Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 56 - 20. mars 2007 tíðindi Matthew Sakeuh slapp undan ræðu­ leikunum í heimlandi sínum Liberia, og flýddi til USA. - Eg gav tá Gudi tað lyftið, at um eg slapp heimaftur, so skuldi eg byrja eitt arbeiði millum børnini her, sigur Matthew, sum í hesum døgum er gest­ ur hjá ABC Barna­ hjálp í Føroyum Hjálpararbeiði Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Í Liberia er støðan hon, at eini 200.000 børn eru uttan foreldur og mong teirra eisini heimleys. Hetta er eitt úrslit av tí herviliga borgarakrígnum, sum landið hevur verið í tey seinnu árini. Nú er kortini líkt til at vend er við at koma í. Herfyri fekk Liberia tann fyrsta kvinnuliga forsetan í einum afrikanskum landi. Hon hevur veruliga sett sær fyri at fáa landið á føtur aftur, og líkt er til at hetta er við at geva úrslit. Fleiri útlendskir íleggj­ar­ ar hava áhuga at gera íløg­ur í landið. Og hjálpar­fel­ags­ skapir kring allan heimin halda seg heldur ikki aftur í hesum arbeiðinum. - Okkara mál er at geva tí nýggja ættarliðinum eina nýggja vón, og at hjálpa teim­um til eitt betri lív, sig­ur Matthew Sakeuh við Sosialin. Hann er gudfrøðingur, men hevur halgað sítt lív fyri tey børnini, sum eru ring­ ast fyri orsakað av borgara­ krígnum. - Nógv av hesum børn­un­ um hava áður gingið við eini byrsu í hondini. Nú geva vit teimum eina bók ístaðin, sigur Matthew. Hungra óhjálpin Sjálvur veit hann alt um, hvat tað vil siga at búgva í einum krígsherjaðum landi – og hvussu hatur kann skilja grannar. Í borgarakrígnum vórðu tveir av brøðrum hansara tikn­ir av døgum, og sjálvur var Matthew heppin at hann ikki fekk somu lagnu sum teir. Hann slapp undan dráps­ lið­unum, og kom at búgva í eini flóttafólkalegu í mong ár. Henda gjørdist “heim” hansara, og her fann hann sær konu og fingu tey trý børn saman. Seinni slapp Matthew til USA, og her gav hann Gudi lyftið sítt um at venda aftur til heimlandið at hjálpa børn­ unum her. Í dag er greið tekin um, at landið er á rættari kós, bæði tá talan er um frið og trygdina hjá tí einstaka borgaranum. - Men tað eru framvegis tús­undtals børn, sum eru foreldraleys, hungra og duga hvørki at lesa ella skriva. - Hesum børnunum vilja vit hjálpa, sigur Matthew. Síggið neyðina! Í samband við vitjan sína í Føroyum hevur Matthew gjørt sær greitt, hvønn boð­ skap hann ætlar at bera føroysku áhoyrarunum. - Tit eru vorðin so ríkiliga vælsignaði í øllum. Og nú er tað so tykkara uppgáva at lata onnur fáa lut í hesi signingini - hesi, sum einki eiga og onga framtíð hava. - Eg ynski at fáa fólk út úr teirra komfort, og fáa eyguni upp fyri neyðini í heiminum, sigur hann. Børnini skifta byrsuna um við bókina ABC í Føroyum Føroyska deildin av ABC Barnahjálpini eru nú av álvara farin til verka. Upprunaliga var felagsskapurin stovnaður í Íslandi í 1988. Endamálið við felagsskapinum er at veita foreldraleysum og fátækum børnum í menningarlondunum eina varandi hjálp við skúla, kostarhaldi, læknahjálp og bústaði við hjálp frá stuðulsforeldrum. Í hesum døgum skipar felagsskapurin fyri kunnandi fundum kring landið. Samstundis við hetta verður arbeitt við at byrja eina verkætlan millum børnini í Liberia. Byrjað verður við at savna inn pening til verkætlanina. Allur hesin peningurin fer órørdur til hetta. ABC Barnahjálp er ein óheftur sjálvsognarstovnur sum hevur eina sjeymannanevnd. Í henni sita: Rúna sivertsen, Rúni Hentze, Karsten Hansen, Margreth Olsen, Beinta Háberg Jacobsen, Maibritt Frederiksberg og Hilda Viderø. FAKTA Kári sýnir fram umborð á Smyrli Í mars mánaði verður tað Kári Samuelsen úr Tórshavn, sum kemur at prýða Smyril við málningum, sum hann hevur málað. Kári er føddur 28. nov. 1965. Uppvaksin og býr í Tórshavn. Hann byrjaði at mála í 2003 og er tað hansara frítíðaryrki. Málningarnir eru í flestu førum málaðir við olju. Gongutúrur av Selatrað til Strendur Komandi sunnudag skipar Eysturoyar gongufelag fyri spákingartúri av Selatrað til Strendur. Luttakarar hittast við Skótadepilin kl. 14. Fyrireikararnir siga, at túrurin er lættur. Max C. Weihe verður frásøgufólk á túrinum. ABC Barnahjálpin í Føroyum hevur forkunnuga vitjan í hesum døgum. Saman við formanninum, Rúna Sivertsen er leiðarin í íslendsku deildini Guðrún Margrét Pálsdóttir og Matthew Sakeuh úr Liberia Mynd: Jens Kr. Vang Matthew Sakeuh kundi eins væl verðið eitt av mongu offrunum í borgarakrígnum í heimlandinum Liberia. Í dag arbeiðir hann fyri at geva børnunum betri barnaár enn hansara egnu Mynd: Jens Kr. Vang