týsdagur 20. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 56 - 20. mars 2007
Mundi tað vera lagnunnar speisemi, at nærum sama
dag sum mótsetningarnir Høgni Hoydal og Bjørn Kal
sø vunnu spurnarkappingina í Útvarpinum, fingu vit
tveir nýggjar kandidatar til næstformanssessirnar í
Tjóðveldis/Sambandsflokkinum, nevniliga “mótsetn
ingarnar” Tórbjørn Jacobsen og Johan Dahl.
Tað er eingin loyna, at júst hesir báðir eitt nú í búskapar
politikkinum eru sera samdir og ynskja Fólkaflokkin,
har piparið grør. Kanska samanssetingin av vinnaralið
num í spurnarkappingini tí er ein ábending um eina
møguliga komandi samgongu.
Undan seinasta formansvali í Sambandsflokkinum
kom tíðuliga til sjóndar, at Johan Dahl vongurin í mong
um er sera ónøgdur við samstarvið við Fólkaflokkin og
lutvíst við Javnaðarflokkin við Jóannesi Eidesgaard á
odda. Tá var nevniliga róð framaundir eina heilt nýggja
samgongu eftir komandi val millum Sambandsflokkin
og Tjóðveldisflokkin.
Onkur vil kanska halda, at tað ber ikki til at sameina so
stórar mótsetningar heldur enn eld og vatn. Men hetta
er jú roynt áður. Vit høvdu eina samgongu millum Tjóð
veldisflokkin og Sambandsflokkin frá 1989 til 90.
Einki er forgjørt í politikki, og hví skuldi tað ikki kunn
að hent aftur. Ikki minst nú flokkarnir báðir fáa tveir
næstformenn, sum helst “draga somu línu” . Vit loyva
okkum at gita, at hesir báðir verða valdir at standa
sínum formonnum við lið uppundir komandi val.
Vit hava áður á hesum stað gitt og mett um henda møgu
leika, nettupp tí kreftir eru í flokkunum báðum, sum
síggja slíka samgongu sum besta boð eftir valið. At
hesar kreftir nú bráddliga kunnu fáa enn størri ávirkan
í flokkunum sum næstformenn kann vera ein ábending
um, hvat vit kunnu vænta eftir eitt komandi val.
Vit kunnu í hvussu er staðfesta hetta: Tjóðveldisflokkurin
vil fyri alt í verðini sleppa burtur úr oyðimarkargongdini,
og tað er væl skiljandi. Og tá lítið røkist fyri, at Fólka
flokkurin fer í samgongu við Tjóðveldisflokkin aftur í
bræði, og kemiin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldis
flokkin neyvan er hin besta, so er ikki óhugsandi, at
Tjóðveldisflokkurin fyri at koma innaftur í hitan, sær
Sambandsflokkin sum kanska tann einasta møguleik
an.
Vilja Tjóðveldismenn veruliga sleppa í eina ella aðra
samgongu, so verður tað tó ikki uttan trupulleikar við
verandi formanni. sum slættis ikki altíð hevur víst líka
gott handalag, tá tað ræður um samstarv. Um tað verður
lættari við einum Tórbjørn Jacobsen við hansara lið fer
tíðin at vísa. Áhugavert verður undir øllum umstøðum
at fylgja næstformansvalunum komandi vikuskifti, tí
tey fáa ávirkan á, hvussu framtíðar samgongur fara at
síggja út.
Sosialurin
Mótsetningar hittast
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Landsstýrismaðurin
í
kirkjumálum,
Jógvan
á
Lakjuni, førdi fram á fundi
hjá
Felagnum
fyri
Kirkjuráðslimir, at tað er
stór skom fyri føroyingar at
útsetta
yvirrtøkuna
av
Fólkakirkjuni.
Hann hevur helst lovað
meira enn gott er yvirfyri
Bertel Haarder.
Nei, Jógvan. Tað er eingin
skom í tí. Danir kenna væl,
hvussu seint lógarverkið í
Føroyum gongur.
Vit,
sum
standa
á
síðulinjuni fáa ikki nógv
innlit í tað arbeiðið, sum er
farið fram hesi nýggju
árini.
Eg
má
siga
sum
fyrrverandi formaður og nú
kirkjuráðslimur, at vit hava
fingið lítið at vita, inntil nú,
tá
ið
bumban
brast
leygardagin 17/03/2007 á
fundi hjá Felagnum fyri
Kirkjuráðslimir.
Har
kom
fram,
at
fylgibólkurin og annað ikki
riggar, sum tað skal.
Nú er so tíðin komin til at
nýggjur bispur ella bispar
skulu veljast. Tað kann
skjótt
standast
stríð
í
Føroyum, hvar teir skulu
plaserast í Føroyum.
Hvussu við kirkjunum,
prestagørðunum, og allari
viðlíkahaldsskipanini? Har
fáa vit lítið at vita. Um tú
spyrt, so er svarið, at ”tað
verður, sum tað verður”,
men tað er einki svar.
Nú eru kirkjur farnar at
søkja
eftir
organisti
í
bløðunum. Organistur er
ikki hvør sum helst, so tað
eru nógv ógreið mál, sum
skulu takast støðu til, nú
kirkjan skal yvirtakast.
Nú kirkjumál eru so
ógreið, er best at sleppa
yvirtøkunum nú og halda
fram við at gera eina
føroyska kirkjulóg.
Miðvágur 19/03/07
Her er sum so einki nýtt í
greinini, Dimma nr. 51 frá
13. mars. Her er bara aftur
pástandur móti pástandi.
Aftur verður trúttað, at Ric
hard má boyggja seg fyri, at
evangeliini eru ósamd. Men
so er ikki. Richard er ikki
samdur við Hans Andriasi í
hasum. Tað, sum eg segði,
sigi eg aftur, Lukas sigur
tað upp á sín máta og
Jóhannes upp á sín máta,
báðir eru rættir, her er eing
in ósemja.
Veruleikin er, at Jesus
rópti fyrst, tað er fullgjørt
og til seinast rópti hann:
“Faðir í hendur tínar gevi
eg anda mín.”Soleiðis er
hatta. Men at tað so verður
fingið til, at eg, tá eg sigi
soleiðis, havi ásannað, at
bíblian er ikki orð Guds, so
er tað milt sagt stórliga mis
skilt. Eg fari ongantíð,
sosatt Gud hjálpir mær, at
trúgva annað, enn at hon er
orð
Guds. Var
bíblian
mannaorð, var hon ikki
verd pappírið, hon er skriv
að á. So her verið eg noydd
ur at rætta teg Hans Andrias,
fyri lesarans skuld, serliga
fyri teir mongu lesararnar,
sum bara lesa yvirskriftirnar,
ella skippa skjótt ígjøgnum,
teir kundu kanska trúð tær.
Eg haldi ikki hatta var ser
liga høviskt, erlig talt. Teir
sum hava lisið gjølla, vita
jú, at tað havi eg ikki sagt.
Sum sagt fari eg aldri at
venda mær frá trúnni á tær
heilagu skriftirnar, allar
minst fara Silberman og
Finkelstein, sum eg nú eftir
hondini kenni nakað til, at
gera at so verður. Teir fara
einaferð
at
noyðast
at
ásanna, at teir fóru stórliga
skeivir í sínum niðurstøðum.
Teir hava jú longu ásannað,
ífylgi Sølvará, at teir hava
kanska eina nýggja niður
støðu í morgin. So er ikki
við tí, sum eg trúgvi, Jesus
Kristus er hin sami í gjár í
dag og í allar ævir. Heb.13,8.
Hann sigur ikki eitt í dag og
annað í morgin. Til ævigar
tíðir, Harri, stendur orð Títt
fast
í
Himli,
Sálmur
119,89.
Skriftirnar eru álítandi.
Jesus Kristus, sum er prógv
aður at vera sonur Guds við
uppreisn frá deyðum, trúði
skriftunum. Hann hevur
sagt: “Skriftin vikast ikki.”
Jóh.10,35.
Hann
brúkti
skriftirnar, tá ið hann hevði
orðadrátt við teir, sum í
samtíð hansara ikki trúðu á
uppreisnina, saddukearar
nar. Hann segði við teir:
”Tit villast, tí tit kenna ikki
skriftirnar.” Matt.22,29. Tá
ið hann bardist ein andaligan
bardaga við freistaran sjálv
an í oyðimørkini, rak hann
hann aftur tríggjar ferðir,
hvørja ferð við einum
skriftstaði, Matt.4,1-11. Og
tá hann undirvísti tveir læri
sveinar, á ferð til Emmaus,
útlegði hann frá Mósesi og
frá øllum profetunum, Luk.
24,27.
Til seinast mín egni vitnis
burður. Skriftirnar er tað
sum eg byggi alla mína til
veru á her og í ævinleikanum.
Tað er ein undurfullur friður
at liggja í lívd av krossinum,
ikki minst tá ið tann álvar
sama stundin upprennur,
vandamálið hjá øllum liv
andi, tá ið flytast skal inn í
tað ókenda. Men fyri tí
trúgvandi er tað ikki heilt
ókent longur. Skriftirnar
hava sett dyrnar á glopp, so
vit hóma nakað av dýrdini.
Vit verða biðin ikki at ótt
ast. Hetta vildi eg, at tú mín
lesari eisini skuldi hvílt í.
Trúgv á Harran Jesus Krist
us, so skalt tú verða frelstur.
Áp. 16,31. Tí skriftin sigur
jú: ”Eingin, ið trýr á Hann,
skal verða til skammar”,
Rómbr. 10,11.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Milt sagt miskilt Hans Andrias Sølvará
Richard
Danielsen
Viðmerking til Jógvan á Lakjuni
Jóhan F.
Magnussen