Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnusíðurnar Nr. 56 - 20. mars 2007 – Pláss er ikki til at byggja báðar skrokk­ arnar í byggihøllini í senn, men tá hin fyrri verður flotaður í juli, verður rættiliga farið undir at byggja hin seinna. Vit fara tó undir at skera stál, og ætlanin er eisini at smíða onkra sektión, sum so verður klár at seta upp, tá hin fer út, sigur Dánjal Andreas­ sen, fyrisitingarleiðari á Skála Skipasmiðju Nýbygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað gongur væl hjá Skála Skipasmiðju og pólsku hand­­verkarunum, ið skipa­ smiðjan hevur at hjálpa sær, at byggja tann fyrra nýbygningin av tveimum til P/F Thor í Hósvík. Dánjal Andreassen, fyri­ sitingarleiðari, sigur, at um­leið 2/3 av skrokkinum til fyrsta supply-skipið nú eru komnir upp, og miðjað verður eftir, at hesin skrokkurin kann sjósetast einaferð fyrst í juli. Tá verður hann lagdur við bryggjuna og verður smíð­ aður liðugur, meðan hann liggur við bryggju. Stálið bílagt - Vit hava bílagt stálið til seinna nýbygningin, sum P/F Thor skal hava, og vit vænta, at stálið kemur síðst í hesum mánaðinum. Fyrisitingarleiðarin sig­ur, at pláss er ikki til at byggja báðar skrokkarnar í byggi­ høllini í senn, men tá hin fyrri fer út, verður rættiliga farið undir at byggja hin seinna. – Vit fara tó undir at skera stál til hin seinna, og ætlanin er eisini at smíða onkra sektión, sum so verður klár at seta upp, tá hin fer út. Dánjal sigur, at supply- skipini, sum skipasmiðjan nú smíðar fyri Thor, verða 55 metrar long, og hesir báðir sáttmálarnir til­sam­ ans liggja um 150 miljónir krónur. Skifta fólk Nú tað stundar til páskar, fara nakrir av teimum 40 póllendingunum, sum smíða skipini á Skála, heim, og aðrir koma higar til lands. – Menninir hava loyvi at verða eitt hálvt ár í Før­ oyum í senn, men vit skipa so fyri, at ikki allir fara heim í senn. Dánjal Andreassen held­ ur, at tað sjálvandi kundi verið ein fyrimunur fyri byggiarbeiðið, um tað vóru somu menninir, sum smíð­ aðu skrokkin lidnan. – Men tað er einki at ivast í, at teir hava gott av av sleppa úr byggium­ hvørvinum og heimaftur til familjurnar. Fyrisitingarleiðarin sig­ur, at allir fóru heim til Pól­ lands á jólum. Flestu póllendingarnir, sum arbeiða á Skála Skipa­ smiðju, komu higar í des­ em­ber. Stálið er bílagt til nýggja nýbygningin á Skála Supply-skipið, sum Skála Skipasmiðja smíðar fyri P/F Thor í Hósvík, fyllir nógv á gólvinum í byggihøllini Mynd: Gordon Hofgaard Nakrir av póllendingunum, sum smíða skipini fyri Skála Skipasmiðju, fara heim á páskum, og nýtt fólk kemur higar at arbeiða. Teir kunnu vera í Føroyum eitt hálvt ár í senn Mynd: Gordon Hofgaard Umleið 2/3 av tí fyrra nýbygninginum á Skála eru nú komnir upp, og skjótt verður farið undir at skera stál til hin næsta nýbygningin Mynd: Gordon Hofgaard Vestas gott úrslit Tann størsta vindmylluverksmiðjan í Danmark, Vestas, hevði eitt gott ár í fjør. Roknskapurin, sum felagið legði fram í morgun, vísir 1,1 mia. krónur í avlopi, og tað var á leið tað, sum fíggjarserfrøðingar høvdu roknað við. Samstundis sigur leiðslan, at útlitini fyri 2007 eru góð, og at umsetningurin í ár verður 33,5 mia. krónur. Vestas arbeiðir við at byggja eina verksmiðju í Kina, sum ætlandi verður stórur marknaður í framtíðini. Átakið var ein »susses« Danskir fiskahandilsmenn eru fegnir í hesum døgum, tí sølan av feskum fiski til donsku húsarhaldini øktist við heili 35% síðsta ár. Hetta er ein nógv størri vøkstur enn aðrir, sum bjóða vøru til døgurðamat, kunnu vísa á í farna ári. Alt seinasta ár gjørdu danir nógv burtur úr at minna fólk á at eta fisk, og átakið ”tvær ferðir um vikuna”, hevur veruliga vaks ans í Danmark. Átakið hevur gjørt nógv størri mun, enn nakar tordi at droyma um, og donsku fiskahandilsmenninir fegnast um, at donsku húsarhaldini aftur hava fingið eyguni upp fyri fiski. -vilmund