Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 20. mars 2007 11 Eg havi gjørt eitt rokni­ stykki, sum eg haldi átti at verið sera áhugavert við atliti til uppskotið hjá hin­ um 13 landspolitikarunum av bygd, sum í hesum døg­ um eru úti við rívunu eftir at skaffa sær sjálvum meira av skattaborgarans peningi. Í staðin fyri umleið 300 bý- og bygdarráðslimir, skuldu vit havt umleið 75. Vit høvdu spart eini 33 borgarstjóralønir pluss alt hitt leysa. Í staðin fyri uml. 3 x 40 fundir at samtykkja komm­ unalu fíggjarætlaninar, kundu vit sloppið við 3 x 7. Vit høvdu eisini fingið óteljandi nevndarfundur x 7 í staðin fyri óteljandi fundir x 40 til at fyrireika fíggjarætlaninar. Og so kundu vit havt óteljandi fundir x 7 móti óteljandi fundum x 40 til at avgreiða øll onnur kommu­nal mál. Skuldi onkur ivast so er bert at hugsa um, at talið av kommunalum málum eru hvørki fleiri ella færri um talið av kommunum er 7 ella gott 40. Hendan sparingin hevði verið størst í økjunum, sum teir 13 landspolitik­ar­ arnir av bygd eru úr, men bæði útjaðari og miðøkini høvdu fingið leysgivið ókenda upphædd og ókenda arbeiðsorku til at hækka livistøðið hjá hvørj­ um einstøkum borgara, með­an politikkarin, stakal­ urin, kanska fer at missa onkur gevandi bein, men hann hevur ráð til tað, og kundi kanska verður kravd­ ur eftir onkrum av sínum ágóðum samfelagnum at gagni. Nú vita vit, at politikarin hugsar bert um politikaran, og til seinasta løgtingsval egndu ein stórur partur av hesum 13 uppskotsstill­ar­ um við, at um teir bert sluppu framat, ja so skuldu almennu útreiðslurnar skerj­ast so at øll kundu fáa tað betur.. Tað var tá, nú er støðan ein onnur, nú skulu út­reiðslurnar at vísa seg hækk­ast í mest møguligan mun, annars fáa vit tað ikki betur. Í fleiri ár hevur fram­ leiðslan verið minni enn keypiorkan. Júst um dag­ arnar varð sagt frá at flestu fiskaframleiðsluvirkini hava havt hall á rokn­skapi­ num fleiri ár á rað. Ratio­ nalisering og effektivi­ sering vóru nógv nýtt orð aftan á kreppuna, men eru helst gloymd í marglætis­ ørsku og oljudansi. Eitt annað, sum vit eis­ ini hava gloymt, er at í 80’unum lótu landspolitik­ arnir nógvar skattafríar veitingar og tóku inn­tøku­ grundarlagið frá mongum kommunum eins og frá landskassanum sjálvum. Tey við almennum inn­ tøkum rinda skatt av hvørji krónu, tey forvinna, meðan somu landspolitik­ arar hava samtykt at nógv­ ar privat inntøkur – og løgið nokk helst tær stóru - ikki skulu skattast. Onk­ ur kommuna kundi kanska fingið góð hugskot um javnari skattainntøku og kravt landspolitikkaran til at broyta hesi sera sjónsku brek og lýti í skatta­lógun­ um, um ikki var so, at lands- og kommunu­politik­ ari í mongum førum eru somu MENN. Penginga­ renslið á privata marknað­ inum í hesum landinum stendst í mesta munin av óskattaðum peningi, altso skattafríum inntøkum og lánum. Hetta sama, eftir konjunkturunum alt ov stóra privata peningarensl, setur ovurstór krøv til tær almennu veitingarnar, og tað kann einki samfelag liva við. Sjálvt ikki tey ann­ars fyrimyndarligu húsar­haldini á bygd í Før­ oyum. Eg sum skattaborgari hava alstóran áhuga fyri at - sagt við orðum Jógvans við Keldu - landspolitik­ ararnir úr útjaðaranum og lokalpolitikkararnir úr mið­økjunum geva mær eina sera neyva og útgrei­ naða frágreiðing um, hvussu teir ætla at fáa tey viðurskiftini í rættlag, áðrenn teir leggja nýggjar byrðar á meg. 13 samgongulimir hava skriv­að løgmanni bræv, har teir biðja hann seta ein skjóttarbeiðandi bólk, tveir løgtingslimir úr hvørjum samgonguflokki, sum skulu kanna, hvørjir almennir stovnar kunnu flytast út um landið. Tinglimirnir meta, at bólk­urin kann koma við sín­ ari fyrstu niðurstøðu um tríggjar mánaðir. Teir 13 sum hava  skrivað undir brævið til løgmann eru Jógvan við Keldu, Jó­han Dahl, Hendrik Old, Heðin Zakariassen, Alfred Olsen (samgongulimur?), Kjart­an Joensen, Jørgen Nicla­sen, Marius Dam, Ger­ hard Lognberg, Vilhelm Johannesen, Sverri Midjord, Andrias Petersen og Anfinn Kallsberg. Løgið at samgongu­ting­ menn meta tað alneyðugt at almannakunngera eina slíka áheitan á løgmann beint áðrenn løgtingsval. Kann hugsast, at útflutn­ ingstørvurin av almennum stovnum úr miðstaðarøki­ num er líkaproportionalur við atkvøðutørvin hjá polit­ isku samgonguflokkunum og limunum í ætlaða polit­ iska serfrøðingabólkinum? Hví geva hesir 13 ting­ limirnir Bárði Nielsen lands­ stýrismanni loyvi til at flyta vælvirkandi virksemi úr út­jaðaranum. Gagnar og sparir t. d. niðurleggingin av Toll/Skattstovuni í Klaks­ vík, norðoyingum, ið nú mugu yvir um fjørðin, tá teir hava ørindi á almenna stovninum? Dagsins trupulleiki í út­jaðaranum er, at útróðurin bløðir spakuliga burtur, og bygdauniversitetini (egning­ ar­skúrarnir) lata aftur ein fyri og annar eftir. Hvat gera tit við henda trupul­ leika? Hvat kann politiskt gerast við væntandi vinnumøgu­ leikarnar hjá fiski og útróð­ rarmonnum, ið fækkast í tali, tí fiskidagatalið og har­ við inntøkumøgu­leikar­nir verða skerdir á hvørjum ári, og ikki er loyvt at vinna meir enn 50 túsund krónur av øðrum arbeiði, um tú skal verða roknaður sum full­rikin útróðrarmaður? Hvat við størstu arbeiðs­ plássunum, flakavirkjunum. Hvat manglar í, áðrenn idé fabrikkin avloysir filé fabrikk­ina, og hvat skulu tey tímaløntu tá liva av? Í hesum álvarsmálum ber ikki til at fara út í sjálvdrátti. Harnæst má tryggleiki valda í almennu skipanini, so reglur og avtalur verða hildnar, við virðing fyri starvsfólkunum. Vit skulu hava førleika­ krevjandi arbeiðspláss úti um landið, men hetta má gerast í eini skipari ætlan, har samskipan, serkunnleiki og samfelagsligi ágóðin koma borgarunum í økinum og landinum til góða. Skal útjaðaranum verða lív laga, so má fyrst og fremst fiski­ vinnan fáa bestu umstøður. Her er brúk fyri at vinnan og politiski myndugleikin tosa saman og finna loysnir í felag. Um løgmaður gongur áheitanini frá hesum 13 tingmonnunum á møti, og teir fáa loyvi at býta á skinninum, hvar er tá lyfti um opinleika og gjøgnum­ skygni? Nú hevur Øssur Winth­ ereig vegna sjónvarpið forklára okkum, hví Poul Mohr trein fram á skermin í ”Degi og Viku” herfyri, har hann slapp at hugleiða um sendi­ harrar, sendimenn, sendi­ stovur, fløgg, gølur og ymsar hendingar á leiðini Winthereig sigur í Sosial­ inum 14.03.07: ”Vit valdu ein relevantan persón - nevni­liga íslendska kon­ sulin í meira enn 20 ár.” Tveir dagar framman­ undan hevur Poul Mohr tó sjálvur skrivað í Sosialinum í svari til mín: ”Tað einasta eg iðraði meg um aftaná samrøðuna, (var) at eg ikki segði, at eg ikki úttalaði meg sum sum umboð fyri Ísland.” Har er okkurt galið Hesir báðir setningar kunnu ikki báðir vera sannir. Sendingin var fyri tað mesta upptikin inni í Fúta­ stovu. Poul segði, at hann hevði fingið Fútastovu leig­ aða til nýggja íslendska generalkonsulatið. Tað gjørdi hann saktans ikki sum privatmaður? Og samrøðan – kanska heldur einatalan – snúði seg júst um tað diplomatiska sam­bandið millum Lýðveld­ ið Ísland og Føroyar. Hví skuldi ein privat­mað­ ur úttala seg um tað, tá man hevur ein undirhaldandi gene­ralkonsul í býnum? Dregur Poul í land? Tí er mín meting, at Poul nú togar í land. Har er hann komin at siga nakað, sum ikki hóskar seg einum íslendskum konsuli. So roynir hann nú, aftaná (!) mína viðmerking (ikki sjálvboðin fyri at rætta eina misskiljing) at sníkja seg undan einari generalfadesu av einum generalkonsuli. Hatta er ov neyðarsligt. Ikki bara hatta, men alt lesarabrævið vísir, at Poul er ein persónur ella diplo­ matur, sum eingi politisk ella saklig argument eigur. Hoyr bara: Brot úr privatari samtalu Eg fái at vita at eg eri ”fyrr­ verandi lektari við Køben­ havns Universitet.” Tað er púra rætt. Tað for­ taldi eg sjálvur fyri Poul fríggjakvøldið 9.2.07 klokk­ an 18.35 danska tíð, tá eg sat í Kastrup Lufthavn og bíðaði at fara umborð á RC 455 til Føroya. Vit sótu sam­ an eina løtu og prátaðu um leyst og fast. Men eg dugi ikki at síggja hvat mítt starv ella ikki- starv hevur við hesa sakina at gera. Saktans havi eg nevnt, at Poul var íslendskur konsul. Men tað var tí, at tað var sjálvur krumtappurin í hesi sakini. Men, at eg skuldi fáa partar av privatari samtalu serveraða á hendan hátt, tað hevði eg satt at siga ikki væntað. Lógir og konventiónir broytast ikki við herðaklapping Eg fái eisini at vita hvar eg búgvi og hvussu leingi eg havi búð har. Hvønn rele­ vans hevur tað fyri hetta mál? Tað er heldur ikki nakað sakligt - ella bara brúkiligt argument - at fleiri góð fólk hava ringt til Poul og givið honum góðar aftur­meld­ ingar. International jura og rættarviðurskifti verða ikki avgjørd við herðaklapping. At enda skulu lesararnir eisini líka minnast á at Berlin-múrurin er fallin. Poul gitir so, at tað hevði serligar konsekvensir fyri meg. Hann hugsar, at tað ”ivaleyst nívir fyrrverandi lektaran inn á sálina.” Men amatør-psykologurin steðgar ikki her. Nei, hetta sum nú kemur, er í høvd­ inum hjá Poul Mohr helst av størsta týdningi fyri at forstanda, hví hann gloymdi at siga, at hann í Fútastovu ikki úttalaði seg sum umboð fyri einari fremmandari makt. Hann er vísur í, at Múr­urin í Berlin og allar ism­urnar, sum eru rapaðar, hava gjørt, ”at hann (Rolf) hevur mist sín samleika.” Hvør hevur eitt samleikaproblem? Man ikki Poul hava eitt samleikaproblem, tá hann hevur so ilt við at skilja mill­um privatpersónin og konsulin? Marxisman trív­ ist strálandi - ikki sum stats­ religión í Sovjet ella Mao- Kina - men sum ein klassisk búskaparteori, sum søgu­ teori, sum vísindaástøði. Eg forvænti ikki, at Poul eigur at vita nakað um alt hetta. Men hann brúkar orð­ ini sum politisk fý-orð, sum kanska sigur eitt sindur um samleika. Hvørjir trælir skulu høggast niður? Poul Mohr endar sítt lesara­ bræv soleiðis: ”Eg sigi, sum tað stendur í Høgna­ tátti:.” Her er so seinasta regla av teim fýra endur­giv­ in: ”at høgga trælir niður” Uhaddadada? Hvat sigur maðurin? Hvat ætlar hann? Eg tori slett ikki at gita, hvat hatta kann betýða ella siga um Poulsa samleika, hvørki sum privatpersón ella generalkonsul. Hatta er ikki miðøld, nei heldur oldtíð í einum sokallaðum ”høvdingasamfelagi”, sum við nútíðarhugtøkum helst hevur verið eitt eirindaleyst, antidemokratiskt, ómenn­ iskjaligt mafia-samfelag. Er tað fyrimyndin? Generalfadesa av einum generalkonsuli Súsanna Dam løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin Kári P.Højgaard Rolf Guttesen Hvat sigur løgmaður? Eg havi gjørt eitt roknistykki… viðmerkingar