týsdagur 20. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 vinnusíðurnar
Nr. 56 - 20. mars 2007
Vit prenta í dag
framløguna, sum Óli
Jacobsen hevði á
rástevnuni um møgu
leikarnar við Hoyvíks
sáttmálanaum, sum
var á Sjómansheimi
num Ørkini í Reykja
vík 9. – 12. mars
Óli Jacobsen
Eg vil fegin takka fyri
møguleikan at siga nøkur
orð her í dag. Tað, sum eg
vil greiða eitt sindur frá, er
lagnufelagsskapurin millum
Føroyar og Ísland, sum má
sigast at vera einastandandi
millum hesi bæði londini.
Sum tey flestu vita, byrj
aði okkara skipsfiskiskapur
við sluppum í 1872. Tey
fyrstu árini varð veitt undir
Føroyum við misjøvnum
úrsliti. Men so vendust eyg
uni til Íslands, har fiski
grunnarnir vóru bæði størri
og ríkari til fisk. Hetta
førdi til, at Ísland gjørdist
okkara fremsta veiðuleið í
mong áratíggir.
3500 føroyskir
fiskimenn undir
Íslandi
Longu fyrst í 20. øld er
Ísland ein munandi partur
av okkara fiskivinnu. Í
1901 vóru 83 føroysk skip
undir Íslandi, og við hesum
skipum
vóru
tilsamans
1.122 mans. Hæddin á hesi
veiðu var í 30-unum. Í 1934
vóru ikki færri enn 155 skip
við 3.500 monnum undir
Íslandi. Tað er lætt at rokna
út, at hetta hevur verið ein
heilt stórur partur av arbeiðs
føra mannfólkinum, sum
var í Føroyum. Tað hava ver
ið fá hús og enn færri
familjur, sum ikki hava havt
onkran av sínum á hesum
leiðum. Um hesa tíðina
kom Grønland inn í mynd
ina, men tað er ein onnur
søga.
Umframt tað arbeiði, sum
hetta
gav
fiskimonnum
sjálvum, gav fiskurin heilt
nógv arbeiði til heimafólki
og serliga til konufólkið
við fiskaarbeiði og fiska
turking.
Okkara viðurskifti við
Ísland komu so at broytast,
og í 50-unum stakk ein heilt
nýggj støða seg upp. Tá
høvdu íslendingar nógv
skip og fáar fiskimenn,
meðan tað var øvugt í Før
oyum við einum vánaligum
flota og nógvum fiskimonn
um. Hetta merkti, at ein
hópur av fiskimonnum fóru
til
Íslands
at
manna
íslendsku skipini, eins og
tað fóru nógv fólk, ikki
minst konufólk, at arbeiða
á landi. Tað hava verið
nevnd tøl sum 1500 fiski
menn sum vóru í Íslandi, tá
tað var mest og hevði hetta
eisini alstóran týdning fyri
okkara land.
Sum frá leið varð okkara
egni fiskifloti endurnýggj
aður, og okkara fiskimenn
komu heim aftur. Seinastu
árini
eru
umstøðurnar
broyttar í báðum londum á
hesum økinum, men tað
skerst ikki burtur at Ísland
hevur havt ein sera avger
andi týdning fyri føroyska
samfelagið, og fyri Ísland
hevur hetta eisini havt sín
týdning. Hetta merkist eis
ini við teirri vælvild, sum
føroyingar merkja í Íslandi
tann dag í dag og vil eg siga
øvugt eisini.
Fiskimannagravirnar
í Reykjavík
Okkara veiða undir Íslandi
hevur merkt nógv meira
enn hetta. Sum aðrir føroy
ingar havi eg sjálvtsagt altíð
vitað um tey skip, sum eru
gingin burtur undir Íslandi
við øllum teimum hundrað
tals mannalívum, sum hetta
hevur kostað. Men hvussu
stóran týdning hetta hevur
havt fyri okkara samleika
ella identitet gekk ikki
rættuliga upp fyri mær fyrr
enn í 1999, og hevur hetta
eisini samband við júst
Ørkina, har vit eru stødd í
dag.
Tá var nevndin í Fiski
mannafelagnum á kunning
arferð í Íslandi, har vit
vitjaðu okkara systirfelag
Sjómannasamband Íslands,
sum vit í mong ár hava havt
sera gott samskifti við. Her
vil eg nýta høvið til at
nevnda formannin gjøgnum
nógv ár, mín góða vin
Óskar
Vigfusson,
sum
doyði fyri einum ári síðani,
og sum var ein lyklapersónur
í
samstarvinum
millum
londini bæði.
Á hesi ferð var tað ein
partur av skránni at leggja
krans á føroysku fiskimanna
gravirnar í kirkjugarðinum
í Reykjavík, har menninir
av “Onnu” og “Acorn”
liggja grivnir.
Søgan um “Acorn” er
kend av teimum flestu, men
“Onnu” visti eg einki um
og fór at kanna hana. Hetta
var slupp av Toftum, sum í
1924 á veg inn til Grindavík
við einum sjúkum manni
sigldi á eitt sker, og øll
manningin 17 umkomst.
14 av teimum eru jarðaðir í
Reykjavík.
Í 1999 vóru tað júst 75 ár
liðin síðan hesa vanlukku,
og eg segði onkrum av teim
um avvarðandi frá okkara
ætlan um hesa kransalegg
ing.
Tað gingu bert nakrir
tímar, tá var flogfarið til
Lagnufelagsskapurin mill
Føroyska ferðalagið við gravsteinin hjá manningini á ”Onnu” í kirkjugarðinum í Reykjavík