Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 56 - 20. mars 2007 Á aðalfundi hjá Kommunu­sam­skip­an Føroya fríggja­dagin varð lima­skapurin hjá Sands kommunu endaliga staðfestur KOMMUNUR Tíðindaskriv Sands kommuna er har­við sjeynda lima­komm­unan í KSF, sum nú umboðar 68,9% av borgarunum í Føroyum. Páll á Reynatúgvu, borgar­ stjóri á Sandi, hevur sæti í stýrinum fyri KSF saman við borgar­stjórunum í hinum lima­kommununum. Á aðalfundinum legði Heðin Mortensen, stýris­ formaður, fram frá­greið­ing um virki felagsins í farna ári og um framtíðarætlanir. Frá­greiðingin er almenn á heimasíðuni hjá KSF. Gestarøðari á aðal­fund­ inum var Jóannes Eides­gaard, løgmaður, sum legði Visjón 2015 fram við serligum atliti at kommunalum viður­skift­ um. Løgmaður fegnaðist m. a. um tað stóra íkast, ið KSF hevur givið til Visjón 2015- arbeiðið. Jógvan gevst Fyrst ætlaði hann sær at halda fram sum formaður í Maskin­ meistarafelagnum, men nú hevur Jógvan Nybo boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur, tá felagið fer at hava aðalfund leygardagin. Avgerðin kom skrivliga seinasta fríggjadag, men sambært Útvarpinum vil Jógvan Nybo ikki siga, hví hann hevur broytt støðu. Limirnir í Maskinmeistarafelagnum hava kortini nóg mikið at velja í, tí tríggir limir hava boðað frá, at teir stilla upp. Konsertferð Tórshavnar Klavertrio er í hesum døgum á konsertferð við tónleiki, sum hevur tilknýti til Ungverjaland. Fyrsta konsertin var á Toftum seinasta fríggjakvøld, og mikukvøldið 21. mars kl. 19.30 spælir trioin í Sandavágs kirkju. Seinasta konsertin verður í Læraraskúlahøllini hóskvøldið kl. 19.30. Í trioini eru Jóhannes Andreasen, klaver, Sámal Petersen á fiól og Tóri Restorff Jacobsen á sello. Skráin umfatar Haydn, Kodaly og Brahms. Sands kommuna er sjeynda kommunan í KSF Føroyskur filmur við á altjóða films- festivali í Íslandi FILMUR Tíðindaskriv Super8-filmurin hjá Mari­­annu Mørkøre og Mariu Arnell, sum bleiv tikin upp í samband við fotomyndarøðina “Frag­ mented Unison”, er úttikin til altjóða filmsfestivalin 700IS, sum verður hild­ in á Egilsstøðum, 24.- 31.mars. 700IS er ein festivalur fyri eksperi­ mentella films- og video­ list, og er tann einasti av sínum slag í Íslandi. Fragmented Unison- filmurin er ein stummfilmur á góðar 2 min. Eins og foto­ myndirnar hevur filmurin ein surrealistiskan dám við íblástri úr sterkum graf­isk­ um kompositiónum, har tann klassiska føroyska nátt­ úru­myndin er sett saman við fimm einsháttaðum gentum. Hetta er triðju ferð, at festivalurin verður hildin, og hevur hann fingið vaksandi áhuga hjá filmslistafólkum úti í heimi. Hesa ferð vóru 500 filmar latnir inn til festivalin, har Fragmented Unison er millum teir 90 út­valdu filmarnar. Tá festi­valurin er komin at enda, velja úttøkunevndin og áskoð­ararnir teir bestu film­arnar, sum skulu umboða films­festivalin í øðrum londum. Til ber at síggja Frag­ mented Unison-foto­mynd­ ir­nar á www.marmar.nu/ photography og meira um filmsfestivalin á www.700.is Reyði Krossur arbeið­ ir í nógvum ymiskum londum, og hevur m. a. luttikið í einum ar­beiði millum sig­oyn­ ar í Serbia. Ætlanin er at halda fram við hesum ar­­beið­­ inum fram til 2008 Hjálpararbeiði Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: - Hetta er eitt ógvuliga spennandi tiltak, sum vit her eru farin inn í, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi. Eitt av endamálunum hjá fel­agsskapinum er júst at tryggja virðingina fyri menn­iskjum og at fremja sín­ámillum semju, vinalag, sam­starv og varandi frið millum øll fólkasløg. Fyri at røkka hesum enda­máli hevur Reyði Krossur tikið lut í ymiskum verkætlanum, millum annað hesari í serbiska býnum Smederevo. Tiltakið her miðar eftir at veita trygd fyri rakstrinum av einum barnagarði til sig­ oynara-børn, sum annars høvdu havt trupult við at sloppið inn í teir vanligu skúlarnar. Henda ætlanin er ein av 12 líknandi ætlanum í Serbia, har danska deildin stuðlar teimum 11 og tann føroyska hesi ætlanini í Smederevo. Tað eydnaðist haraftrat at fáa Formula.fo at verða stuðul í hesi ætlanini, og á heysti 2005 vóru umboð fyri fyritøkuna og Reyða Kross á vitjan í Serbia. Henda avtalan var gald­ andi fram til 2006, men er nú ein nýggj avtala gjørt um at halda fram við hesi ætlanini í tvey ár aftrat. Heimleys Reyði Krossur arbeiðir tó ikki bert úti í heimi, men eisini her á landi – millum annað millum tey heimleysu og misnýtarar. Hetta tiltakið hevur verið umrøtt í miðlunum, og lat tað upp í 2006. - Brúkararnir hava tikið væl undir við tí. Vit hava síðani tá havt eina miðalvitjan uppá 6,5 fólk um dagin, sigur Suni Vinther. Tað treyt ikki við sjálv­bodn­ ari hjálp at fáa tiltakið í gongd, og hevur almenningurin hev­ ur sum heild róst hesum til­ takinum. Suni Vinther sigur, at tey hava fingið nakað av peningaligum stuðli, men ikki nærtil nóg mikið. Fyri at tiltakið kann ganga, eru um 10 sjálvboðin við í tiltakinum. Fangar savnaðu inn Eitt annað arbeiði er tað, sum gjørt hevur verið í arrestini í Havn við jólapakkum. Hetta málið kom fram í 2004, tá umrøtt varð ætlanin at skipa fyri jólapakkum til teirra, ið komu at sita í varðhaldinum um jólini. - Hetta tiltakið hava vit so farnu jól havt triðju ferð, og var væl tikið undir við tiltakinum, sum varð fagnað, bæði av teimum innsettu og starvsfólkunum, sigur Suni Vinther. Fyrsta árið vórðu átta jóla­ pakkar lætnir og í 2005 12 pakkar, meðan talið á jólum í fjør var 10. Hinvegin so rakti tsunami- vanlukkan í Fjareystri eisini inn í fongsulsklivarnar í Jónas Broncksgøtu. Her tóku teir átta innsettu sjálvir stig til eina innanhýsis innsavning. Upphæddin svar­ aði til at hvør teirra gav 100 kr. í miðal. Sig so tað! Halda fram at hjálpa sigoynum Formaðurin afturvaldur Reyði Krossur Føroya hevði aðalfund sunnudagin, har millum annað nevndarval var á skránni. Nýggja nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin og er henda: Súni Vinther, formaður, Anna Dahl- Ol­sen, næstformaður og skriv­ari, Líggjas Joensen, kassameistari, Atli Godt­ fred, nevndarlimur, Kaja Nielsen, nevndarlimur. Vara­ limir eru: Per N. Persson og Mads W. Lützen Sigoynarnir í serbiska býnum Smederevo fingu forkunnuga vitjan úr Føroyum á heysti 2005. Reyði Krossur og Formula.fo eru við í eini verkætlan at geva hesum børnunum eina bjarta framtíð Mynd: Snorri Brend Tsunami-vanlukkan í Fjareystri rakti eisini inn í fongsulsklivarnar í Jónas Broncksgøtu. Her tóku teir átta innsettu sjálvir stig til eina innanhýsis innsavning. Upphæddin svaraði til at hvør teirra gav 100 kr. í miðal ”