Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 56 - 20. mars 2007 Síggi í bløðunum, at mín góði gamli vinur, Sverri Mortensen á Argjum, hevur rundað tey fursinstjúgu árini. Sverra kom eg at kenna, tá eg sum 18 ára gamal fór at koyra bil her suðuri saman við pápa mínum, sum hevði postflutningin eftir Sandoynni. Tað var ikki bara sum at siga tað, at skula møta til arbeiðis við bili hvønn morgun, tá ein lítlan og ongan kunnleika hevði um at halda ein bil í so góðum standi at hann altíð var til taks. Og sum frá leið høvdu vit fleiri bilar, ið skuldu røkjast. Men Sverri var ein av teim duguligu monnunum á verkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen og var hann mangan hollur í ráðum. Tá Sverri hevði verið eina tíð á verkstaðnum, kom hann á goymsluna at arbeiða, tað má sigast, at har var hann tann rætti maðurin. Við sínum skarpa viti og sjáldsama minni var ikki tann lutur á goymsluni, Sverri ikki visti hvar hann lá og hvar og hvussu hann skuldi nýtast. Tað yvirlit, ið er til skjals yvir teir bilar, ið innfluttir blivu av fyritøkuni, »Vilhelm Nielsen«, eftir kríggið er áhugavert at síggja í dag, lítið man vera at ivast í, at Sverri eigur sín part í, at tað er blivið bókført. Av Sverra lærdi eg nógv, tí hann dugdi so væl at greiða frá, har ein sjálv­ur var ivasamur. Sverri og verkførarin Kornelius (Neli) vóru tveir frágera duguligir lærumeistarar til teir, sum góvu sær stundir at lurta eftir teimum. Sverri eg ynski tær hjartaliga tillukku við teim 85 árunum og tøkk fyri tíðina vit arbeiddu saman. Palli Merkismaður 85 ár Á lítlari samkomu í gjáramorgunin fekk nýggja móttøkan hjá Klaksvíkar komm­ unu navnið Miðlan. Navnið er funnið í stórari navnakapping NAVNAKAPPING Tíðindaskriv Vinnarin gjørdist Guðrun Árting Rubeksen, og fekk hon sostatt tær 10.000 krón­urnar, ið var vinnara­ samsýningin. Guðrun greiddi soleiðis frá navninum: “Miðlan” er tað at miðla og sambært før­ oysku orðabókini er tað “at vera millumliður í at veita upplýsingar og tílíkt.” Navn­ið avmarkar seg ikki til nakað ávíst evni, tá hugs­að verður um tað “at miðla”. Navn­ið hevur ein breiðan týdn­ing, og vendir sær tí­skil til øll. “Miðlan” er eitt stutt, greitt og einfalt orð og navn. Eitt navn, sum ikki er saman­sett av øðrum nøvnum og tískil ikki avmarkandi á nakran hátt. Mær vitandi er einki ávíst, sum er navngivið “Miðlan”; greiddi Guðrun frá. Fólk í øllum aldri lótu heili 82 uppskot inn til navna­kappingina. Talan var um norð­oyingar, avbygdafólk og útisetar. Klaksvíkar kommuna ynsk­ir at takka øllum fyri innsendu uppskotini. Eftir ætlan letur Miðlan upp 16. april 2007. Móttøkan eitur Miðlan Leygarmorgun 27. januar fekk eg boðini um, at abbi var deyður. Hann var ikki so væl fyri, sum tá eg var yngri. Onkrar dagar píndist hann sera illa. Hann var næstan hildin uppat at koma út í heila tikið, so vit mundu vera fleiri, ið hugsaðu, at tað var gott hjá honum at sleppa undan tí døpru síðuni av ellini. Hóast eg á rationellan hátt gleddist, tóku kenslurnar kortini yvir, og eg græt. Eg sleppi jú ongantíð aftur at síggja hann. Eg fari ongantíð aftur at hoyra hann greiða frá, hvussu tað var at vera til skips í Íslandi, ella hoyra hann fortelja skemtisøgur frá hansara ungu døgum. Eg sakni hann. Tað verður eitt sindur tómligt at koma til Sands at vitja. Abbi hevur sett mong spor eftir seg. Tey mest sjónligu sporini eru eftirkomararnir. Omma og abbi fingu 5 børn, 18 ommu- og abbabørn og 12 langommu- og langabbabørn. Væntandi økist flokkurin enn meiri. Vit eru eftirkomarar hjá abba, og vit eru stolt av tí. Abbi hevur alt børnini upp, so hansara hugsan og hugburður hevur sett síni spor. Alt, vit hava upplivað saman við abba, eiga vit enn í okkara minnum, og mangan verða upplivingarnar tiknar fram, so vit kunnu deilast um tær. Á henda hátt er abbi enn ímillum okkum, tá vit hittast. Nógv minni kundu verið tikin fram her, men søgurnar eru best, tá tær verða bornar fram munnliga millum okkum sjálvi. Tó vil eg luta nøkur minni, sum siga nakað um, hvussu og hvør abbi var. Abbi bleiv 82 ár, og eg var so heppin at liva 30 ár saman við honum. Hann búði á Sandi, meðan eg vaks upp í Miðvági. Kortini var eg nógv og vitjaði ommu og abba. Tær flestu feriurnar var eg suðuri og vitjaði. Tað var altíð so stuttligt á Sandi, tí har var nóg mikið at taka sær til. Abbi hevði seyð og eitt sindur av jørð, so tað var altíð stuttligt at vera við uppi í seyðahaldi, hoygging og at velta epli. Abbi gekk høgt upp í, at alt skuldi gerast ordiliga. Hóast børn vóru við, skuldi dagurin ikki fara upp í bert spæl. At læra góðan arbeiðshugburð, er ikki at forsmáa. Sum yngri var abbi av sterkastu monnum, havi eg latið mær fortalt. Ofta er tað ringt hjá eldri fólki at góðtaka, at tey vikna. Kanska kendi hann ungdómsmegina koma aftur, ta einu ferðina, vit skuldu fara inn í Dal eftir seyði til slakt. Hann var tá farin eitt sindur um tey 70, men royndi kortini at fanga tríggjar veðrar í einum. Vit yngru, sum skuldu hjálpa til við fletting, sótu í bilinum, meðan abbi, fór at geva seyðinum. Vit høvdu fingið strong boð um ikki at nærkast, fyrr enn hann segði til, tí annars stygdu vit seyðin burtur. Tríggir veðrar komu at standa lið við lið, meðan teir ótu av kraftfóðrinum. Abbi legði seg oman yvir tveir teir nærmastu, meðan hann tók í ryggjaullina á honum, ið stóð longst burturi. Vit sótu sum kánus og gløddu at tí gamla manninum, men fingu so tikið okkum saman at koma til hjálpar. Ímeðan slapp tann eini veðrurin, tí abbi hevði ikki meiri enn tvær hendur at halda fast við. Tá vit komu heim og søgdu frá, hvussu abbi hevði fangað veðrarnar, hevði omma sjálvandi at honum, tí hann hevði ikki heimsins sterkasta hjarta. Kortini sat hann stoltur sum ein riddari og smíltist fram fyri seg. Eitt fari eg altíð at minnast abba fyri. Tá hann fór útum ella bara niður í kjallaran, mussaði hann altíð ommu. Tað var so deiligt at síggja, at hann eftir næstan 60 ára samlív, enn var so góður við hana. Einaferð vit vóru biltúr á Sandoynni, spurdi eg hann, um hann kundi hugsað sær, at búð aðrastaðni enn á Sandi, har hann hevði búð so at siga alt lívið. Hann segði: “Eg kundi búð hvar sum helst, bara omma tín var við”. Tað má kennast sárt hjá tær, omma, at hava mist tín lívsfelaga. Men vónandi finnur tú troyst í orðunum: “Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teim­ um, ið sovnað eru - fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga. Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum. Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva - sum verða eftir til komu Harrans - skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru. Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva - sum eftir eru - verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tá hvør annan við hesum orðum!” (1. Tess. 4: 13-18) Vit sakna øll abba, men vit eru takksom fyri ta tíðina, vit áttu saman við honum og alt vit hava upplivað saman við honum. Fyri mín part kann eg siga, at hann hevur gjørt mítt lív nógv ríkari. Eyðstein Minningarorð um Gilstein Simonsen, abba mín nøvn