Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnusíðurnar Nr. 56 - 20. mars 2007 Stutt lýsing av Atlantic Petroleum Oljuvinna Hilmar Simonsen Atlantic Petroleum er eitt privat oljufelag við ognarpørtum í olju- og gassloyvum í Norðsjónum, í írska havinum og í føroyskum sjógvi. Atlantic Petroelum er skrásett á keypsskálunum OMX í Íslandi og á OMX í Keypmannahavn. Sagt verður, at fremsta málið er at vaksa um virðini hjá partaeigarunum við at taka lut í leiting, útbygging og framleiðslu av olju og gassi í útnyrðingsevropa. Høvuðsvirksemið hjá felagnum er at leita eftir og framleiða olju og gass. Felagið virkar við dótturfeløgum í ávikavist Onglandi og í Írlandi og við luttøku í samtøk­ um. Varðar 1998 Felagið varð stovnað 1999 Samstarvsavtala gjørd við The Faroes Partnership (Amerada Hess, Dong, British Gas 2000 Fekk tillutað føroyska loyvið 001 2001 Fekk lut í tveimum leitiloyvum vestanfyri Hetland 2003 Keypti ognarpartar í oljuleiðunum Chestnut, Ettrick og Perth í enskum øki 2004 Stór kapitalhækking undan skrásetingini á OMX í Íslandi 2005 Fekk tillutað føroysku loyvini 013 og 014 2005 Skrásett á keypsskálanum OMX í Íslandi 2005 Fekk lut í oljuleiðini West Lennox í enskum øki 2005 Útbyggingarætlanin fyri Chestnutleiðina góðkend 2005 Fekk lut í føroyska leitiloyvið 006 2006 Atlantic Petroleum á ICEX 15 listan 2006 FPSO (Floating Production, Storage and Offloading) leigaður til Chestnutleiðina í eitt hálvtriðja ára tíðarskeið 2006 Útbyggingarætlanin fyri Ettrickleiðina góðkend 2006 FPSO leigaður til Ettrickleiðina í eitt fimm ára tíðarskeið 2006 Dupultskráseting á OMX í Keypmannahavn 2006 Útlendskir stovnsligir íleggjarar seta pening í Atlantic Petroleum 2006 Brunnur boraður í leitingarmiðinum Brugduni 2007 Virksemið víðkað inn í írskt øki, og felagið fingið lut í fundum og leitingarloyvum í Írlandi Nevnd Leiðsla Kjartan Hoydal (formaður) Wilhelm E. Petersen, stjóri Poul R. Mohr Teitur Samuelsen, fíggjarleiðari Mortan H. Johannesen Petur Even Djurhuus Óli A. M. Hammer Yvirlit yvir ognarpartar í loyvum Land Leið Atstøðufelag Ognarpartur St. Bretland Chestnut Venture Production Plc. 15 % - Ettrick Nexen 8,27 % - Perth Nexen 3,75 % - West Lennox Challenger Minerals 25 % - Crosby Challenger Minerals 20 % Írland Helvick Providence Resources 10 % - Ardmore Providence Resources 10 % - Dunmore Providence Resources 10 % - Hook Head Providence Resources 10 % Føroyar Stella Kristina Geysir Petroleum 40 % - Marselius Geysir Petroleum 40 % - Brugdan Statoil 0,025 % (Kelda: Atlantic Petroleum ársfrágreiðing fyri 2006) irskot í 2007 eum í framtíðini keypir okk­ urt annað minni oljufelag upp. Wilhelm Petersen dylir ikki fyri, at hesin møgu­ leikin hevur verið viðgjørd­ ur, og kemst hetta millum ann­að av, at Atlantic Petrol­ eum er eitt væl kapitaliserað felag í løtuni, og hevur góð­ ar møguleikar at útvega sær meiri fígging við lántøku. Tað finnast fleiri smærri oljufeløg, sum ikki hava somu møguleikar í so máta. - At keypa upp er ein møgu­leiki, vit kveita til, men vit hava onga ítøkiliga ætlan á borðinum, slær Wil­ helm Petersen fast. Fyri at fíggja útbyggingina av Ettrick-leiðini, umframt at styrkja felagið, útskrivaði Atlantic Petroleum parta­ brøv á keypsskálanum heil­ ar tvær reisur í 2006. Hetta gav felagnum eina kapital­ hækking á 212 mió. krónur. Hesin partapeningur varð teknaður til kurs 550 og gav hetta tí eina áljóðandi hækk­ ing í partapeningi á slakar 38,6 mió. krónur, so at saml­ aði partapeningurin nú er 112,6 mió. krónur. Wilhelm Petersen sigur, at felagið í løtuni ikki hevur ætlanir um at hækka parta­ peningin meiri, men um ein slík ætlan sum at keypa eitt annað oljufelag gerst veru­ leiki, so kann ein parta­ brævahækking koma upp á tal kortini. Tann peningur, sum fe­lagið hevur at ráða yvir, er ikki bundin í lánsbrøv ella aðrar langtíðaríløgur, og hetta kemst av, at felagið hevur brúk fyri peninginum í samband við útbygging av Ettrick leiðini og víðari menn­ing av Chestnut leið­ ini. Tá nú fyrst Chestnut, og síðani Ettrick, í næstu fram­ tíð fara at framleiða, so fær felagið ein peningastreym, ið skal vera grundarlag fyri at fáa enn meiri fígging at brúka til nýggjar íløgur. - Tá vit koma til fram­ leiðslu skal felagið hava ein annan kapitalstruktur, sum er ein kombinatión av egin­ kapitali og fremmanda­fígg­ ing. Tá felagið hevur egna inntøku, so er tað ikki nóg effektivt bara at hava egin­ kapital. Hetta gevur okkum so møguleika at uppkeypa onnur og størri aktiv, enn vit áður hava gjørt, sigur Wilhelm Petersen. Hóast ongar oljuinntøkur higartil var gott lag á nevndarlimum og stóra í Atlantic Petroleum eftir aðalfundin leygardagin. Á aðalfundinum varð millum annað samtykt at hækka nevndarsamsýningina við 333 prosentum – úr 300.000 upp í 1. mió. krónur árliga. Frá vinstru: Óli Hammer, Mortan Johannesen, Poul Mohr, Kjartan Hoydal (fm.), Wilhelm Petersen (stjóri), og Petur Even Djurhuus. Mynd: Hilmar Simonsen ” Vit hava potentiali til at vaksa nógv størri, og tað er kapital­grundar­ lagnum fyri at takka Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum Noreg kjarnorku Norski fíggjarmaðurin Jens Ulltveit-Moe heldur, at norð­ menn eiga at byggja nøkur kjarnorkuverk afturat verandi vatnorkuverkum. Jens Ulltveit-Moe skrivar í einari blað­ grein, at Finnland leggur størsta dentin á kjarnorku, og at sviar fara at varðveita síni kjarnorkuverk í mong ár afturat. Harafturat hevur Bretland gjørt av at útbyggja sína kjarn­ orku munandi. Noreg heldur seg til vatnorkuna, men vit mugu hugsa nýtt, skrivar Ulltveit-Moe. Smíða flogfør sjálvir Kinesiski flogídnaðurin ætlar sær nú at taka kappingina upp við flog­ídnaðin í Evropa og USA. Sambært BBC hevur kinesiska leiðslan lagt ætlanir um at menna nýggj flogfør, sum skulu taka meiri enn 150 ferðafólk. Marknað­ urin er í hvussu er ovurstórur, tí mett verður, at Kina skal hava meiri enn 2.200 flogfør tey næstu seytjan árini. Sum er smíða kinesarar flogførini ARJ-21, sum kunnu taka millum 78 og 105 ferðafólk.