týsdagur 20. mars 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnusíðurnar
Nr. 56 - 20. mars 2007
Safir og Smaragd í dokk
Ísfiskatrolararnir, Smargd og Safir, eru í morgun komnir á
Skála, har teir skulu í dokk. Skipini skulu hava vanligt
botnsýn, sinkini skulu skiftast, og botnurin skal málast.
Á Skála Skipasmiðju leggja teir í løtuni eisini seinastu
hond á gearið umborð á rækjutrolaranum Fríborg.
Á bedingini er einki arbeiði í løtuni, tí her verður megin
parturin skiftur út, áðrenn hon verður tikin í nýtslu aftur.
(-vilmund)
Hvat skal ein brúka
einar tíggju milliardir
til? Fyrrverandi
fiskimaðurin Kjell
Inge Røkke roynir nú
at finna svarið.
Kanska endar okkurt
í íløgum í Føroyum
Jógvan Hugo Gardar, Oslo
Kjell Inge Røkke hevur
síðani hann fekk fyrstu
krónurnar víst at hann kann
finna uppá tað mesta, og
avgerðirnar tykjast oftani at
koma sera brátt.
Í farnu viku skelkaði
hann aftur bæði arbeiðsfólk,
politikarar og fíggjarheim.
Hann gav boð um at hann
seldi øll partabrøvini hjá sær
í Aker Yards. Hesin parturin
av Røkke-skipanini er tann
parturin hann hevur fingið
mest rós - og skeld - fyri. Kjell
Inge Røkke kom inn í norska
skipsbyggiídnaðin í einum
tíðarskeiði tá ikki bara norski
skipasmiðjuídnaðurin, men
tann euroeiski eisini, meir
ella minni lá til tað síðsta.
Og nógv vóru bangin fyri at
fiskimaðurin frá Molde, við
sínum amerikansku ballast,
bara hevði eitt mál, og tað var
at súgva seinastu krónurnar
burturúr skipasmiðjunum.
Hetta vísti seg ikki at
passa. Sjálvur segði Kjell
Inge Røkke at hann hevði
stórar ætlanir, og talan var
um langtíðarætlanir. Og
hann fekk ferð á bæði í
Norra, Týsklandi, Finnlandi
og aðrastaðni. Hann bygdi
Aker Yards upp til at gerast
størsta skipasmiðjusamtakið
í Europa.
Og nú selur hann alt. Og
fær einar fimm milliardir
norskar krónur inn á konto.
Hydro sveik
Hví hann velur at selja nú
eru eygleiðarar ósamdir um.
Sjálvur er Kjell Inge Røkke
kvirrur.
Tað sum hevur verið nevnt
sum ein orsøk til søluna
er at Kjell Inge Røkke
beint fyri jól fekk krakk
frá Hydro. Hydro og Aker
høvdu samráðst um eina
samstarvsavtalu, men beint
áðrenn umheimurin skuldi
fáa boð um hjúnarbandi, so
fekk Hydro-leiðslan kaldar
føtur, og giftist í staðin við
Statoil.
Statoil-Hydro var ikki
málið hjá Aker. Ætlanin var
at tryggja Aker-skipanini
fleiri milliardir í samband
við samstarvi við Hydro.
Tá hetta miseydnaðist, so
noyddist Røkke og Aker at
finna eina aðra loysn so fatur
kundi fáast á milliardunum
sum teir ætla at brúka til
nýggjar íløgur.
Men hvat skal Aker og
Røkke brúka so nógvar
pengar til? Aker Yards gevur
einar fimm milliardir norsk
ar krónur, og frammanundan
er á leið sama upphædd tøk
hjá teimum.
Einasta sum fæst at vita frá
Aker-høvuðsborgini í Oslo
er at tann sum bíðar, hann
fær svar. Pengarnir skulu inn
í Aker og brúkast. Ikki er
møguligt at fáa nakað nærri
at vita. Hetta ger sálvandi at
eygleiðarar, bankafólk og
ikki minst tey sum arbeiða
við virðisbrøvum ganga sum
hundur um heitan greyt.
Gitingarnar eru nógvar, men
alt er gitingar.
Nýggj økir
Norska dagbláðið Finans
avisen hevur roynt at gita
sær fram til hvørji nýggj
økir Kjell Inge Røkke kann
hugsast at hava áhuga í.
• Shipping. Aker Yards
hevur í longri tíð arbeitt
við einum nýggjum slagi av
gass-tangabátum (sokallað
LNG-skip). Russar hava
brúk fyri fleiri tíggjutals
av hesum skipunum, men
ruðuleiki í Russlandi hevur
gjørt at avgerðin um bygging
ikki er tikin.
• Orka. Kjell Inge Røkke
skal eina tíð hava umhugsa
at seta pengar í orku sum
kann endurnýtast. Møguliga
kann Røkke fara í samstarv
við gomlu íleggjararnar í
hollendska Good Energies.
• CO2. Møguleikar kunnu
vera í at finna eina loysn
sum arbeiðir skjótari og
betri enn tær skipanir sum
í dag fanga CO2 frá millum
annað oljuboripalliunum.
Aker hevur ment eina
skipan sum kallast »Just
Catch.« Her er ikki neðugt
við stórum íløgum, men
yvirskotið kann skjótt gerast
stórt nokk til at Aker finnur
hetta spennandi.
•
Fíggjarheimurin.
Kjell Inge Røkke hevur fyri
nógvum árum síðani sæð
møguleikarnar í at flyta
pengar. Ikki er óhugsandi
at meir verður lagt í hendan
partin av virkseminum.
Í dag er tað Aker Capital
sum umsitur allar pengarnar
í Aker-risanum, og tey
kunnu fáa fleiri og størri
uppgávur.
Kanska meir
til Føroyar
Sjálvt um eingin í Aker vil
siga neyvt hvar pengarnir
skulu, so hevur verið nevnt
at pengarnir skulu inn í
tað sum er eftir av Aker-
risanum.
Og tá kunnu føroyingar
kanska vóna at okkurt endar
her í landinum. Í ringasta
førið kann hetta samstundis
merkja at Kjell Inge Røkke
sigur takk og farvæl til
íløgurnar her á oyggjunum.
• Aker Kværner. Innan
hendan partin av Aker eru
fleiri møguleikar at rudda
upp og selja partar sum ikki
eru beinleiðis ein partur av
tøknimenningararbeiðnum
hjá Aker Kværner. Røkke
eigur í dag 40,1 prosent
av partabrøvunum í Aker
Kværner, og selur neyvan
hettar. Í staðin kann hugsast
at keyp og sølur heldur gera
at Røkke keypir seg upp til
meirlutaeigara aftur.
• Fiskur. Hettar er tann
parturin av Røkke-skipanini
sum higartil hevur verið av
størstu áhuga fyri føroy
ingar. Íløgurnar í fyrst
»Næraberg« og seinni í
»Atlantic Navigator« og
»Carlton« hava kosta nógv,
men Røkke kennir luktin
av góðum fiski og íløgum,
og nú tykist hendan ætlanin
at ganga munandi betri, og
tey hugnaligu yvirskotini
eru kanska skjótt sjónlig í
havsbrúnni. Aker Seafoods
og Aker Biomarine vilja
veksa komandi árini. Tað sum
er av áhuga fyri føroyingar
er hvat sum hendir við Aker
Biomarine. Tað er undir
hesi fyritøkuni útlendsku
fiskiskipini hjá Røkke eru
skrásett í dag, harímillum
íløgurnar í Klaksvík. Aker
Biomarine er tann parturin
sum lættast kann seljast
undir einum, og sum eisini
kanska er tann sum lættast er
at finna keyparar til.
• Aker Biomarine arbeiðir
eisini við stórum íløgum í
krill-fiskiskapi. Hendan fyri
tøkan skal eisini arbeiða við
at finna loysnir so heilivágur
kann gerast burturúr tí sum
finnist í havinum.
• Aker Seafarms er ein
fyritøka sum er við at vera
klár at fara í gongd. So her
eru eisini møguleikar til
nýggjar íløgur. Higartil hevur
Røkke í høvuðsheitinum sett
pengar í fiskivinnu bæði á
landi og til havs, men áhugi
fyri alivinnuni er hampuliga
nýggjur.
• Oljuvinnan. Aker-risini
hevur sett pengar í menning
av boriútgerð, boripallum og
ymiskum øðrum sum verður
brúkt innan oljuvinnuna. Hett
ar kemur Aker at halda fram
við, men ikki er óhugsandi
at Røkke vil royna at fáa
keypt seg inn í oljubrunnar
og leitiøkir. Og ikki er
óhugsandi at Røkke eisini
kann gera íløgur í møguliga
føroyska oljuvinnu.
Pengakassin stendur at bresta hjá Røkke
Nú sita tey flestu bara og
bíða. Meðan »Atlantic
Navigator«boðar frá ringum
veðri á svartkjaftamiðunum,
so eru sól og bláur himmal
í pengakassanum hjá
støsrta íleggjaranum í
Klaksvíkstrolaranum.