Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnusíðurnar Nr. 56 - 20. mars 2007 lum Føroyar og Ísland Ís­lands fult bókað av eftir­ komarunum hjá hesi mann­ ing, sum vildi vera við til hesa kransalegging. Hetta merkti, at hesin dagur gjørd­ ist til eitt minningarhald fyri allar hesar fiskimenn, sum vórðu grivnir í Reykja­ vík og annars fyri teir fiskimenn sum høvdu latið lív undir Íslandi. Aftaná minn­ingarhaldið á kirkju­ garðinum fyrrapartin vóru øll boðin í “ervi” her á sjó­ mansheiminum. Síðan varð við buss i farið til Staðarberg, har Anna fór á land, har vit nutu blíðskap hjá sjómanna­ felagnum á staðnum, og um kvøldið bjóðaði FF til døg­ urða á sjómansheiminum. Tað eru serliga tvær mynd­ir, sum enn standa fyri mær frá hesi ferðini. Onnur er tann 82 ára gamla konan, sum lá á knæ á grøvini hjá pápa sínum og bað. Pápi hennara var farin avstað við “Onnu”, tá hon var 7 ára gomul. Hann var ikki komin aftur, og alla hesa tíðina hevði hon følt saknin av ikki at hava kunnað tikið rættu­liga avskeð við pápan. Tað fekk hon gjørt nú og kundi fáa frið við sær sjálv­ ari. Hin myndin er frá teirri sjónvarpss ending, sum varð gjørd frá ferðini. Her greiddi dóttir skiparan frá, at øll hesi árini hevði hon eins onnur í ættini á veggin­ um havt hesar døkku mynd­ irnar frá jarðarferðini við teimum svørtu kistunum í dómkirkjuni hangandi á vegginum. Men nú hevði hon eisini fingið frið, og hon kundi taka hesar mynd­ ir­nar niður av vegginum med alla. At hava medvirka til hetta kann ikki gerast upp í nøkrum virði, men eg eri fegin um at hava ein leiklut í hesum. Hann gav sítt lív fyri vinin Hesa somu ferðina mintust vit eina aðra hjartaskerandi og hjartanemandi hending, sum eisini eigur at fáa pláss í okkara fiskimannasøgu. Hetta var í 1928, tá “Flo­ rence” var ásigld og stóri­ bátur brotnaði. Skipið fór at søkka, og tað hevði bert lítla­bát eftir, og hann rúm­ aði bert 10 av teimum 17 monnunum umborð. Hetta var í sær sjálvum ein ræðu­ lig støða. Tá 10 mans eru komnir í bátin sær besti­ maðurin Jaspur Tausen, sum er í bátinum, at uppi á dekkinum stendur vinmaður hansara Marius av Eiði, sum hann sjálvur hevði biðið við. Jaspur hugsaði við sær sjálvum: “Eg kann ikki bjarga mær sjálvum og lata vinin fara í deyðan.” Jaspur ger ikki vandari enn, at hann fer úr bátinum og bjóðar Marius sítt pláss . Tískil varð tað Jaspur sum druknaði og doyði frá sjúk­ ari konu og 6 børnum. Marius kom heim aftur. Saman við dótrini Marin nýttu tey bæði allar sínar kreftir at hjálpa uppá einkj­ una eftir Jaspur, og Marin gjørdist ein omma í húsi­ num hjá teimum. Ernestina og aðrar vanlukkur Síðan havi roynt at niður­ festa ein størri part av hesun samleikanumn hjá fiski­ monnum. Í ár 2000 luttók eg aftur í eini slíkari minn­ ingarferð í samband við, at tað vóru 70 ár liðin síðan, síðan hendingina við Ernestinu. Hon var sum so nóg syrgilig, tí 9 mans um­komust. Men hon var kort­ini lívgevandi vegna bragdið hjá Ziska Jacobsen, har hinir 18 av manningini vóru bjargaðir. Á hesi ferðini vóru eftirkomarar hjá sovæl teimum sum um­komust og teimum sum yvirlivdu. Hetta gjørdi ferð­ ina serliga kensluborna, og hon gav eisini høvi til at festa størri part av hesum parti­num av okkara fiski­ mannasøgu uppá blað. Í 2003 var eg við á eini líkjandi ferð á Eysturlandin­ um í samband við, at 75 ár vóru liðin síðan báturin av “Riddaranum” holvdist og 7 av monnunum umkomust, meðan ein varð bjargaður sum við einum undri. Hetta eru bert nakrar fáar av líknandi hendingum. Her kann bert verða nevnt várið 1932, tá “Laura” og “Immanuel” gingu burtur við 40 monnum. Longu í 1935 fórust “Neptun” og “Nólsoy” eisini við um 40 monnum. Tilsaman er talan um fleiri hundrað mans, sum doyðu í íslendskum sjógvi fyrra partin av hini øldini, og hetta vóru van­ lukkur sum rakti mong heim og nógvar bygdir. Egil Reyði Ein stór vanlukka kundi ann­ars verið hend í 1955 við trolaranum “Egil Rauða”, tá hann fór á land á Vest­ fjarðum við 14 íslend­ ingum og 19 føroyingum. Takkað verið einum framúr avriki hjá íslendsku bjarg­ ingarmonnunum varð tapið av mannalívum avmarkað til 5, av hesum ein føroy­ ingar. Tað kundi eins væl allir farið. Føroyingar kundu annars løna hesum aftur við “Góðanes”, sum sigldi á Flesjarnar á Skálafjørðinum fyri júst 50 árum síðani, og tað eydnað­ ist at bjarga allari manning­ ini uttan einum. Skal enda við at siga, at tá talan er um felagss kap millum Føroyar og Ísland, so eru hetta ikki bert orða­ brask. Við øllum hesum hend­ingum í huga má vera talan um meira enn vanligan felagss kap, har eitthvørt sam­starv millum londini má sigast at vera meira nær­ liggjandi enn hjá nøkrum øðrum. Sólrún Poulsen á grøvini hjá abba sínum Sofus Olsen av Toftum, sum fórst við ”Onnu” í 1924 Eyðgerð Kruse við grøvina hjá abbabeiggja sínum Hans Doreus Mørkøre av Eiði, sum doyði av eldsbrunanum umborð á ”Acorn” í 1928