Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 20. mars 2007 13 nøvn Niels Juul Arge fyrrverandi klokkari í Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnudagin 18. mars 82 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Óluvá Samuelsen, Klaksvík, fer til gravar úr Christianskirkjuni týsdagin klokkan 13.30. Tey ið vilja minnast Óluvu kunnu lata Mikladals sóknar fráhaldsfelag eina peningagávu, konta í Norðoya Sparikassa Andlát og jarðarferðir Skopun hevur aftur mist ein av sínum merkismonnum, Sigurd Bærentsen, ið alt ov ungur hevur lagt árarnar inn, eftir harðan andróður av deyðiligari sjúku. Sigurd hevði stóran týdning fyri Skopunnar bygd, fyri skúla, kirkju og annað mentannarligt og anda­ ligt starv í bygdini. Sigurð var sera trúfastur, ærligur, bersøgin og skemt­ ingar­samur. Hann var vitugur og upplýstur og hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, søgu, sið­ søgu og átrúnaði. Altíð leitandi eftir sannleikanum. Sigurd hevði haraftrat ríkar gávur sum yrkjari og tónleikari. Ofta var hann biðin at yrkja sangir til ymisk høvi, og at standa fyri veitslum og øðrum tiltøkum. Hetta dugdi hann, sum, fáur, skemtingarsamur og undir­ haldandi, altíð við skili og innihaldi. Sigurd hevði stóran týdning fyri heim okkara í Skopun. Sum lærari hjá børnum okkara og sum vinur av húsinum. Serliga fast vóru vinar­ bondini knýtt, eftir at Hildebeth fekk uppgávuna at vera stuðul hjá Pæturi, sum hevði verið gjøgnum harða sjúkra­legu, sum bæði tók honum og foreldrunum sera fast. Sigurd hevði eina fasta og grund­ festa trúgv. Og henda trúgv hansara slapp at standa sína roynd. Tann roynda trúgvin er meir verd enn gull, sum tó verður roynt í eldi, sigur Guðs orð. Samband hansara við Guð bleiv tættari og inniligari. Hann søkti sær skjól í Guðs orði og lyftum, sum vóru hansara einasta vón og ljós. Og hetta gav honum mitt í trongdini eina innari gleði og frið, soleiðis at hansara innara menniskja styrknaði dag frá degi, sjálvt um hansara ytra menniskja viknaði. Frederik Wisløff tekur til í bók­ linginum “Tá vit missa ei kæran” um diamantin, sum í sær sjálvum er tann dýrmætasti av øllum gimsteinum. Men fyri at fáa vakurleikan fram, má hann høggjast leysur úr klettinum og síðan slípast. Mannasálin er eins og ein diamantur, dýrmætari og vakrari enn allir heimsins gimsteinar. Men eisini sálin má gjøgnum roynslur fyr at vakurleiki hennara kann koma til sjóndar. Hesi orð koma fram fyri okkum, tá vit hugsa um Sigurd. Og hetta veitir troyst og ugga, tá leitað verður eftir eini meinig við tí, ið tykist so meiningsleyst. Góða Sólvá. Eisini tín trúgv hevur staðið sína roynd. Ótroyttilig hevur tú staðið við Sigurdsa lið og við hans­ara sjúkralegu. Tú hevur verið fyrimyndarlig og tað er ein stórur uggi at síggja, hvussu styrkt tú ert komin gjøgnum hesa tungu tíðina. Harrin styrki teg í komandi døgum. Góði Jónsvein, Kristin, Jacob Ebbe og Pætur. Tit hava mist ein góðan pápa, sum var ógvuliga góður við og stoltur av synum sínum. Okkara bøn er, at Faðir teirra faðirleysu má halda sína hond yvir tykkum. Góða Petra og Jacob! Tað er ikki lætt at ímynda sær, hvussu svárt tað er hjá tykkum fyri fjórðu ferð at hava fylgt einum av børnum tykkara til gravar. Men tit eiga vónina um, at hesi børn tykkara skjótt skulu taka ímóti tykkum á Himmalsins strond, og har skulu tit um ævir gleðast saman. ------------- Seinasta yrking, sum Sigurd legði úr hondum, er henda umseting av sang­ inum “We call on him”, sum er ein álvarsom áminning til ein og hvønn okkara: Vit heita á hann, tá toka fjallið fjalir, Vit heita á hann um loðs á niðunátt. Hví einans tá ið allir vinir víkja, Og slóðin svann, vit heita á hann? Hví ikki heita á hann, áðrenn skepnan slær? Og takka meðan sólin sær, og lívið lær? Vit heita á hann, tá ongin annar ønir Og biðja hann at greiða lívsins leið. Tá treystið treyt og gleðin gjørdist gremjan, Og vónin svann, vit heita á hann. Hví ikki heita á hann, áðrenn skepnan slær? Og takka, meðan sólin sær, og líviðlær? Sigurd Bærentsen 25. nov. 2005 Ærað veri minnið um Sigurd Bærentsen. Hildebeth og Rúni Minningarorð um Sigurd Bærentsen f. 6-11-49 • d. 20-1-07 Dagurin 21. mars. Vársjavndøgur. Tvær ferðir um árið eru sólin og jørðin staddar soleiðis hvør móti aðrari, at dagur og nátt eru líka long. Vársjavndøgur er van­liga 21. mars, men kann eisini vera 20. Dag­urin eitur eisini bæna­diktsmessa, til minnis um Bænadikt úr Nursia, sum stovnaði eina munkaskipan, ið skjótt kom víða um londini. Bygdi eitt tiltikið kleystur á Monte Cassino í Italia. Navnið kemur av orðinum ”benedictus”, sum merk­ir tann vælsignaði. Bænadikt doyði í 547. Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Kunngjørt  verður fyri ætt, vinum og kenningum, at mín elskaði maður og okkara góði pápi, verpápi og abbi, Niels Juel Arge fyrrverandi klokkari í Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sunnudagin hin 18. mars, 82 ára gamal. Bønarhald verður í kapel- linum, mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni hósdagin kl. 13. Familjunnar vegna Eia Sigga, Petra og Andrias v. fam. og Karina Tey,ið ynskja at minnast mann og pápa okkara kunnu lata eina peningagávu til Emmaus,konto í Norðoya Sparikassa Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Gilstein Simonsen Sandur andaðist og fór til gravar. Tøkk til sangarar, prest og kirkjutænarar. Tøkk til Sólvit fyri vøkru heilsanina á kórgáttini. Tøkk til tykkum, ið hjálptu við ervinum og tykkum, ið komu við køkum. Tøkk fyri blómur, kransar og uppringingar. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Sólborg Emly, Annbjørn, Mads Andreas, Marjun og Poula Heðin Kambsdal hevur listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði frá 15. til 28. mars. Framsýningin lat upp hósdagin kl. 17. Framsýningin verður opin allar dagarnar somu tíðir, sum Fuglafjarðar Heimavirki, tvs. mánadag-fríggjadag frá kl. 15 til 17.30 og leygardag frá kl 11 til 13. Framsýningin fevnir 17 nýggjar oljumálningar, sum ikki hava verið framsýndir áður. Teir eru ymiskir í stødd og skapi. Summir rættuliga stórir, og aðrir minni í vavi. Íblásturin kemur úr nær­umhvørvinum, úr hend­ ingum, úr huganum at mála tað ómøguliga ljósið og at spæla við litsamansetingum osfr. Heðin Kambsdal á Ribarhúsi