týsdagur 20. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 vinnusíðurnar
Nr. 56 - 20. mars 2007
Pengarnir fossa út úr
kassanum hjá Atlantic
Petroleum, og tað
einasta sum fossar
inn eru pengar hjá
hugagóðum
íleggjarum. Tann
støðan kann ikki vara
við, men skjótt kemur
vend í. Felagið væntar
nevniliga eitt positivt
úrslit í 2007, nú
framleiðsla verður frá
Chestnut-leiðini.
Oljuvinna
Hilmar Simonsen
Tað tekur tíð at byggja eitt
oljufelag upp frá grundini
av. Tað hava stovnararnir av
fyrsta føroyska oljufelag
num Atlantic Petroleum ver
ið noyddir at sanna, síðani
teir á fyrsta sinni skutu pen
ing inn í felagið, tá tað varð
stovnað í 1998.
Á aðalfundi í vikuskiftin
um kunngjørdi leiðslan í fe
lagnum tann 9. ársroknskap
in, og tað kann ikki sigast
annað enn at vera áhuga
verdur lesnaður. Áhugaverd
ur hóast felagið ongar nevni
verdar inntøkur hevur havt
øll hesi 9 árini.
Árið í fjør gav eitt hall á
8,1 mió. krónur, og tey sein
astu 5 árini eru 25 mió.
krónur av íleggjarans peng
um fossaðir út úr kassanum
hjá lovandi føroyska olju
felagnum.
Kortini
líður
felagið onga neyð, tað hev
ur tvørturímóti ongantíð
staðið so sterkt sum nú og
hevði við árslok 2006 ein
eginpening á slakar 300
mió. krónur og eitt gjaldføri
á 180 mió. krónur. Tað eru
tað ikki nógvar føroyskar
fyritøkur, ið kunnu breggja
sær av.
Men tá felagið øll árini
síðani stovnan bert hevur
soðið upp á boppuna hjá
íleggjarunum, hvat er tað
tá, ið ger felagið áhugavert,
kann ein við røttum spyrja.
Framtíðarperspektiv
Svarið er framtíðarperspek
tiv. Og tað eru sum vera
man perspektivini ið eru
orsøkin til, at partabrøvini
hjá Atlantic Petroleum á
OMX í Íslandi vuksu við
32 prosentum í virði í fjør
og síðani skrásetingina tann
15. juni 2005 eru vaksin
við umleið 200 prosentum.
Í ásannan av at lovandi
perspektivir ikki koma av
sær sjálvum, hevur leiðslan
í felagnum heldur ikki sitið
hendur í favn og bíðað eftir,
at møguleikarnir skuldu
koma bóltandi inn gjøgnum
dyrnar í skrivstovubygning
inum í Gongin 9 í Tórshavn.
Strategiin var frá byrjan av,
at felagið umframt at ogna
sær
føroysk
leitiloyvir
skuldi leggja seg eftir at fáa
leiti- og framleiðsluloyvir
uttan fyri føroyska sjóøkið.
Staðfestast má, at hetta hev
ur eydnast, og hevur Atlan
tic Petroleum í løtuni eina
’portefølju’ umfatandi leiti-
og/ella framleiðsluloyvir í
Føroyum,
Onglandi
og
Írlandi.
Tá felagið í 2003 keypti
ognarpartar í bretsku olju
leiðunum Chestnut, Ettrick
og Perth frá felagnum Prem
ier Oil var hesin handil
grundaður á táverandi olju
prís á 20-22 dollarar fyri
tunnuna. Við
núverandi
oljuprísum á umleið 60 doll
arar fyri tunnuna er lætt at
síggja, at hetta var ein góður
handil, tí olja í rakstrarverd
um nøgdum var longu stað
fest í nøkrum av hesum leið
unum.
Hvussu lønandi fundirnir
eru hongur tó neyvt saman
við framtíðar oljuprísi og
dollarakursi.
Vøkstur heldur
enn vinningsbýti
Nevnd og leiðsla í Atlantic
Petroleum hava ikki ætlanir
um at broyta strategiina hig
artil um áhaldandi vøksur
og menning. Hetta merkir
millum annað, at partaeig
arar ikki skulu vænta sær
vinningsbýti í bræði, nú
útlit eru til, at felagið seinni
í hesum árinum fer at vinda
tær fyrstu oljukrónurnar
niður í kassan, eftir at Chest
nut verður sett í fram
leiðslu.
- Vit hava ongar ætlanir
um at rinda vinningsbýti út
til partaeigararnar enn. Vit
vilja heldur brúka tær inn
tøkur, felagið fær, til nýggj
ar íløgur, so felagið kann
vaksa seg størri, sigur
nevndarformaðurin Kjartan
Hoydal.
Um hetta skuldi ørkymlað
onkran partaeigara, so hev
ur stjórin í felagnum, Wil
helm Petersen, hesi ráðini:
- Um partaeigarar ynskja
at fáa vinning her og nú, so
er møguleikin at selja parta
brøvini, ella nøkur av teim
um, á keypsskálanum. Ikki
kann sigast annað enn at
rentingin hevur verið á góð
ari leið, síðani felagið varð
stovnað, sigur hann.
Atlantic Petroleum var
fyrst skrásett á keypsskálan
um OMX í Íslandi á sumri
2005 og síðani á OMX í
Keypmannahavn í oktober í
fjør.
Uppkeyp av øðrum
oljufelagi
Tað skal ikki koma óvart á
nakran, um Atlantic Petrol
Lønarhækkan
til nevndina
Aðalfundur
Hilmar Simonsen
Á
aðalfundinum
hjá
Atlantic Petroleum varð
samtykt at hækka samsýn
ingina til nevndina úr
300.000 krónur árliga til
1. mió. krónur árliga.
Nevndin, sum telur 5
limir, helt í fjør 26 fundir.
Um nevndarformaðurin
fær tvífalt so stóra sam
sýning sum hinir limirnir,
so svarar ein millión krón
ur til, at formaðurin fær
333.333 krónur og hinir
limirnir 167.000 krónur
um árið. Um talið av
nevndarfundum í ár aftur
verður 26, so fær formað
urin 12.820 krónur fyri
hvønn
fundin,
meðan
hinir nevndarlimirnir fáa
6.410 krónur fyri hvønn
fundin.
Kjartan Hoydal, nevnd
arformaður,
grundaði
hækkingina á, at felagið
fer væntandi undir olju
framleiðslu seinni í hes
um árinum, og hetta legg
ur eina stóra ábyrgd á
herðarnar hjá nevndini.
Sambært partafelagslóg
ini kann nevndin sektast,
um óreglusemi fer fram.
Hann legði afturat, at
ikki er óvanligt at nevndir
nar í øðrum oljufeløgum
á
somu
stødd
sum
Atlantic Petroleum fáa
samsýningar, sum eru
hægri enn hetta.
Hetta uppskotið var
samtykt við 94 prosentum
av avkvøðunum fyri, og
hóast fleiri av uppmøttu
partaeigarunum
vóru
ímóti, so munaði lítið.
Onkrir av nevndarlimun
um eru nevniliga høvuðs
partaeigarar í felagnum,
og tí viga teirra atkvøður
sera tungt.
”
Hóast Atlantic Petroleum hevði eitt hall
á góðar 8 mió. krónur í fjør, so hevur
nevndin fingið eina lønarhækkan á 333
prosent”,
Poul Mohr, nevndarlimur í Atlantic Petroleum
Atlantic Petroleum væntar yvi
”
Atlantic Petroleum hevur fortreytir fyri munandi størri
vøkstri, felagið er væl kapitaliserað, hevur møguleika fyri
fígging við lántøku, umframt at felagið fær eitt ógvuliga
sterkt ’cash-flow’ tá Chestnut og Ettrick koma í framleiðslu
Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum
Stór sparing
Leiðslan á teirri stóru, donsku Lindø-skipasmiðjuni hevur
gjørt av at spara einar 450 mió. krónur hetta til februar
næsta ár. Í tí sambandi hevur leiðslan fingið sær hjálp frá
einari ráðgevingarfyritøkuni, sum skal hjálpa leiðsluni at
finna, hvar sparast kann. Millum annað verður hugt at
umsitingini og vørukeypi, og hvussu arbeiðið er lagt til
rættis. Lindø hevur havt stórt hall trý tey seinastu árini, og
árið í fjør var einki undantak.
Bilar dálka minni
Tað er líkt til, at ein avgerð hjá norsku stjórnini at fáa fólk
at keypa bilar, sum dálka minni, hevur fingið ta ætlaðu
ávirkanina. Í hvussu er skrivar Dagens Næringsliv, at teir
nýggju bilarnir, sum eru keyptir higartil í ár, dálka 12
prosent minni enn teir, sum vórðu keyptir í sama tíðarskeiði
í fjør. Talan er millum annað um dieselbilar, sum dálka
minni enn bensinbilar, og hagtølini vísa eisini, at nógv teir
flestu nýggju persónbilarnir eru dieselbilar.