Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 56 - 20. mars 2007 Vit havnarfólk fáa illa hugt í bløðini ella latið upp fyri útvarpinum ella sjónvarp­ inum uttan at renna okkum í tíðindi um, at nú skal hes­ in ella hasin stovnur flytast úr Havn, og at starvsfólkini bara kunnu fylgja við, ella at nú skal skattur flytast/ javn­ast úr Havn. At visjónin hjá okkara løg­­tingslimum ikki røkkur til at skapa nýggj arbeiðs­ pláss her á landi, talar fyri seg um breyðpolitikkarar, men hesum fáa vit kanska skikk á, tá val verður í næst­ um, og vit vilja flyta Før­oy­ ar inn í framtíðina. Hinvegin er ovboðið, at sjálvur formaðurin í FKF leggur meg og KSF undir at arbeiða í loyndum við lýs­ ing av javningarskipan, nú KSF aftur varpar ljós á inn­ tøku- og útreiðslujavning. Kann vera, at Rósa Samuel­ sen hevur gloymt umrøðuna av javningarmálinum fyri tíð síðan, tá KSF lýsti málið fyri m. ø. løgtingsmonnum, løgtingskvinnum og um­ boðum fyri landsstýrið. Fjøl­miðlarnir umrøddu eis­ ini málið - so mín góði kollegi Rósa Samuelsen; hvørki eg ella KSF stinga nakað undir teppið, verð tú vís um tað. Sjálvandi veit eg ikki, hvat tit arbeiða við innanhýsis, men tað, ið tit boða frá í flølmiðlunum, ber ikki boð um visjóns­ar­ beiði. At tit í FKF blaka um tykkum við hálvlýstum pá­standum, eigur ikki at varpa ringt ljós á okkara heild­arlýsing av einari javn­ ingarskipan, ið lítil nytta er í. Eg eri ikki ósamdur við tykkum um, at “vit fáa ikki eina ríka kommunu við at leggja fleiri fátækar sama” – hetta er ein slitin pástand­ ur. Men Sunda kommuna er besta prógv fyri, at vit sanni­ liga fáa eina sterkari komm­ unu við at leggja saman. Ikki tær at siga, Rósa Sam­ uelsen, so er betur við einari sterkari kommunu, enn fleiri fátækum – hetta kunnu fólk í Sunda komm­ unu siga tær. Charlene Cothran hevur sein­astu 13 árini verið blað­ stjóri á blaðnum Venus Maga­zine, eitt blað ætlað svørtum homosexuellum ameri­kanarum. Í farnu viku vitnaði hon um frelsu sína og tók frástøðu frá tí livi­ hátti, hon hevur livað og virk­að fyri alt tilkomna lív sítt. – Seinastu 23 árini havi eg ágangandi og eggjandi stuðl­að søk teirra homo­ sexu­ell u og lesbisku, sigur hon sambært tíðindastovuni ”One news”. – Eg havi lagt til rættis og verið við í ótaldum krav­ gongum og eg havi verið tals­ kvinna í stríðnum fyri javnstøðu fyri homosexuell og lesbisk. Víðari greiðir hon frá, at hon hesi árini eisini hevur givið stóran fíggjarligan stuð­ul til stríð teirra homo­ sexuellu. Men eftir at hon gjørdist kristin, er lívið full­ komuliga broytt. Greinin ber heitið: ”tíggju háttir at koma úr homo­ sexuella lívsstílinum, um tú ynskir tað.” Sum blaðútgevari er hon komin á tal við menniskju í túsundatali. - Eg havi ávirk­ að túsundir at koma ”út út skápinum” at standa fram sum homosexuell og lesb­ isk. Men nú eri eg sjálv kom­in út úr skápinum - eina­ ferð enn, greiðir hon frá. Fyri stuttum upplivdi hon umbroytandi megi Guds koma yvir seg. Tað hendi, tá hon gav seg yvir til Jesus Kristus. Heilagi Andin tal­ aði beinleiðis við hana og gjørdi greitt, at hon hendan ávísa dagin mátti velja hvørj­um hon vildi tæna. – Hann gjørdi mær greitt, at valdi eg skeivt, so fór Guð at loyva mær at dríva so langt frá sær, at eg ong­ antíð aftur fór at kunna hoyra rødd hansara. Har í bili mínum, á einum stórum parkeringsøki, gav eg Gudi hjarta mítt og sál mína, meðan tárini runnu nið­ur eftir andlitinum. Og har upplivdi eg fyrigeving Hansara. Charlene Cothran ætlar at halda á at arbeiða í sama umhvørvinum, men á ein heilt annan hátt. – Eg verði eins beinleiðis í vitnisburði mínum sum trúgvandi, sum eg var í farna lívi mínum. Málbólkurin verður hin sami, men nú verður enda­ málið at eggja, útbúgva og hjálpa teimum, sum eru fangaði í homosexuella og lesbiska umhvørvinum, men sum ynskja at gerast fræls. Viðgerðin í høvuðsstaðar­ fjøl­miðlunum er grunn og subjektivið tørvandi kritisk­um spurningum og tí vánaligum afturljóði Nakrir dagar eru nú farnir síðani fram kom í fjøl­miðl­ unum, at 13 landspolitikarar í brævi til løgmann sam­ gonguleiðara bóðu um at fáa sett skjóttarbeiðandi ar­ beiðsbólk við tveimum politikarum úr hvørjum sam­gonguflokki og at skriv­ ari verður settur, fyri at koma við uppskoti um “hvørj­ir stovnar møguleiki er at leggja út um landið”. Lat meg gera greitt, sum átti at komi fram í sendingini 62 norður í útvaprinum, at allir tinglimir í samgonguni fingu tilboð at undirskriva brævið, men bara lands- politikararnir nýttu høvið, meðan lokalpolitikarar í høv­uðsstaðnum ikki ynsktu. Oddagreinin í Dimma­ lætt­ing 13. mars viðgjørdi málið, sum vanligt tá talan er um annað enn høvuðs­ staðin, subjektivt, og kallaði átakið “jánkasligt valagn”, meðan Sosialurin viðgjørdi tað, sum teir oftast gera, eitt sindur breiðari, men gjørdu vart við, at um ikki allir al­mennir stovnar lógu í høv­ uðsstaðnum, varð vónleyst at kappast við Reykjavík, London, Geneve og Keyp­ mannahavn. Síðani komu báðir trav­ar­ arnir og lokalpolitikararnir, nú- og fyrrverandi borgar­ stjórarnir Heðin Mortensen og Poul Michelsen, og sein­ ast sending útvarpsins 62 Norður, har okkara serstaki hagtalsfrøðingur segði nak­ að. Sterkari og førleikaførari øki Heldur enn at fara í enda­ leysa trætan við hesi, kundi eg hugsað mær at farið víð­ ari. Fyri tað fyrsta er ikki í ein­um framkomnum landi í longdini gongd leið hálva­ vegna at gera statskvett, tá ein stovnur skal flytast, hóast hetta higartil hevur verið einasta gongda leið, tá hann skal flytast úr høv­ uðsstaðnum, tí sovorið skal gerast við skili. Í øðrum lagi er neyðugt við sterkari og meiri savn­ aðum økjum úti um landið og meiri førleikagevandi kommunum. Fáa vit ikki sam­feld samfeløg við vinnu, mentan, sosialum og útbúgvingarligum greinum, doyggja økini, tí fólk við út­búgvingum fer har arbeiði er, har frítíðarvirksemi, barna­ansing, grundøki og har eitt livandi samfelag er. Ússaligt úrvarps­ orðaskifti Í sendingini 62 norður sein­ asta fríggjadag royndi Her­ man Oskarsson at staðfesta við einum eiði, at ikki bar til at politikarar sótu í eini tílíkari nevnd, sum er mjarr­ að upp í saman í útvarpinum, tí her skuldi ein gransking fara fram. Tá hendir ikki meira enn tað, sum er hent, uttan at vit fáa áralangt kost­ naðarmikið arbeiði til onga nyttu. Tá eg hoyrdi hesi bæði – fjølmiðlafólkið og hag­tals­ frøðingin – kom eg at hugsa um ein, sum hevði verið á skeiði. Tá hann kom aftur, varð hann spurdur, hvat hann hevði fingið burtur úr. “Jú,” segði hann, “eg eri líka óvitandi sum áðrenn, men nú liggur tað bara á hægri støði”. Her var eingin kritiskur spurningur og sjálvandi tí ótrúliga vánaligt afturljóð. I AM! In a crowed I walk in to freedom Freedom from own limitations Freedom from suppressing my own soul Freedom from my worst enemy: me I am setting ME free from me Listening to the voice within the voice of GOD ”And the truth shall set you free” I am beautiful! I am powerful! I am many different things. But most important of all: I AM! Súsanna Vígdá 2005 Á Borg á Argjum á pátriksmessu 2007 AB er suður­streym­- ­oyar­­meistari! Til lukku við bragd­ inum, AB! Tað var rættiligur lands­ kronafagnaður í Gunda­ dali leygardagin 17. mars, pátriksmessudag. Pátrikur var ápostul Ír­lands. Argjanavnið er kanska eisini av írskum uppruna, so har er møgu­ liga okkurt samsvar!? AB (mansliðið) vann 1-3 á útivølli móti sjálv­ um steypsvinnarunum, B36, sum júst hevði vunn­ið á føroyameist­ar­ unum í dystinum um væl­ gerðarsteypið. Sostatt má AB nú vera suður­ streym­­oyar­meistari, minst!? AB-áskoðararnir vóru framúrskarandi í bygda­ skýlinum hendan dagin! Nú spyr onkur kanska, hvussu leingi Jeppe var í barónsins song? Jú, gam­ an í; men í løtuni eru vit har. Latið okkum njóta tað, so leingi, tað varir, Argir! Spell, at eldsálin og und­angongumaðurin, Tórálvur Stenberg, ikki slapp at uppliva hesa fagn­aðarløtuna! Hann slapp so at uppliva upp­ flyt­ingina í fjør. Sannast má, at ”harmur og gleði í felag tey reika”. Annars eru fleiri argja­ fólk í samleikakreppu, nú AB er komið upp í ov­astu deild í mans­fót­ bólti. Nøkur av okkum hava jú hildið við B36 í fimmti ár, so tað var ein løgin kensla hendan dag­ in. Støðan hjá mær er tó greið; í hesum førinum má eg halda við bygdar­ liði mínum á Argjum og ikki við stórbýarliðnum. Eg skal nokk halda við B36, tá AB ikki er mót­ støðulið. E. S. Magni, tú tippaði 3-1. Røtt tøl, men----! Út­varpsviðmerkjarin hjá B36 gjørdi meg eitt sind­ ur vónbrotnan. Hann hevði ikki akkurát rós­ andi orð á munni um lítla beiggja á Argjum. B36- venjarin var tó nógv meiri ítrótta­ligur. Jákup, AB hevur kanska brúk fyri tær!? Røturnar og navnið eru jú av Argj­ um. Við fótbóltskvøðu Jenis av Rana løgtingsmaður Jógvan við Keldu Eyðun á Borg Borgarstjóri Heðin Mortensen Havnin – nú brýtur í bæði borð Kendur blaðstjóri sett fræls frá homosexuellum lívsstíli Nakað um desentralisering og um flyting av stovnum viðmerkingar