersen,
ið tí hevur hug at rópa
varskó. Hon heldur, at øll
skulu kenna seg trygga við
yvirtøkuna, men metir ikki
tað er støðan júst nú.
– Sum landið liggur í
løtuni kenni eg meg ikki
trygga við yvirtøkuna, sigur
Lisbeth L. Petersen.
Ikki ein dag longur
enn til ólavsøku
Javnaðartingmaðurin og
limur í politiska fylgibólk
inum, sum hevur fylgt yvir
tøkuni, Andrias Petersen,
er harafturímóti sannførdur
um, at kirkjan er klár til
yvirtøku á ólavsøku.
– Javnaðarflokkurin er
ikki sinnaður at brúka ein
dag longur enn til ólavsøku
at yvirtaka fólkakirkjuna,
segði Andrias Petersen við
Útvarpið í gjár, har hann
eisini staðfesti, at í hesum
landi má man viðhvørt taka
nakrar avgerðir, sum hann
málbar seg.
Fólkaflokkurin
tryggur við
yvirtøkuna
Fólkafloksins umboð í
politiska fylgibólkinum,
ið hevur fylgt yvirtøkuni
av fólkakirkjuni, er Poul
Michelsen. Hann viðgong
ur at ósemja hevur verið í
bæði politiska og kirkju
liga fylgibólkinum um
yvirtøkuna. Tað er einki
óvanligt sigur hann og
vísir á, at ósemjurnar hava
verið av tílíkum slag, at tær
ikki hava kunnað steðgað
tilgongdini.
Hann vísir á, at tey nú
arbeiða fram ímóti eini
yvirtøku á ólavsøku, og
tað í hesum arbeiðinum er
týdningarmkið, at fólk eru
samd. Hetta sær ikki út til
at vera støðan júst nú, men
Poul Michelsen metir ikki,
at semjan verður størri ella
breiðari, um bíðað verður
við yvirtøkuni til eftir
ólavsøku.
– Við at bíða verður
tað ikki betur, slær Poul
Michelsen fæst, og hann
leggur aftrat, at hann kennir
seg fullkomiliga tryggan við
at yvirtaka fólkakirkjuna á
ólavsøku.
Fólkakirkjan agn
í valstríðið
Jenis av Rana, limur í polit
iska fylgibólkinum fyri
Miðflokkin, er ikki í iva, tá
hann verður spurdur um sína
støðu í málinum.
– Vit áttu at brúkt leistin,
har heimaarbeiðið verður
gjørt fyrst og so yvirtaka, tá
tað er klárt, sigur hann. Við
øðrum orðum heldur Jenis
av Rana, at tað ikki er rætt
at yvirtaka fólkakirkjuna á
Ólavsøku.
Formaður Miðfloksins
finst eisini at Mentamála
ráðnum og teirra handfaring
av yvirtøkuni.
– Tað er heilt ófatiligt so
lítið sum Mentamálaráðið
hevur fingið burtur úr hesum
her, so lítið at tað er syrgiligt,
heldur Jenis av Rana, sum er
av teirri fatan, at yvirtøkan
av fólkakirkjuni er vorðin
ein partur av valstríðnum.
– Yvirtøkan er vorðin ein
prinsippsak fyri samgonguna,
har tey kunnu siga, at hetta
hava vit megnað. Yvirtøkan
á ólavsøku skal vera ein
seremoni, sum føroyingar
skulu minnast, og tá farið
verður í valhølini skulu
veljararnir so minnast, at tað
var henda samgongan, sum
fekk yvirtøkuna framda,
hugleiðir Jenis av Rana,
sum heldur at hesi áttu at
fingið sær annað valagn enn
fólkakirkjuna.
Samgongan hektar
andstøðuna av
Annita á Fríðriksmørk, limur
í politiska fylgibólkinum
fyri Tjóðveldisflokkinum,
sigur, at tey í flokkinum
eru ikki sørt provokeraði
av, at samgongan nú hekt
ar andstøðuna av í hes
um málinum, ið annars
skuldi eitast at vera eitt
felagsmál fyri allar politisku
flokkarnar.
– Samgongan hektar and
støðuna av og heldur fundir,
har vit ikki eru boðin við,
sigur ein ørg Annita á
Fríðriksmørk.
– Við at ignorera and
støðuna, so ignorerar sam
gongan ein stóran part
av Føroya fólki, heldur
Tjóðveldistingkvinnan.
Spurd beinleiðis, um Tjóð
veldisflokkurin fer at seta seg
upp ímóti, at eini yvirtøku
av fólkakirkjuni á ólavsøku,
svarar Annita á Fríðriksmørk,
at Tjóðveldisflokkurin ikki
fer at seta seg upp í móti eini
yvirtøku.
Einasti limurin í politiska
fylgibólkinum, sum ikki
eru endurgivin í hesi
grein, er Kári P. Højgaard
í
Sjálvstýrisflokkinum.
Vit royndu at fáa fatur á
honum og spyrja eftir eini
viðmerking, men hetta eydn
aðist ikki áðrenn evstamark
okkara.
Politiski fylgibólkurin er
rúkandi ósamdur
Politiski fylgibólkurin, sum hevur fylgt yvirtøkuni av
fólkakirkjuni, er mannaður av hesum fólkum:
Poul Michelsen, Fólkaflokkurin
Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkinum
Andrias Petersen, Javnaðarflokkurin
Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin
Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldisflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Ósemja um uppgerð
Ane Hansen, sum er forkvinna í fiskivinnunevndini hjá
grønlendska Landstinginum, er komin at standa einsamøll
í einari ósemju um, hvussu veiðan hjá rækjutrolarum skal
gerast upp. Tann seinasta ásetingin sigur, at tað eru veiðitølini
í dagbókini hjá trolarunum, sum skulu brúkast, og tað heldur
Ane Hansen fast um. Men tey flestu, og teirra millum allir
hinir limirnir í fiskivinnunevndini, halda, at tað rætta er at
brúka tølini frá landingunum.
Stórt prísfall
Fremstu búskaparfrøðingarnir í Danmark eru á einum máli
um, at prísurin á donskum sethúsum og íbúðum fer at fella
nógv tey næstu árini. Í Danske Bank siga tey, at tað er ikki
óhugsandi, at prísurin fer at fella millum 20 og 25 prosent.
Tey fyrstu tekinini síggjast longu í Keypmannahavn og har
um vegir, har nógvar íbúðir eru til sølu, men eingir keyparar.
Úrslitið er, at prísirnir fella, og hetta fer at breiða seg um
alt landið seinni.
Á middegi settust samgongulimirnir kring borðið í Tinganesi. Fyrst til ein góðan bita og síðani skuldi málið um yvirtøkuna av
fólkakirkjuni viðgerast
Mynd: Jens Kr. Vang