týsdagur 20. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Nr. 56 - 20. mars 2007
Ein nýggj oljufram
leiðandi tøkni, ið
hóskar seg væl til smá
oljuøkir, skal fram
leiða ta fyrstu oljuna
hjá Atlantic Petroel
um.
Framleiðslupallurin,
sum flýtur omaná
sjónum eins og ein
boya, er doypt Humm
ingbird og verður
bygdur í Kina og
Hollandi
Oljuframleiðsla
Hilmar Simonsen
Saman við fyristøðufelag
num Venture Production
má Atlantic Petroleum sig
ast at ganga nýggjar leiðir,
tá tað fer at framleiða olju
frá bretska økinum Chestnut
væntandi seinni í hesum ári
num.
Sokallaða
FPSO-fram
leiðslueindin hevur staðið í
gerð í Kina síðani einaferð
í fjør, men varð tann 8. mars
silgd
til
Rotterdam
í
Hollandi. Har verður megin
parturin av tøknini í løtuni
installerað.
Pallurin skal eftir ætlan
vera liðugur seinni í hesum
árinum, haðani hann skal
flytast beinleiðis út á Chest
nut leiðina til at framleiða
teir fyrstu oljudroparnar hjá
Atlantic Petroleum.
Ein oljufram-
leiðandi boya
Men hvat er tað so, sum ger
framleiðslupallin Humming
bird til nakað serligt. Wil
helm Petersen, stjóri í
Atlantic Petroleum:
- Hann er tann fyrsta flót
andi
framleiðslueindin,
sum ikki er eitt skip. Hann
er at kalla bert ein boya,
ella ein tangi, ið er nógv ein
faldari enn eitt framleiðslu
skip. Boyan er 60 metur í
tvørmáti og 20 metur høg,
greiðir hann frá.
Talan er um eitt munandi
bíligari konsept enn ein van
lig FPSO-eind (FPSO stend
ur fyri Floating Production,
Storage
and
Offloading
vessel). Hendan FPSO-eind
in er gjørd soleiðis, at hon
kann snara um ein snúnings
depil, so at hon melur eins
og vindurin blæsur. Bert
ein FPSO-eind av hesum
slagnum er bygd framman
undan, og hon er farin til
statsognarliga brasilska olju
felagið
Petrobras.
Sum
skilst standa fleiri av slag
num í gerð.
- Hetta hevur samtakið
mett sum ta mest optimalu
loysnina til at framleiða á
Chestnut, og avtalan um at
byggja eindina varð gjørd
fyri 3 árum síðani. Hon er
løtt at flyta og væl egnað til
framleiðslu í smærri margi
nalum økjum, sum Chest
nut, sigur Wilhelm Peter
sen.
Í komandi ár er ætlanin at
byrja framleiðslu í einum
øðrum loyvi hjá Atlantic
Petroleum
í
bretskum
sjógvi, sum kallast Ettrick.
Ettrick-leiðin er á leið 5
ferðir so stór sum Chestnut,
og tí verður her talan um at
brúka eina meiri vanliga
FPSO eind, sum er eitt fram
leiðsluskip.
Tann varni íleggjarin
skal halda seg burtur
frá at gera íløgu í
Atlantic Petroelum, tí
ótryggleikin er stórur.
Hinvegin er møguligt
at gera kvetti hjá tí
vágafúsa íleggjara
num, um hann torir
at taka ein kjans. Tað
skrivar danska blaðið
Jyllands Posten
Partabrævaíløga
Hilmar Simonsen
Atlantic Petroleum er ikki
longur eitt føroyskt partafe
lag burturav, sum tað var
við stovnan í 1998.
Í dag eru 66 prosent av
partapeninginum føroyskir,
19 prosent danskir, 7 pro
sent úr øðrum londum, með
an eftirverandi 8 prosentini
ikki hava skrásettan heim
stað. Felagið hevur í dag
3.350 partaeigarar.
At nærum ein fimtingur
av partapeninginum koma
úr Danmark, fyrst og fremst
teknaðir av donskum eftir
lønargrunnum, er óivað ein
grund til, at danskir fjøl
miðlar í alt størri mun vísa
føroyska
oljufelagnum
áhuga. Áhugin kemur sum
vera man í kjalarvørrinum
av, at felagið varð skrásett á
keypsskálanum
OMX
í
Keypmannahavn á heysti í
fjør.
Fyri góðari viku síðani
fór blaðið Jyllands Posten
nærum inn undir húðina á
Atlantic Petroleum, har tað
skrivaði um felagið undir
einum teigi nevndur ”ugens
aktie”. Blaðið skrivar um
ambitiónirnar hjá felagnum
at vaksa, og at tað stendur á
gáttuni til at gerast oljufram
leiðari.
Tað snýr seg um
vágafýsni
Í síni lýsing av Atlantic
Petroleum
sum
”ugens
aktie” skrivar blaðið, at
keyp av partabrøvum í felag
num eru at meta sum til
skilað teimum vágafúsu
íleggjarunum. Hetta skal
skiljast á tann hátt, at vandin
fyri tapi er avgjørt til staðar,
tí hóast felagið fer at
framleiða olju av Chestnut
leiðini seinni í ár, og vænt
andi av Ettrick leiðini í
2008, so eru inntøkurnar
frá framleiðsluni tengdar at
oljuprísinum og støðinum á
dollaranum. Hartil kunnu
tekniskar forðingar stinga
seg upp í sambandi við
installatión av framleiðslu
eindunum.
Hinvegin letur blaðið ong
an iva vera um, at møgu
leikin fyri stórum vinningi
avgjørt er til staðar, um við
ur skiftini tekna seg til fyri
muns fyri Atlantic Petrol
eum. Blaðið leggur dent á,
at
stutta
tíðarskeiðið,
Atlantic Petroelum hevur
verið listað á OMX í Keyp
mannahavn, ger, at ikki ber
til at koma við eini søgulig
ari meting av partabræva
gongdini í felagnum.
Blaðið endar við mæla tí
varna og lítið vágafúsa
íleggjaranum frá at keypa
partabrøv í Atlantic Petroel
um, meðan tann vágafúsi
íleggjarin kann økja mun
andi um sínar møguleikar
fyri stórum vinningi, um
hann torir at taka kjansin og
gera íløgu í felagið.
Ein boya skal framleiða á Chestnut
Jyllands Posten viðger Atlantic Petroleum sum íløgu
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf. 341800
vinnusíðurnar
- Hummingbird er tann fyrsta
framleiðslueindin, sum ikki
er eitt skip. Hann er at kalla
bert ein boya, ella ein tangi,
ið er nógv einfaldari enn eitt
framleiðsluskip. Boyan er 60
metur í tvørmáti og 20 metur
høg, sigur Wilhelm Petersen