Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnusíðurnar Nr. 56 - 20. mars 2007 at vit arbeiða gulllaks í summ­­arhálvuni og upsa í vetrarhálvuni, sum er hin besta tíðin til upsa­fram­ leiðslu. Eg trúgvi, at flestu upsavirki fáa tað at bera til við um veturin. Truplari er um summarið, tá upsin gevur lítið – og framleiðslan hjá fleiri virkjum gevur hall. Men tað er heldur ikki hvørt ár, at fyrimunirnir við gulllaksinum eru so eyð­ sýndir. - Summi ár gevur hann lítið og onnur ár meira. Í fjør var eitt gott ár við stór­ um eftirspurningi eftir gull­ laksafarsi. Jóan Magnus sigur, at Tavan longu er liðug at selja alla gulllaksaframleiðsluna, sum annars helst skuldi varað, til nýggja vertíðin byrjar. - Soleiðis eru útlit til, at vit kundu havt selt uppaftur størri nøgdir av gulllaksi í vetur, um vit høvdu meira á goymslu. Hann heldur, at útlitini við gulllaksinum komandi vertíð eru á leið tey somu sum seinastu vertíð. - Tað skal ikki so nógv til, at útlit broytast, men fyribils sær út til, at hesi eru positiv, leggur Jóan Magnus aftrat. Gulllaksur og upsi Spurdur, hvussu góða úr­­slit­ ið seinasta ár býtir seg mill­ um gulllaks og upsa, sigur stjórin í Tavuni, at umleið 70% stava frá gulllaksinum og eini 30% frá upsanum. - Vit hava eftirhondini eitt gott fiskavirki, og vit halda, at kombinatiónin við gulllaksi í summarhálvuni og upsa í vetrarhálvuni sum heild roynist væl. Tað er ymiskt, hvussu stórar nøgdir av gulllaksi Tavan keypir í vertíðini. Hetta hevur verið skiftandi, og okkurt árið herfyri var talið heilt niðri á 2.200 tonsum, tá marknaðurin var rættiliga trekur. Í fjør keypti virkið 6.500 tons av gulllaksi og 2.200 tons av upsa. Jóan Magnus sigur, at van­liga vertíðin við gull­ laksi er frá fyrst í apríl til út í september, og onkuntíð hava tey arbeitt gulllaks heilt út í oktober. - Men tað er eisini hent, at vit hava arbeitt gulllaks bert nakrar fáar mánaðir um summarið, leggur hann aftrat. Stjórin í Tavuni sigur, at tað, sum er avgerandi, nær lagt verður um til gulllaks, er, nær skipini, sum annars veiða upsa, fara á gull­ laksaveiði. - Gongur væl við ups­an­ um, nógv er at fáa, og prís­ irnir eru lutfalsliga góðir, kann tað draga nakað út, áðr­enn skipini fara á gull­ laks. Jógvan Magnus sigur seg tó vóna, at Tavan sleppur hampiliga tiðliga í gongd við gulllaksinum í ár, nú marknaðarútlitini enn eina­ ferð tekna seg so rímiliga væl, og prísútlitini til skip­ ini, sum veiða fiskin, eisini skuldu verið at liva við. Tvær vaktir Stjórin í Tavuni heldur, at skal lønandi vinna fáast burt­ur úr upsanum, er tað ein fyrimunur, um arbeitt verður í tveimum vaktum. - Veðrið hevur verið óstøð­ ugt í mars, og lutfalsliga lítil fiskur hevur verið á marknaðinum. Hetta hevur elvt til, at heldur minni hevur verið at gjørt á virk­ inum, og onkrir dagar eru farnir burtur ímillum, har einki arbeiði hevur verið. Men, sigur Jóan Magnus, at arbeitt verður altíð í tveim­um vaktum, tá nóg mikið av fiski fæst til virk­ ingar. - Vit hava eisini verið rími­liga væl ajour við fram­ leiðslu av bíløgdum upsa­ vørum, og nú minni fiskur hevur verið á marknaðinum, hava vit ikki so altráðir lagt okkum út í kappingina um hendan fiskin. Tá gulllaksur verður virk­ aður á Tavuni, verður eisini arbeitt í tvey-skiftivakt, men tá eru hesar vaktirnar 10 tímar hvør, og soleiðis er framleiðslan í gongd heilar 20 tímar av 24 í hvørjum samdøgni. Eini 60 fólk eru til arbeið­ is á Tavuni í vetrarhálvuni og 40 í summarhálvuni, men Jóan Magnus dylur ikki, at tey kundu havt brúkt nøkur fólk aftrat í vetur. - Onkur, sum arbeiðir á virkinum, hevur verið her heilt síðan P/F Frost rak virksemið í bygninginum, men flestu arbeiðsfólkini eru heilt ung – ella eisini eru tey tilkomin. Vit hava ikki so nógv fólk, sum vit plaga at siga eru í besta arbeiðsføra aldri. Jóan Magnus leggur tó dent á, at Tavan hevur gott og óføra rakst fólk, sum virkuliga eiga sína stóra lut í allari gongdini. - Vit hava eisini nakrar skúlanæmingar, sum hjálpa okkum eftir skúlatíð, og hetta kemur væl við, tá ástendur, sigur hann. Eini 3-4 fólk úr út­land­in­ um arbeiða eisini á Tav­uni. Stóran týdning - Tað hevur stóran týdning fyri virksemið hjá okkum, at vit hava nakað til arbeiðs­ fólkið alt árið. Høvdu vit bara havt gull­laksa­virk­sem­ ið í summarhálvuni, hevði verið torført at hildið upp á fólkið, leggur Jóan Magnus aftrat. Á Tavuni verður gull­laks­ urin virkaður til fars, og upsin verður virkaður til portión­ir. Tað, sum verður skorið burtur av upsa­flak­in­ um – og ikki fer til portiónir, fer í blokk. - Vit hava eitt einfalt virki, sum nú er í góðum standi. Her er ikki nógv útgerð. Tvær skerimaskinur eru til upsa – ein til stóran fisk og ein til smáan, og vit hava eisini tvær skeri­ maskinur til gulllaks, sigur stjórin í Tavuni, Jóan Magnus Rasmussen. hevði stórt avlop í fjør Einki ólógligt Norska ákæruvaldið ger ikki meiri við óhappið, tá fiskiskipið »Herøya« fór á land og sakk við Hustadvika í januar. Tá løgreglan avhoyrdi manningina, kom hon til ta niðurstøðu, at yvirmenninir á brúnni høvdu gjørt eitt mistak. Kortini var eingin sjófrágreiðing í rættinum, og sambært løgregluni var einki revsivert í málinum, sum tí verður lagt til viks. »Herøya« fór á land 25. januar, og øll manningin varð bjargað av skipinum. - Tað hevur stóran týdning fyri virksemið hjá okkum, at vit hava nakað til arbeiðsfólkið alt árið. Høvdu vit bara havt gulllaksavirksemið í summarhálvuni, hevði verið torført at hildið upp á fólkið, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni Mynd: Vilmund Jacobsen