týsdagur 20. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 vinnusíðurnar
Nr. 56 - 20. mars 2007
Seinastu trý árini
hevur Tavan í Leirvík
havt eitt samlað avlop
eftir skatt upp á til
samans 12,5 miljónir
krónur. Sosialurin
hevur spurt stjóran,
Jóan Magnus
Rasmussen, hvat tey á
Tavuni duga, sum
aðrir ikki duga, nú
fleiri fiskavirki hava
havt velduga stór hall
seinastu árini
Fiskavirkini
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jóan Magnus Rasmussen er
ikki maðurin við teimum
stóru orðunum. Hetta er ein
hábærsligur maður, sum
heldur sigur eitt orð ov lítið
enn eitt orð ov nógv. Rørsl
urnar við skrivaraborðið
ella frameftir gólvinum eru
lagaligar, og vinnuligu hug
skotini er gjøgnumhugsað.
Hann veipar ikki um seg
við ørmunum, rópar ikki,
men dugir avbera væl at fáa
tað besta burtur úr teimum,
hann samstarvar við – og
ikki minst sínum arbeiðs
fólki, ið eru krumptappurin
aftanfyri alt virksemið á
Tavuni.
Saman við Ingvari Joen
sen, sum var maðurin, ið
slóðaði fyri og øðrum góð
um fólkum, bæði kvinnum
og monnum, hava teir dug
að at rikið gulllaksa- og
upsavirkið í Leirvík við
avlopi, meðan mong onnur
fiskavirki um landið hava
havt stór hall.
Avlop í rakstri
Í 2004 og 2005, tá ávikavist
6 og 5 virkir av 12 annars
høvdu hall, hevði Tavan í
2004 eitt avlop eftir skatt
upp á 1,6 miljónir krónur –
og í 2005 var avlopið eftir
skatt 3,4 miljónir krónur.
Árið 2006 var tað besta
hjá virkinum nakrantíð, og
tá vit spyrja Jóan Magnus,
hvussu hetta árið hildnaðist,
hveppur hann seg eitt lítið
sindur við at siga okkum
talið, men sigur so lítillátin,
at hetta árið var avlopið
heilar 7,5 miljónir krónur.
Spurdur, hvat tað er, sum
hann og Ingvar saman við
sínum arbeiðsfólki duga, ið
aðrir ikki duga, sigur hann
enn meira lítillátin:
- Nei, eg trúgvi ikki, at
vit duga nakað, sum aðrir
ikki duga. Eg havi varhugan
av, at virkini kring landið
sum heild hava dugnalig
fólk, bæði í leiðslu og á
gólvinum.
Tungt við upsa
Hann vísir á, at tað er ógvu
liga tungt við upsanum,
men á Tavuni hava tey fing
ið tað at borið til, soleiðis at
upsaframleiðslan eisini gev
ur avlop.
- Vit hava tann fyrimun,
Tavan í Leirvík
Útflyta meiri
Teir báðar fyrstu mánaðarnar í ár útfluttu norðmenn fiska
vørur fyri tvær mia. norskar krónur meiri enn í somu mán
aðum í 2006, og tað er ein vøkstur upp á heili 20 prosent.
Eitt nú seldu norðmenn væl meiri klippfisk, soleiðis at
klippfiskasølan kom upp í næstan 700 mió. norskar krónur
í januar og februar. Tað mesta fór til Brasil. Men ES er
nógv tann størsti fiskamarknaðurin hjá norðmonnum og
keypti fyri 3,5 mia. krónur í januar og februar.
Fleiri vindmyllur
Í Danmark hevur Orkustýrið gjørt av, at 98 stórar vind
myllur kunnu setast upp á Horns Rev uttan fyri Esbjerg.
Orkustýrið sigur, at myllurnar kunnu nøkta tann árliga
elorkutørvin hjá umleið 200.000 húsarhaldum, og tað
svarar til umleið tvey prosent av donsku nýtsluni. Tær 98
vindmyllurnar fara at kosta millum 2,5 og tríggjar mia.
krónur, men verkætlanin verður ikki sett í verk, fyrr enn
tær neyðugu góðkenningarnar eru fingnar til vega.
Tað gongur framá í
føroysku fiskavirkis
vinnuni, men langt
er á mál, og nógv
skal til, áðrenn stóra
hallið í 2004 og 2005
upp á meira enn 40
miljónir krónur
verður vent til avlop
Fiskavirkini
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í greiningini, sum grann
skoðarafelagið Rasmus
sen & Weihe hava gjørt
yvir gongdina hjá einum
stórum parti av føroysku
fiskavirkjunum
árini
2001-2005, sæst, at einki
av hesum virkjum hevði
hall í 2001.
Í 2001 vóru 18 virkir
við í greiningini, og av
teimum rindaðu 8 skatt,
meðan 10 høvdu avlop.
Einki av virkjunum hevði
hall.
Í 2002 var samlaða talið
av virkjum 19. Av hesum
rindaðu 8 skatt, 10 høvdu
avlop, og eitt av virkjunum
hevði hall.
Í 2003 broyttist gongdin
til tað verra. Tá rindaðu 6
virkir skatt, 7 høvdu avlop
og 4 høvdu hall.
Í 2004 gekst uppaftur
verri í fiskavirkisvinnuni.
Hetta árið rindaðu bert 3
av 12 virkjum skatt, 3
høvdu avlop og 6 høvdu
hall.
Árið 2005 var kanska
eitt lítið vet frægari, um
hugt verðu at niðastu linj
uni í roknskapunum. Tá
rindaðu 3 virki skatt, 4
høvdu avlop og 5 høvdu
hall.
Talan er um 9 feløg,
sum vóru við í greiningini
hjá Rasmussen & Weihe
fyri 2005, men nøkur av
hesum feløgum eiga fleiri
fiskavirki.
Hesi 9 feløgini, har P/F
Føroya Fiskavirking er
hitt størsta og P/F Kósin
hitt næst størsta, keyptu
og
virkaðu
tilsamans
78,6% av tí ráfiski, sum
kom til virkingar í Føroy
um í 2005. Av hesum stóð
Føroya Fiskavirking fyri
meira enn helminginum
av ráfiskinum, 52,6% og
Kósin fyri 14,1%.
Tað er heldur eingin
loyna, at tað serliga eru
hesi bæði feløgini, sum
eiga sín stóra lut í hallin
um hjá fiskavirkisvinnuni
í 2005 og 2004.
Í greiningini hjá Ras
mussen & Weihe sæst, at
tey tilsamans 9 feløgini
høvdu eitt samlað hall í
2005 og 2004 upp á meira
enn 40 miljónir krónur.
Sum vit nevndu oman
fyri, góvu 5 av hesum 9
virkjunum hall, 4 høvdu
avlop og 3 rindaðu skatt í
2005, sum var eitt heldur
frægari ár enn 2004.
Líkt er til, at nøkur av
hesum virkjum hava havt
eitt heldur frægari úrslit í
2006 enn í 2005, men
greiningin
yvir
2006
verður ikki liðug fyrr enn
til heystar – og vit hava
higartil ikki verið úti og
leitað eftir neyvu úrslit
unum hjá hesum virkjum
fyri farna ár.
Nú feløg í fiskavirkis
vinnuni hava keypt sær
skip, serliga P/F Kósin og
P/F Faroe Seafood, er
spurningurin, hvussu rokn
skapirnir fyri 2006 verða
at lesa. Men væntandi er
tó, at skipini vera rikin
serskild í øðrum feløg
unum ella dóttirfeløgum.
Truplari
at síggja
reyð tøl
Tað eru serliga tey stóru
feløgini, P/F Føroya
Fiskavirking og P/F Kósin,
sum »hála« í skeiva endan í
greiningini yvir fiskavirkini
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Nei, eg trúgvi ikki, at vit
duga nakað, sum aðrir ikki
duga. Eg havi varhugan av,
at virkini kring landið sum
heild hava dugnalig fólk, bæði
í leiðslu og á gólvinum, sigur
Jóan Magnus Rasmussen
Mynd: Vilmund Jacobsen